týsdagur 12. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 13. juni 2018 · Nr. 66
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Í longu yrkisleiðini hjá Jákupi á
Borg sum fótbóltsspælara, eydn
aðist honum ongantíð at vinna seg
víðari í Evropa. Seinasta royndin
var í Champions League í 2016, tá
B36 tapti tepurt fyri maltesiska
meistaraliðnum, Valletta FC.
Tað sum iðraði spælaran, Jákup
á Borg, eftir seinastu royndina
var, at hann alt ov oftani helt, at
føroysk lið høvdu ov stóra viðring
fyri útlendsku mótstøðuliðunum.
Boðskapurin hjá Jákupi á Borg,
sum nú er venjari hjá B36, er, at
spælararnir hjá honum skulu ikki
hava somu viðring fyri mótstøðuni,
sum hann hevði.
- Eg havi verið nær við fleiri
ferðir. Nú royni eg at læra frá mær,
at vit skulu ikki bara hava virð
ing fyri teimum, tí teir tosa út
lendskt. Eg vil ikki hava, at mínir
spælarar hava somu virðing fyri
mótstøðuliðnum , sum eg sjálvur
havi havt, sigur Jákup á Borg íðin
á málinum.
Skulu tora at verða
favorittar
Venjarin hjá B36 fegnast um luta
kastið, men ásannar eisini at hann
ikki kennir so nógv til mótstøðu
liðið.
-Vit eru glaðir fyri lutkastið
og eru helst favorittar at koma
víðari. Tað ætla vit okkum eisini,
men eg kenni ikki meiri til liðið,
enn at teir blivu nummar trý í
landskappingini. Eg havi nú biðið
um at fáa tríggjar teir seinastu
dystirnar hjá teimum á sjónbandi,
sigur Jákup á Borg, og leggur aftur
at:
-Vónandi blívi eg klókari eftir
tað. Eg havi eisini tosað við Lukasz
Cieslewicz,
tí
beiggi
hansara,
Adrian spældi móti einum liðið úr
Gibraltar í fjør. Helst eru teir nakað
sterkari enn tá HB vann á teimum
í 2014, men føroyska kappingin er
eisini blivin sterkari, sigur Jákup
á Borg.
Spæla álopsfótbólt
Bestu føroysku úrslitini í Evropa
hevur
Víkingur.
Sermerkt
við
liðnum var, at teir vóru væl
skúlaðir og taktiskt snildir. B36 ber
tó ikki orð fyri sær, at spæla við
nógvum verjukendum snildum.
Venjarin ásannar at tað kundi verið
ein loysn, at vart væl, heldur enn at
spæla tiltika álopsfótbóltin.
-Eri við til eitt vist, men ikki so
ikki meir enn tað. Í eini støðu, har
vit eru favorittuar, skulu vit tora at
spæla sum vit plaga í Evropa. Hví
broyta so nógv til ein dyst, spyr
Jákup á Borg og leggur afturat: -Eg
skilji hvat tey siga, men eg eri bara
ikki samdur. Vit hava spælarar til
at takla dystirnar, sum vit gera
í Føroyum, so hví ikki gera tað í
Evropa, sigur Jákup á Borg.
Ger klárt til ferðina
Í somu løtu sum lutakastið varð
greitt, fór B36 í gongd við fyri
reikingarnar til ferðina til Gibraltar,
sum verður 5. juli.
-Vit kanna í løtuni møgu
leikarnar fyri gistin og hvussu
nógv tað kmeur at kosta. Gibraltar
er eitt lítið land, sum hevur nógv
ferðafólk – eins og vit hava her í
Føroyum. Vit hava tó eitt sindur
longri til dystin, tí fyrri dysturin er
á heimavølli, sigur Jákup á Borg at
enda.
Tað er tiltikið, at HB í 2014 hevði
stórar
fíggjarligar
trupulleikar
av ferðini til Gibraltar, tá liðið í
Champions League spældi móti
Lincoln Red Imps. UEFA hevur sett
sum krav, at liðið skal búgva í sama
landi sum dysturin er. Tá endaði HB
við at búgva á luksusgistingarbáti,
fyri fleiri túsund krónur um
náttina fyri hvønn.
Nú fáa vit so at síggja, um eitt
føroyskt lið aftur klárar at vinna
seg víðari móti einum liði úr
Gibraltar.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Lutakastið til undanumfarið í Ev
ropa League hevur verið. B36 og
KÍ vóru í pottinum, meðan NSÍ
leypir undanumfarið um. B36 skal
spæla móti St Joseph's úr Gibraltar,
meðan KÍ skal spæla móti Birkir
kara úr Malta. B36 skal spæla á
heimavølli fyrst, meðan KÍ spælir í
Malta í fyrra dystinum. Fyrri dyst
urin verður 28. juni, meðan seinni
dysturin verður 5. juli.
