týsdagur 12. juni 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2018 · Nr. 66
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini
um Løgmanssteypið verða í dag. Í
Trongisvági taka Suðringar móti
B36, sum vann fyrra dystin 4-2.
Lagið er gott B36, har skaðalistin
minkar í hvørjum. Á Argjum verður
grannauppgerð millum AB og HB.
Havnarmenn vunnu fyrru hálv
finaluna sannførandi 2-0.
Tað skal ein fótbóltsskelkur til,
um vit ikki fáa eina endurtøku av
steypafinaluni í 1991 millum HB og
B36, men fótbóltur verður jú ikki
spældur á pappírinum.
HB letur ikki mál inn
– AB skorar ikki
Argjamenn hava á øðrum sinni
vunnu seg í eina hálvfinalu í kapp
ingini um Løgmanssteypið. Í fyrru
hálvfinaluni í Gundadali hevði
liðið lítið at bjóða upp á, tí HB er í
einum flokki fyri seg í løtuni. Ikki
tí teir spæla flótandi álopsfótbólt,
men tí liðið hevur eitt ótrúligt evni
at vinna dystir og ikki lata mál inn.
HB vann sannførandi 2-0, men
landskappingardysturin á Argjum,
sum HB vann 1-0, boðar frá, at
argjamenn kunnu bíta frá sær. Tað
ásanna tey eisini í HB.
Seinast vit spældu á Argjum
var talan um ein javnan dyst. Tað
vænta vit eisini hesa ferð. Tí taka
vit einki fyri givið og skulu spæla
við øllum, sum vit hava, sigur Ras
mus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB.
HB verður uttan Aleksandar
Stankov, sum tey í HB-húsinum vóna
verður tøkur til hina grannaupp
gerðina í vikuni, tá HB sunnudagin
spælir í landskappingini móti B36.
HB er eisini uttan Sebastian Pingel,
sum nú skal undir skurð og helst ikki
spælir atftur hetta kappingarárið,
meðan Jógvan Skeel Nolsøe hevur
trupulleikar í lærinum. Hann veðrur
helst uttanfyri í eina viku ella tvær.
Í trimum uppgerðum í ár, hevur
HB vunnið samanlagt 8-0 á AB. Tí
er ilt at síggja annað enn, at HB
kemur í finaluna, men argjamenn
ætla ikki at leggja seg.
- Øll vita, at HB er favorittar,
men vit mugu inn á vøllin sum
ellivu Braveheart ella spartanskir
krígsmenn. Vit mugu spæla fyri
okkara møguleika. Vit vita hvussu
HB spælir, men so er spurningurin
um vit klára at steðga teimum,
sigur Sorin Anghel íðin á málinum.
Kreppan á Argjum
Men tað er ein lítil kreppa á Argjum.
Í 13. umfari í landskappingini tapti
AB 6-0 fyri NSÍ við Løkin. Ein
orsøkunum var, at liðskiparin og
málverjin, Heðin Stenberg, fekk
beinleiðis reytt kort. Tað merkir, at
hann ikki kann spæla í seinnu hálv
finaluni.
Eykamálverjin, Áki Dahl, kom
inn í Runavík, men hevur leingi
drigist við skaða. Í vikuni er hann
eisini givin at spæla fótbólt. Tí skal
AB hava níggjan málverja.
Teir royndu í fyrstu atløgu at
leiga Andras Gango úr NSÍ og Mein
hard Joensen úr KÍ. AB og KÍ kundu
ikki semjast um treytirnar, meðan
Andras Gango var so óheppin at
meiðsla sær fótin til arbeiði fyrr
í vikuni, so kann ikki er tøkur at
spæla.
Tí hava argjamenn vent sær til
44 ára gamla Geza Turi, sum er mál
mansvenjari hjá Víkingi.
- Vit eru í samband við Víking
og Geza Turi um at gera ein avtalu.
Eg vænti tað verður Geza Turi, sum
kemur at standa í mál hjá okkum.
Tað er ein royndur málmaður, sum
eg eisini kenni frá tíðini í Víkingi,
sigur Sorin Anghel.
Geza Turi er í dag 44 ára gamal
og er málmansvenjari hjá Víkingi.
Hann gavst fyri tveimum árum
síðani at spæla á besta liðnum,
men hevur spælt onkrar dystir á
næstbesta liðnum. Geza Turi hevur
nógvir royndir sum spælari, tí hann
hevur spælt í Sarpugerði frá 2006.
B36 suður at vinna
Í B36 lagið gott, hóast skaðalistin
hevur verið langur í alt ár. B36 og
Suðringar spældu eina ótrúliga
spennandi og málríka fyrru hálv
finalu í Gundadali fyri tveimum
vikum síðani. Longu í hálvleikinum
var 4-2 til B36, sum eisini bleiv úrs
litið.
Tað merkir, at B36 er á odda við
teimum, men útivallarmálini hjá
Suðringum telja nógv. Vinna Suðr
ingar 2-0, so er tað nokk til at koma
í steypafinaluna. Tað veit Jákup
á Borg, venjari hjá B36, men hann
ætlar sær ikki at leggja seg aftur at
verja.
-Vit vita at tað er trupult at
spæla í Trongsvági, men eg vænti
eisini at teir halda, at tað er trupult
at spæla móti okkum. Um teir klára
at skjóta tvey mál í Gundadali móti
okkum, so klára teir eisini tað á
heimavølli, so vit skulu ansa eftir.
Men vit hava skorað í hvørjum
dysti higartil í ár og fara ikki suður
fyri at verja leiðsluna. Vit fara
suður fyri at vinna, sigur Jákup á
Borg, venjari hjá B36.
Til onkrar dystir í ár hevur
skaðalistin verið upp ímóti teimum
tíggju, men í dag er skaðalistin
todnaður niður í fimm spælarar.
Róaldur Jakobsen, Christian R.
FÓTBÓLTUR
Løgmanssteypið:
Heðin Stenberg hevur leikbann, meðan
eykamálverjin er skaddur og givin. Tí hava
argjamenn leigað 44 ára gamla Geza Turi
úr Víkingi til hálvfinaluna móti HB í kvøld
AB LEIGAR
GEZA TURI