týsdagur 12. juni 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Set ferðina upp og liv longri
Tað eru kanningar, sum peika á, at tað er skilagott at ganga meira og veksa um ferðina til tess at leingja um lívið,
og hetta hevur serliga týdning fyri tey eldru
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki ferðina á bilinum, sum
talan er um, men gonguferðina.
Ein nýggj kanning vísir nevni
liga, at tess skjótari tú gongur - jú,
meira leingir tú um lívið.
Áður gjørdar kanningar hava
víst, at tað bæði likamaliga og sál
arliga er tað gott fyri heilsuna at
røra seg. Kanningar hava eisini
víst, at gongur tú bara tveir tímar
um vikuna, er hetta við til at minka
um deyðstíttleikan.
Gomlu kanningarnar hava tó
ikki heft seg við, at gonguferðin eis
ini gevur tær langtíðarúrslit.
Men, júst gonguferðina hava nú
fimm hægri lærustovnar í ávikavist
Avstralia, Írlandi og Onglandi nú
kannað.
11 ymiskar kanningar
Undir leiðslu av professaranum,
Emmanuel Stamatakis, kannaði
ein bólkur av granskarum saman
hangin millum gonguferð og deyðs
títtleika við atliti til hjartaæðra
sjúkur og krabbamein umframt
deyðstíttleika av øðrum orsøkum.
Granskararnir
brúktu
upp
lýsingar frá 11 ymiskum kanning
um, sum eru gjørdar í tíðarskeiðn
um frá 1994 til 2008 við tilsamans
50.225 luttakarum, og hesir svaraðu
allir spurningum um gonguferð.
Í kanningini varð spurt, um
fólk ganga “spakuliga”, “miðal” ella
“skjótt”, og tá gingið verður skjótt,
er talan um eina gonguferð, sum
liggur millum 5-7 kilometrar um
tíman.
Tó verður hædd tikin fyri,
hvussu væl fólk eru fyri likamliga,
og skjót gonguferð kann tískil eis
ini skilgreinast sum ein ferð, ið førir
við sær, at fólk í ávísan mun gerast
tivandi ella lætt sveittandi á longri
teinum.
Við at samanbera gonguferð
við upplýsingar um deyðstíttleika,
kundu granskarar knýta hesi para
metur saman.
Granskararnir lagaðu sína grein
ing soleiðis, at hædd varð tikin fyri
eitt nú aldri, kyni, BMI og ymiskum
hættum fyri likamligum aktiviteti.
Greiningin vísti, at meðan ein
miðal gonguferð gav ein 20 prosent
lægri deyðstíttleika, gav skjót
gonguferð ein 24 prosent lægri
deyðstíttleika, og her var talan um
deyða av øllum orsøkum og ikki
nakrari einstakari orsøk.
Tá talan hinvegin var um
eina meira serstaka deyðsorsøk
sum hjartaæðrasjúku, var úrs
litið umvent, nevniliga at skjót
gonguferð hevði 21 prosent lægri
deyðstíttleika - og ein miðalgongu
ferð hevði 24 prosent lægri deyðs
títtleika við sær.
Í kanningini bar ikki til at ávísa,
at eitt nú BMI og kynsligur aktivit
etur hevði nakra ávirkan á úrslitini.
At síggja til hevði gonguferðin
heldur onga ávirkan á deyðstítt
leikan av krabbameini.
Eldri størsta fyrimunin
Nýggja kanningin vísir, at eldri
fólk fáa fleiri fyrimunir við høgari
gonguferð enn yngri fólk.
Luttakarar í aldrinum 60 ár
og eldri vóru í 46 prosent minni
vanda fyri at doyggja av hjarta
æðrasjúkum, um gonguferðin var
miðal og tey, sum gingu við høgari
gonguferð, vóru í 53 prosent minni
vanda fyri at doyggja av hjarta
æðrasjúkum.
Granskingin vísir eisini, at tá
miðalaldrandi fólk siga, at tey
ganga spakuliga, kann hetta vera
eitt tekin um, at tey longu eru í há
vanda fyri at doyggja av hjartasjúk
um samanborið við fólk annars.
Í slíkum slagi av spurnarkann
ingum kunnu úrslitini vera ávirkað
av nógum ymiskum faktorum, og tí
krevja slíkar kanningar eisini neyv
ari gransking.
- Men, tað eru eisini aðrar kann
ingar, sum peika í somu ætt, sum
hesar nevndu, og tí er tað avgjørt
eitt skilagott og bíligt hugskot at
ganga meira - og veksa um gongu
ferðina til tess at leingja um lívið,
sigur nýggjasta granskingin á øk
inum.
Kelda: www.helse.dk
HEILSA
Nýggjasta kanningin vísir, at eldri fólk fáa fleiri fyrimunir við høgari gonguferð enn yngri fólk, og ítøkiligasta úrslitið er, at tey eldru liva longri
Undir leiðslu av professaranum,
Emmanuel Stamatakis, hevur
ein bólkur av granskarum
kannað samanhangin millum
gonguferð og deyðstíttleika