Tað hendi annars tað merkis
verda, at B36 bleiv drigið at spæla
móti júst KÍ. Undan lutakastinum
bleiv tó greitt frá, at tvey lið úr
sama landi blivu drigin at spæla
móti hvørjum øðrum, so bleiv sein
ni liðið flutt.
Føroysk lið hava spælt móti mót
støðu úr bæði Gibraltar og Malta. HB
spældi í 2014 móti Lincoln Red Imps
og vann samanlagt 6-3. B36 spældi í
2006 móti júst Birkirkara av Malta og
vann samanlagt 5-2, men í 2016 tapti
B36 upp á útivallarmál móti Valletta
FC í Champions League.
Nú fáa vit so at síggja, hvussu vit
standa í mun til hinar smátjóðirnar.
Europa League:
Mikkjal Thomassen:
B36 skal spæla
móti St Joseph's úr
Gibraltar, meðan
KÍ skal spæla móti
Birkirkara úr Malta
Í B36 eru tey fegin um lutakastið í Europa League, tí marran
var Prishtina úr Kosovo, men tað bleiv til St Joseph’s úr
Gibraltar. Nú vil venjarin, at spælararnir tora bjóða av
B36 TIL GIBRALTAR
OG KÍ TIL MALTA
Jákup á Borg:
-Skulu ikki hava somu
virðing – sum eg hevði
LUTAKASTIÐ:
Europa (Gibraltar) - Prishtina (Kosovo)
Sant Julià (Andorra) - Gżira United (Malta)
Engordany (Andorra) - Folgore (San Marino)
B36 (Føroyar) - St Joseph's (Gibraltar)
Birkirkara (Malta) - KÍ (Føroyar)
Tre Fiori (San Marino) - Bala Town (Wales)
Cefn Druids (Wales) - Trakai (Litava)
EUROPA LEAGUE:
28. juni:
B36 - St Joseph's
Birkirkara - KÍ
5. juli:
St Joseph's - B36
KÍ - Birkirkara
Tróndur Arge
KÍ skal spæla móti Brikirkara av
Malta. Venjarin hjá KÍ, Mikkjal
Thomassen, er við gott mót, men
er varin við at styrkismeta mót
støðuliðið, sum hann var við til
at vinna á í 2006.
-Eg havi ikki havt tíð at
granska teir enn, men vit spældu
ímóti teimum í 2006 og vunnu.
Men eg havi frænir av, at teir
hava klárað seg væl í seinastuni,
sigur Mikkjal Thomassen og
leggur afturat:
-Vit hoyra jú, at teir hava
vunnið á liðum sum Hearts úr
Skotlandi og West Ham í Ong
landi. Um tað er veruliga styrkin
hjá teimum, so er talan um eitt
otrført lutakast, men vit fara nú
at seta okkum inní støðuna hjá
liðum, sigur venjarin hjá KÍ.
Hann sigur eisini, at støðan
hjá einum liðið kann verða
merkt av, um tað er eitt lið, ið
byggir upp ella sum toppar.
-Eg meti, at liðini úr Litava og
Wales høvdu møguliga verið eitt
vet sterkari, meðan liðini úr San
Marino Gibraltar hvødu verið
eitt sindur veikari. Eg meti at
Birkirkara er í miðbólkinum av
hesum liðunum, men tað er mest
útfrá søguligum úrslitum, sigur
Mikkjal Thomassen.
Fyrimunur at spæla
á heimavølli
KÍ skal spæla fyrra dystin á
Malta,
meðan
returdysturin
verður í Gundadali. Tað plagar
at verða ein fyrimunur.
-Statistiskt sæð er tað ein
fyrimunur at hava seinna dystin
á heimavølli. Um tað er bakandi
heitt á Malta, so kann tað verða
ein vansi, men spælararnir
hjá okkum eru væl fyri, so tað
verður ikki ein umbering. Eg
vænti, at vit eru kropsliga væl
fyri og fara at gera tað torført
fyri teir í fyrra dystinum, sigur
Mikkjal Thomassen.
Hann leggur aftur, at hetta
er ein stuttlig og spennandi
uppgáva, sum á pappírinum er
lættari enn seinast, tá KÍ í fjør
var í Evropa.
-Hetta er bæði stuttligt og
spennandi. Tað er stórur áhugi
frá áskoðarunum, og óansæð
styrkina hjá teimum, so verður
hetta ikki líka torført sum móti
AIK, sigur Mikkjal Thomassen
at enda.
Venjarin hjá KÍ vil ikki gera nágreiniliga
meting av Birkirkara, fyrr enn hann
veit meiri um liðið, men ásannar at
tað ikki hevur somu styrki sum AIK
-Hetta er spennandi
og stuttligt