týsdagur 12. juni 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
6
BÓLKUR A
URUGUAY
SAUDI ARABIA
RUSSLAND
EGYPTALAND
VEGURIN TIL HM: Uruguay bleiv nummar
tvey í sínum undanbólki í Suðuramerika.
Hetta er meira sannførandi enn undanfarin
ár, tí seinastu fýra HM-kappingarnar máttu
teir í playoff-dystir.
VENJARIN: 71 ára gamli Oscár Tabárez er
elsti venjarin í HM. Hann hevur verið venjari
hjá Uruguay síðani 2006 og hevur skapt ein
taktiskt stinnan verjupart við knallhørðum
spæli.
PROFILARNIR: Luis Suarez er stóra stjørnan
hjá La Celeste, har eisini Edinson Cavani
og Diego Godin eru stór nøvn og hava eina
rúgvu at siga í ávikavist álops- og verjuparti.
SAMANUMTIKIÐ: Suarez, Cavani og Godin
eru allir farnir um tey 30, so tað er við at
verða nú ella ongantíð fyri Uruguay, sum
var sannførandi í undankappingini og er
favorittur at vinna sín bólk. Vísir eindin seg
frá síni sterkastu síðu, kunnu teir røkka
langt.
VEGURIN TIL HM: Atgongumerkið kom
í hús við einum 1-0-sigri á Japan í síðsta
umfari, og teir grønu løgdu eitt nú Avstralia
afturum seg í avrikinum at sleppa við til sítt
fyrsta HM síðani 2006.
VENJARIN: Bert Van Marwijk segði seg úr
starvi eftir undankappingina vegna ónøgd
við arbeiðsumstøðurnar. Nú eitur venjarin
Juan Antonio Pizzi, og hann hevur áður havt
góð úrslit við Kili.
PROFILARNIR: Miðvallarin Taisir Al-Jassim
er við sínum skapandi evnum lyklaleikarin á
liðnum, og nakað frammanfyri hann rennur
málslúkarin, Mohammad Al-Sahlawi, ið
hevur skotið 28 mál í 37 landsdystum.
SAMANUMTIKIÐ: Saudi Arabia hevur
gloppað dyrnar út í heim og loyvir nú leik
arum at spæla uttanlands. Hetta gevur vónir
um eina bjarta framtíð, men beint nú eru teir
ímillum tey veikastu. Málið má vera at fáa
okkurt stig.
STJØRNUSKOTIÐ Í BÓLKINUM...
MÁL
FELAG
1 Fernando Muslera (31) 96/0
Galatasaray
12 Martín Campaña (29) 1/0
Independiente
23 Martín Silva (35) 11/0
Vasco da Gama
VERJA
2 José Giménez (23) 41/4
Atlético Madrid
3 Diego Godín, liðsk. (32) 115/8
Atl. Madrid
4 Guillermo Varela (25) 3/0
Peñarol
13 Gastón Silva (24) 17/0
Independiente
16 Maxi Pereira (34) 124/3
Porto
19 Sebastián Coates (27) 30/1
Sporting CP
22 Martín Cáceres (31) 75/4
Lazio
MIÐJA
5 Carlos Sánchez (33) 35/1
Monterrey
6 Rodrigo Bentancur (20) 6/0
Juventus
7 Cristian Rodríguez (32) 104/11
Peñarol
8 Nahitan Nández (22) 11/0
Boca Juniors
14 Lucas Torreira (22) 2/0
Sampdoria
15 Matías Vecino (26) 21/1
Inter Milan
17 Diego Laxalt (25) 5/0
Genoa
ÁLOP
9 Luis Suárez (31) 97/50
Barcelona
10 Giorgian De Arrascaeta (24) 13/1
Cruzeiro
11 Cristhian Stuani (31) 40/5
Girona
