Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 TRÍGGIR VINMENN EIGA VIRKSEMIÐ Í SKEIVAPAKKHÚSI Tey, sum hava vitjað í Skeivapakkhúsi, lata væl at, og hetta eru eisini afturmeldingarnar, sum eigararnir hava fingið, nú opið hevur verið í ein mánaða Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Álvur Haraldsen Tað er umleið ein mánaði síðan, at matstova, kafé og barr læt upp í Skeivapakkhúsi í Havn. Teir, sum eiga og reka hetta virk­semi, eru kendi kokkurin, Leif Sørensen, Leivur Dalsgarð og Bjarni Joensen. Leigumálið í Skeivapakkhúsi fevnir fyribils um fimm ár, og so­ leið­is kann sigast, at matstovu-, kafé-og barrvirksemið her er komið fyri at vera. Í umleið eitt hálvt ár fyri upp­ lat­ingina í Skeivapakkhúsi hevur verið arbeitt í húsunum, og her eru stór­ar íløgur gjørdar. Leif Sørensen er hin nærlagni gastronomiski kokkurin, sum borg­ ar fyri spennandi og forvitnis­ligum mati. Men, eitt annað, sum sermerkir fyritøkuna, er, at Skeivapakkhús hevur egnan kondittara, soleiðis at eitt nú køkur og annað, sum er ein partur av útboðnum, er gjørt frá grundini av. Góðar afturmeldingar Tey, sum hava vitjað í Skeiva­pakk­ húsi, lata væl at, og hetta eru eisini afturmeldingarnar, sum eigararnir hava fingið. Stóra buffet’in letur upp klokk­ an 11.30 og er opin til klokkan 13.30. Síðan er vanligt, at gestir keypa sær kaffi út á seinnapartin, og klokkan 18 verður farið í resturatiónina. Sjálvur køkurin letur vanliga aft­ ur um 22-tíðina, og eftir tað kunnu fólk eitt nú keypa sær cocktail í barr­ini, eins og her kunnu keypast kaffi, køkur og ymiskt annað. Skeivapakkhús er opið frá klokk­an 10 um morgnin til á mid­ nátt, men fyribils er stongd sunnu­ dag. Í nýggju fyritøkuni eru umleið 10 fólk til arbeiðis gjøgnum ein dag og eitt kvøld, og hetta er ikki eitt starvs­fólk ov nógv. Stendur á í køkinum Virksemið í Skeivapakkhúsi hevur longu verið so mikið nógv, at tá mest hevur verið at gera, kundu sakt­ans fleiri kokkar og køksfólk annars verið í køkinum. Teir tríggir, sum eiga virksemið í ser­merktu og snotuligu hølunum í Havn, eru vinmenn, og hetta er ein orsøkin til, at tað júst eru Leif Sør­ en­sen, Leivur Dalsgarð og Bjarni Joensen, sum hava reist á føtur virk­semið í Skeivapakkhúsi. SKEIVAPAKKHÚS