Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 – Hetta er serdeilis ómansligt Tað er einki galið við, at kringvarpsstjórin sigur sína hugsan alment. Men so skal tað vera við fullum navni, heldur Justinus Eidesgaard, royndur journalistur Barbara Holm Mánadagin avdúkaði Sosialurin tveir teldupostar frá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, til Ólav í Beiti, ábyrgdara á Vága­ portalinum. Teldupostarnir vísa, at Johnny í Grótinum hev­ur skrivað tvær greinar um starvs­ fólka­málið við Liljuni Weihe, sum Ólavur í Beiti hevur lagt navn til á vp.fo. – Tað, sum eg haldi er ódám­ ligt, er hendan gongdin á portal­ un­um, at fólk kunnu siga hvat tey vilja, og so eru tað fólk á port­alunum, sum leggja navn til. Tað er vandamikið, tá man hev­ur ein miðil, sum átekur sær leiklutin sum kelda, sigur Just­in­ us Eidesgaard, sum byrjaði sum journ­alistur fyri meira enn ein­ um mansaldri síðani. Hann sigur víðari, at journal­ istar eiga at hava keldur og fáa fat­ur á viðkomandi skjølum í mál­inum. Eins og Sosialurin hev­ur gjørt í sambandi við orr­ ust­una í Kringvarpinum. Og tí heldur argumentatión ikki um, at Sosilaurin skal vera inhabilur í málinum, heldur Justinus Eides­ gaard. Jústinus Eidesgaard hevur drúgvar royndir sum blaðmaður – og hann trein inn í blaðheimin fyri 42 árum síðani, tá hann fór í starv á Dagblaðnum. Hann hev­ ur lisið Danmark Journal­ist­høj­ skole, har hann tók prógv í 1982, og í praktikktíðini var hann á Dimma­lætting. Sum nýútbúgving journal­ist­ ur fór hann í starv á Tingakrossi, har hann var til 1989. Í 1990 fór hann í starv á Sosialinum. Sein­ astu mongu árini hevur Jústinus Eides­gaard verið sjálvstøðugur rithøvndur. Jústinus Eidesgaard vísir á, at fyri hann er størsti trupul­leik­in í hesum málinum, at Vága­port­ alurin gongur á odda við at nið­ ur­bróta fakið. – Í 90’unum fór man frá at loyva dulnevndum lesarabrøvum í bløðunum. Men nú eru teir smáu portalarnir farnir í gongd aft­ur við at loyva tí dulnevnda skriv­arínum, og har gongur Vága­portalurin á odda. Tað for­ virr­ar lesaran, tí man veit ikki, hvør avsendarin er, og tað er eitt aft­ur­stig fyri okkara fak, sigur Just­inus Eidesgaard. Hann vísir eisini á »ad-hoc toymið«, sum hevur staðið sum av­sendarari á fleiri lesarabrøvum á Vágaportalinum seinastu árini. Og í hesum aktuella førinum er tað Johnny í Grótinum sum er ad-hoc toymið. – Tað er ein undarligur máti. Og ein persónur, sum ikki torir at standa við sítt navn, hann skal eisini hava munnkurv. Um tú ikki torir at standa við títt navn, tá tú hevur eina meining, so trúgvi eg ikki eingong, at talufrælsi er gald­ andi fyri teg. Dulnevnt talu­frælsi er í øllum førum nakað lort og ser­deilis ómansligt. – Eg havi als onga virðing fyri, at ein fjølmiðil átekur sær upp­gávuna at bera dulnevnd sjón­armið víðari og út til al­ menn­ingin. Tað er einki galið við, at kringvarpsstjórin sigur sína hugsan alment. Men so skal tað vera við fullum navni, heldur Just­inus Eidesgaard. SKUGGASPÆL Í KVF OG VP Teldupostarnir: N SKRIVAÐI ORTALINUM Rósa Tovedóttir Teldupostur frá Johnny í Grótinum