18 Maxi Gómez (21) 4/0
Celta Vigo
20 Jonathan Urretaviscaya (28) 4/0
Monterrey
21 Edinson Cavani (31) 100/42
PSG
MÁL
FELAG
1 Abdullah Al-Mayouf (31) 10/0
Al-Hilal
21 Yasser Al-Mosailem (34) 32/0
Al-Ahli
22 Mohammed Al-Owais (26) 6/0
Al-Ahli
VERJA
2 Mansoor Al-Harbi (30) 39/1
Al-Ahli
3 Osama Hawsawi, liðsk. (34) 134/7
Al-Hilal
4 Ali Al-Bulaihi (28) 3/0
Al-Hilal
5 Omar Hawsawi (32) 41/3
Al-Nassr
6 Mohammed Al-Breik (25) 10/1
Al-Hilal
13 Yasser Al-Shahrani (26) 36/0
Al-Hilal
23 Motaz Hawsawi (26) 17/0
Al-Ahli
MIÐJA
7 Salman Al-Faraj (28) 42/3
Al-Hilal
8 Yahya Al-Shehri (27) 56/8
Leganés
9 Hattan Bahebri (25) 4/0
Al-Shabab
11 Abdulmalek Al-Khaibri (32) 36/0
Al-Hilal
12 Mohamed Kanno (23) 6/1
Al-Hilal
14 Abdullah Otayf (25) 15/1
Al-Hilal
15 Abdullah Al-Khaibari (21) 4/0
Al-Shabab
16 Housain Al-Mogahwi (30) 17/1
Al-Ahli
17 Taisir Al-Jassim (33) 131/18
Al-Ahli
18 Salem Al-Dawsari (26) 32/4
Villarreal
ÁLOP
10 Mohammad Al-Sahlawi (31) 39/28
Al-Nassr
19 Fahad Al-Muwallad (23) 44/10
Levante
20 Muhannad Assiri (31) 18/4
Al-Ahli
MÁL
FELAG
1 Igor Akinfeev, liðsk. (32) 106/0
CSKA Moscow
12 Andrey Lunyov (26) 3/0
Zenit Saint Petersburg
20 Vladimir Gabulov (34) 10/0
Club Brugge
VERJA
2 Mário Fernandes (27) 5/0
CSKA Moscow
3 Ilya Kutepov (24) 7/0
Spartak Moscow
4 Sergei Ignashevich (38) 122/8
CSKA Moscow
5 Andrei Semyonov (29) 6/0
Akhmat Grozny
13 Fyodor Kudryashov (31) 19/0
Rubin Kazan
14 Vladimir Granat (31) 12/1
Rubin Kazan
23 Igor Smolnikov (29) 27/0 Zenit Saint Petersburg
MIÐJA
6 Denis Cheryshev (27) 11/0
Villarreal
7 Daler Kuzyayev (25) 6/0 Zenit Saint Petersburg
8 Yury Gazinsky (28) 6/0
Krasnodar
9 Alan Dzagoev (27) 57/9
CSKA Moscow
11 Roman Zobnin (24) 12/0
Spartak Moscow
15 Aleksei Miranchuk (22) 18/4 Lokomotiv Moscow
16 Anton Miranchuk (22) 6/0
Lokomotiv Moscow
17 Aleksandr Golovin (22) 19/2
CSKA Moscow
18 Yuri Zhirkov (34) 84/2
Zenit Saint Petersburg
19 Aleksandr Samedov (33) 48/7
Spartak Moscow
21 Aleksandr Yerokhin (28) 17/0 Zenit S. Petersburg
ÁLOP
10 Fyodor Smolov (28) 32/12
Krasnodar
22 Artem Dzyuba (29) 23/11
Arsenal Tula
MÁL
FELAG
1 Essam El-Hadary (45) 158/0
Al-Taawoun
16 Sherif Ekramy (34) 22/0
Al Ahly
23 Mohamed El-Shenawy (29) 3/0
Al Ahly
VERJA
2 Ali Gabr (29) 21/1
West Br. Albion
3 Ahmed Elmohamady (30) 78/2
Aston Villa
6 Ahmed Hegazi (27) 45/1
West Br. Albion
7 Ahmed Fathy (33) 126/3
Al Ahly
12 Ayman Ashraf (27) 4/0
Al Ahly
13 Mohamed Abdel-Shafy (32) 51/1
Al-Fateh
15 Mahmoud Hamdy (23) 0/0
Zamalek
20 Saad Samir (29) 11/0
Al Ahly
MIÐJA
4 Omar Gaber (26) 24/0
Los Angeles FC
5 Sam Morsy (26) 5/0
Wigan A.
