Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juni 2018 · Nr. 66 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2018  á midnátt. Føroyingar o.a. norðurlendingar hava umsóknarfreist 1. juli. Lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum fyrst í august. BACHELOR-ÚTBÚGVINGAR Náttúruvísindadeildin • B.Sc. í Vistfrøði • B.Sc. í Havlívfrøði • B.Sc. í Mýlalívsvísindum • B.Sc. í KT-verkfrøði Sjúkrarøktarfrøðideildin • B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði Føroyamálsdeildin • B.A. í føroyskum - Mál og bók­ mentir Søgu- og samfelagsdeildin • B.A. í søgu - Smátjóðir og al­tjóða­ gerð • B.S.Sc. í samfelagsvísindum - Sosialvísindi og sam­felags­plan­ legging • B.S.Sc. í samfelagsvísindum - Poli­tikkur og umsiting Námsvísindadeildin • B.Ed. í undirvísing (1.-10. flokk) – Fólka­skúlalærari • B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði – Náms­frøðingur B.A. er bachelorheiti inn­an hug­v­ís­ indi og er stytt­ing fyri Bachelor of Arts. B.S.Sc. er bachelorheiti í sam­ felags­vísind­um og er stytt­ing fyri Bachelor of Social Science. B.Sc. er bachelor­heiti inn­an náttúru­ vísindi og er stytt­ing fyri Bachelor of Science. B.Ed. er bachelor­heiti innan náms­ vísindi, bæði lærara- og náms­frøð­ inga út­búgv­ingina, og er stytting fyri Bachel­or of Education. Lest­urin tekur tilsamans 4 ár. MASTER-ÚTBÚGVINGAR Sjúkrarøktarfrøðideildin • M.Sc. í Heilsuvísindum Føroyamálsdeildin • M.A. í føroyskum - Mál og bók­ mentir Søgu- og samfelagsdeildin • M.A. í løgfrøði • M.A. masterlæra í søgu • M.S.Sc. masterlæra í sosial­vís­ indum og sam­felags­planlegging • M.S.Sc. masterlæra í politikki og umsiting M.A. er masterheiti innan hug­vís­ indi og er stytting fyri Master of Arts. M.S.Sc. er masterheiti í sam­felags­ vísindum og er stytting fyri Master of Social Science. M.Sc. er masterheiti innan náttúru­ vísindi og er stytting fyri Master of Science. HJÁNÁM Føroyamálsdeildin • Føroyskt - Mál og bókmentir Søgu- og samfelagsdeildin • Søga • Sosialvísind og samfelags­plan­ legg­ing • Politikkur og umsiting Lesið meira: www.setur.fo Spurningur 1: Hvat merkir tað at hava Standby-pláss á framhaldandi útbúgvingunum í Danmark? “Standby” fyri upptøku á víðari útbúgvingum (www.ug.dk) Standby-pláss er ein bíðilisti. Eitt standby-pláss kann gerast lestrarstaður tín sama ár, sum tú søkir ella árið eftir. Tú kanst gera brúk av standby/ bíðilistanum, um tú hevur miðalkarakter, sum liggur tætt at kravda miðalkarkaterinum, sum krevst til útbúgvingina, tú søkir inn á. Eitt val við fylgjum Á flestu útbúgvingunum, sum krevja ásettan miðalkarakter, verða nøkur fá lestrarpláss sett av til fólk á bíðilistanum. Tá fólk ikki taka av upptøku til lestur, so verða hesi pláss boðin teimum, sum standa klár á bíðilistanum. Hetta verður gjørt sambært raðfesting, og tí er eingin trygd fyri, at øll standby-plássini verða til lestrarpláss sama árið. Um tú fært eitt standby-pláss, so fært tú ikki eitt av lægru raðfestu útbúgvingunum í boði, sum tú hevur søkt inn á. Tí skalt tú gera av, innan tú søkir eitt standby-pláss, um tú vilt bíða eitt ár við at byrja upp á eina útbúgving, ella um tú heldur vilt søkja inn á aðra lægri raðfesta útbúgving ella annan útbúgvingarstovn komandi lestrarár. Flestu útbúgvingarstovnar hava bíðilistar, sum eru skipaðir eftir sama leisti sum umsóknarkrøvini til kvotu 1, tí er eitt standby-býtital (kvotientur). Útbúgvingar, sum hava kvotu 2 pláss, kunnu eisini áseta nøkur pláss til fólk á bíðilista sambært kvotu 2 reglum. Tú mást gera vart við í umsóknini, um tú hevur áhugað í standby-plássi, men tó ber ikki til bert at søkja standby-pláss. Tað vil siga, at um miðalkarakterurin hjá tær er nóg høgur, so ber ikki til at siga, at tú heldur vilt hava standby-pláss árið eftir. Sama hvussu tú raðfestir útbúgvingar ynskini, so kanst tú viðmerkja, at tú ynskir standby-pláss. Tað ber eisini til at ynskja standby-pláss til fleiri útbúgvingar. Raðfesting tín geldur bæði fyri ynski um upptøku og fyri plássi á bíðilista. Raðfestingin av útbúgvingarynskjum tínum hevur tí týdning. Líkamikið um tú søkir innan kvotu 2 freistin er úti ella eftir tað, so kanst tú søkja um pláss á bíðilista (standby). Váttan um upptøku Um tú fært standby-pláss, so fært tú boðini 28. juli frá útbúgvingarstaðnum. Í boðunum sæst, hvussu standby-plássið virkar, eisini hvussu leingi hetta varar. Hesa tíðina mást tú verða tilreiðar at taka av, um eitt pláss verður tøkt. Um tú sigur tøka plássið frá tær, so missur tú plássið og fert úr standby- skipanini og upptøku-skipanini. Tú kemur tí heldur ikki at standa á lægru raðfestu ynskjunum um útbúgving, sum tú hevði. Fært tú hinvegin ikki standby-pláss, so gevur standby-plássið tær rættindi at verða upptikin næsta árið, um tú søkir rættstundis og lýkur treytirnar fyri upptøku. Tað kann eisini henda seg, at tú fært lestrarpláss í standby-tíðini. Um tú fært lestrarpláss seint í hesari standby-tíðini, so kanst tú loyva tær at siga nei takk, uttan at tú verður koyrd/ur úr standby-skipanini og tú varðveitir eisini rættin til lestrarpláss árið eftir. Tú mást søkja av nýggjum Um tú fært tilboð um lestrarpláss árið eftir, við øðrum orðum - fært tú játtandi svar um pláss - so skalt tú senda vanliga umsókn inn árið eftir og viðmerkja í umsóknini, at tú hevur fingið játtan um upptøku og viðhefta játtanarbrævið í umsóknina. Tú ert tó ikki bundin av hesari játtanini og kanst tískil søkja inn á aðrar útbúgvingar og raðfesta hesar hægri enn játtaða útbúgvingarplássið. Minst til Umsóknarfreisitn til hægri útbúgvingar í Danmark er 5.juli og fer fram á www.optagelse.dk Spurningur 2: Hvar kann ein lesa um “supplering” (uppstigan) um summarið í Danmark? Her: www.gsdanmark.dk Summar-supplering (uppstigan) í einari lærugrein við einum ávísum stigi – hygg her: https://www.kvuc.dk/gsk/undervisning/ sommerhold Umsóknarfreistin er: Í seinasta lagi 5. juli – og skeiðini byrja 9. ella 10. juli og halda fram í 3-4 vikur og enda við próvtøku í august. Tey lesandi hava rætt til SU ímeðan. V Holger ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR Á SETRINUM 2018 BETRI LEGAT Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.  Betri legat er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bók­liga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttan­ lands­uppihald í bein­leiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar.  Krøv til umsøkjarar Fyri at fáa Betri legat, er neyðugt, at: Tú ert í ferð við at taka eina hægri bókliga útbúgving ella eina yrkisútbúgving. Legatið verður nýtt í sambandi við lestraruppihald uttanlands. Lestraruppihaldið ikki er byrjað, tá søkt verður um stuðulin. Betri Banki er tín høvuðsbanki Tú greiðir frá uppihaldinum á bloggi e.l. á heimasíðuni hjá Betri.  Lesið meira: www.betri.fo