jig@kvf.fo 5. juni 2018 kl 9:42 Hey Ólavur Uppskot til grein um avgerð Mentamálaráðsins: Mentamálaráðið avvísir umbøn frá Liljuni Weihe Í næstustíðu viku avgjørdi kringvarpsstjórin Johnny í Gróotinum at flyta Liljuna Weihe í annað starv í KVF, har hon tó varðveiddi deildarleiðaraløn sína. Liljan Weihe kærdi avgerðina til Mentamálaráðið við umbøn um straks at geva kæruni steðgandi virknað, soleiðis at hon ikki hevði skyldu at átaka sær nýggju starvsuppgávurnar, meðan kæran verður viðgjørd. Mentamálaráðið gjørdi tó skjótt av og sýtti mikudagin í farnu viku at ganga umbønini um steðgandi virknað á møti. KVF kann tí søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara. Sí avgerð her. VP hevur spurt kringvarpsstjóran um viðmerkingar til, at Mentamálaráðið hevur givið honum viðhald í, at kæran ikki skuldi fáa steðgandi virknað. Johnny í Grótinum hevur ongar viðmerkingar til avgerðina. Kringvarpið hevur hoyringsfreist mánadagin 11. juni í nýggja kærumálinum. vinarliga Johnny í Grótinum Kringvarpsstjóri +298296566 Her eru greinar hjá Johnny í Grótinum, sum hann skrivaði á Vágaportalinum Her eru greinarnar, sum Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri skrivaði til Vágaportalin, og sum Ólavur í Beiti, ábyrgdarblaðstjóri á vp.fo legði navn til: Orðarætt endurgivið úr teldupostinum: Teldupostur frá Johnny í Grótinum jig@kvf.fo 7. juni 2018 kl 00:30 Uppskot til grein um nágreinina: MMR: Kringvarpsstjórin hevur leiðslurættin Nógv rumbul var í kjalarvørrinum av, at Mentamálaráðið tann 20. apríl 2018 gjørdi av at ógildað uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í KVF. Andstøðan fór so langt sum at reisa uppskot um misálit á Rigmor Dam, mentamálaráðharra. Mett var av andstøðuni, at mentamálaráðharrin blandaði seg beinleiðis í stovnsraksturin við at seta Liljuna Weihe inn aftur sum tíðindaleiðara. Mentamálaráðið setir ikki tíðindaleiðaran Nú vísir eitt svar frá MMR til kringvarpsstjóran, sum VP hevur fingið almen innlit í, at hetta ikki var ætlanin hjá MMR. "Mentamálaráðið kann ikki gera av, hvør er tíðinaleiðari í Kringvarpi Føroya", staðfestir MMR í einum svari til kringvarpssjóran dagfest tann 4. mai 2018. Kringvarpsstjórin setti tann 3. mai 2018 tríggjar avklárandi spurningar um avgerðina hjá MMR í kærumálinum, sum hann fekk svar upp á longu dagin eftir. Kringvarpstjórin ger av, hvat hendir nú Eisini staðfestir MMR í svari sínum, at tað er upp til kringvarpsstjóran, hvat víðari skal henda í málinum: "Tað eru tygum sum kringvarpsstjóri, sum hevur leiðslurættin mótvegis starvsfólkum á stovninum. Tygum gera tí av, hvørt KVF fer at viðgera málið av nýggjum og um nýggj støða skal takast í málinum." Johnny í Grótinum tók avgerð um Liljuna Weihe Kringvarpsstjórin avgjørdi síðani, at Liljan Weihe skal flytast í annað starv innan setanarøkið, har hon tó varðveitir sína deildearleiðaraløn. Í ætlanarskrivinum til Liljuna Weihe sæst, at hon framyvir skal vera ein faklig stuðulsfunktión, hvørs endamál er at styrkja góðskuna í tíðindaflutninginum og tilfarsframleiðsluni annars. Hon hevur beinleiðis tilvísing til stjóran.