8 Tarek Hamed (29) 21/0
Zamalek
17 Mohamed Elneny (25) 61/5
Arsenal
19 Abdallah Said (32) 36/6
KuPS
21 Trézéguet (23) 24/2
Kasımpaşa
ÁLOP
9 Marwan Mohsen (29) 24/4
Al Ahly
10 Mohamed Salah (25) 57/33
Liverpool
11 Kahraba (24) 19/3
Al-Ittihad
14 Ramadan Sobhi (21) 23/1
Stoke City
18 Shikabala (32) 29/2
Al-Raed
22 Amr Warda (24) 16/0
Atromitos
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
VEGURIN TIL HM: Russland hevur fingið
æruna av at vera vertur fyri 21. útgávuni av
HM, og tískil sluppu teir undan at spæla seg
til HM. Teir fingu tillutað vertsskapin afturi í
2010.
VENJARIN: Fyrrverandi russiski landsliðs
málverjin, Stanislav Cherchesov, hevur sitið í
venjarastólinum síðani 2016, og hann stríðist
eisini fyri at varðveita starvið. Sáttmálin
gongur út 1. august.
PROFILARNIR: Tann royndi aftasti skansin,
Igor Akinfeev, kreativi Alan Dzagoev og
áleypari Fedor Smolov eru lyklaleikarar á
skaðadarvaða russiska liðnum, sum manglar
Kambolov, Vasin, Dzhikiya og Kokorin.
SAMANUMTIKIÐ: Russland hevur spælt
eina rúgvu av venjingardystum, og úrslitini
hava verið misjøvn. Teir hava fingið eitt gott
lutakast, men vónirnar røkka neyvan nógv
longri enn at sleppa víðari úr bólkinum.
VEGURIN TIL HM: Eitt brotssparksmál í 95.
minutti syrgdi fyri, at Egyptaland nú hevur
spælt seg til sítt fyrsta HM síðani 1990.
Teir vunnu bólkin, har teir vóru paraðir við
Uganda, Ghana og Kongo.
VENJARIN: Hóast tekniskt stinnar leikarar
í hópinum, so má Héctor Cúper flokkast
sum ein konservativur venjari, har hann vil
hava liðið at standa djúpt og hevur tveir
verjukendar miðvallarar.
PROFILARNIR: Mohamed Salah er sjálvandi
stóra stjørnan á liðnum, har miðvallarin
Elneny eisini hevur stóran leiklut saman
við 45 ára gamla málverjanum, Essam El-
Hadary, ið er elsti spælarin í HM-søguni.
SAMANUMTIKIÐ: Egyptaland hevur skapt
eina eind, ið er trupul at bróta niður, og so
ger tað ikki sakina verri, at teir hava Salah
rennandi í hinum endanum. Tað eru vónir
um, at teir lirka seg víðari úr bólkaspælinum.
14. juni 16.00
RUSSLAND
SAUDI ARABIA
Moskva
15. juni 13.00
EGYPTALAND
URUGUAY
Yekaterinburg
19. juni 19.00
RUSSLAND
EGYPTALAND
Skt. Pætursborg
20. juni 16.00
URUGUAY
SAUDI ARABIA
Rostov-on-Don
25. juni 15.00
URUGUAY
RUSSLAND
Samara
25. juni 15.00
SAUDI ARABIA
EGYPTALAND
Volgograd
DAGUR
KLOKKAN
LEIKSTAÐUR
DYSTARSKRÁ
MAXI GÓMEZ hjá
Uruguay skeyt heili 17
landskappingarmál fyri
Celta Vigo í ár. Hann
er aftanfyri Suarez og
Cavani í røðini, men 21
ára gamli áleyparin
fær helst møgu
leikan at vísa
sítt máltev.
Eingin almenn sjónvarpsstøð í miðeystri hevur keypt rættindini at vísa HM-fótbólt, men nú fáa hyggjarar haðani óvæntaða
hjálp úr Ísrael. Onnur ár hva hyggjararnir keypt sær atgongd at síggja dystir umvegis Al Jazeera, men hesum sleppa teir
tó undan hesaferð. ÍSRAELSKA TJÓÐARSJÓNVARPIÐ, KAN, hevur boðað frá, at teir fara at senda dystirnar beinleiðis í
londum í Miðeystri – púra ókeypis. Hetta gera teir soleiðis allir arabarar – ikki bara teir í Ísrael – kunnu síggja fótbólt.