Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM BÓLKUR A URUGUAY hevur verið til HM 12 ferðir, og teir hava verið heimsmeistarar tvær ferðir (1930 og 1950). Teir eru blivnir nummar fýra tríggjar ferðir (1954, 1970 og 2010). Seinast taptu teir 1/8-finaluna ímóti Kolumbia. Árini 1994 til 2006 var SAUDI ARABIA við í HM, og hetta eru einastu fýra HM, teir hava verið við. Besta úrslitið var í 1994, tá ið teir komu víðari úr bólkaspælinum, men taptu í fjórðings­ finaluni ímóti bronsuvinnarunum, Svøríki. Tríggjar ferðir áður hevur RUSSLAND verið við í HM sum sjálvstøðug tjóð (1994, 2002 og 2014). Teir hava ongantíð megnað at spælt seg víðari úr bólkinum. Sum Sovjet hava teir tó verið við til HM sjey ferðir. Besta úrslit er eitt fjórða pláss (1966). Tað er langt ímillum, at EGYPTALAND er við í HM. Teir vóru við í 1934 og so ikki aftur fyrr enn í 1990. Báðu ferðirnar ruku teir úr bólkaspælinum. TEIR LEGGJA IKKI FINGRAR­NAR ÍMILLUM Í SAUDI ARABIA. – DEILDIN Í SAUDI ARABIA FER AT VERA EIN AV BESTU DEILD­UNUM Í HEIMINUM Í 2020, SIGUR OVASTIN FYRI ÍTRÓTTAR­MYNDUGLEIKAN, SUM NÚ HEVUR SETT TILTØK Í VERK AT RØKKA HESUM MÁLI S audi Arabia er kent sum eitt land, sum á mongum økjum ikki kann sigast at vera serliga framkomið. Bann ímóti hesum og hesum seta síni merki á samfelagið, men landið er so smátt farið at gloppa ymiskar dyr, og nú ætlar landið sær at hava eina av bestu fótbóltsdeildunum í heiminum. Tað er ovastin í ítróttarmyndugleikanum har, Turki Al-Asheikh, sum er komin við hesum djarva málsetninginum. – Við stuðli frá krúnprinsi Mohammed bin Salman, fer Saudiska deildin at vera ein av bestu deildunum í heiminum í 2020, hevur Turki Al-Asheikh sagt í einari frá­ boðan í sjónvarpinum í landinum. Hann segði eisini, at málsetningurin er at fáa fleiri áskoðarar. Nágreiniligi mál­ setn­ingurin er at fara frá einari millión áskoð­arum árliga til tríggjar milliónir áskoð­arar árliga í 2019. Her er talan um áskoð­arar, sum fysiskt eru til staðar á leik­ vall­unum. Tað eru fleiri lutfalsliga stór feløg í Saudi Arabia. Nevnast kunnu eitt nú Al Hilal, Al Nassr, Al Ittihad Jeddah og Al Ahli. Tað er staturin, sum eigur feløgini, men fyri at styrkja um kappingina eru ætlanir um at einskilja feløgini. Hetta skal eisini gerast fyri at fáa størri gjøgnumskygni, tí – sum nú er – verða ov nógvir pengar pumpaðir inn í feløgini uttan at neyvt yvirlit er yvir hvat pengarnir verða brúktir til. GREIÐAR REGLUR Saudi Arabia, sum ikki fyrr enn í fjør loyvdi konufólki at koyra bil og ikki fyrr enn í ár loyvdi konufólki at síggja fótbólt, hevur lagt greiðar ætlanir hvussu málið um at vera millum bestu fótbóltsdeildir í 2020 skal røkkast. Tað er greitt, at pengar ikki er ein mangul­vøra, men farast skal rætt fram. Fót­bóltssambandið í Saudi Arabia hevur fingið ser­frøð­ingar úr Onglandi og Italia at hjálpa sær, og fetini, ið skulu takast, eru mong í tali. Eitt tað fyrsta, ið skal betrast, er um­sitingarligi parturin, og fram­yvir fara feløg einans at hava loyvi til at lata 70% av árliga umsetninginum út í leikara­keypum og lønum. Restin skal brúkast til umsiting, til­tøk og ungdóms­deild. Ein lóg verður nú eisini gjørd um, at hvørt felag í mesta lagi kann hava 28 leik­arar í besta hópinum. Tað verður har­ umframt eitt hámark upp á sjey útlendskar spælarar, samstundis sum tað er eitt krav, at í minsta lagi fimm U23-leikarar úr Saudi Arabia skulu vera í hópinum. Ítróttarovastin er somikið nágreiniligur í sínum ætlanum, at hann eisini vil hava dóm­ara­støðið og enntá støðið á fjøl­miðl­ unum at hækka. Tað er mangan áður sæð, at ríku olju­ statirnir keypa kendar leikarar til sína deild fyri at eksponera, og tað skal ikki undra, um Saudi Arabia eisini fer at gera hetta í royndini at røkka tindunum. Tað hava longu verið leysasøgur um, at Monaco-áleyparin, Radamel Falcao, og Southampton-verjuleikarin, Maya Yoshida, eru á veg til saudiarabiskan fót­ bólt. SAUDI ARABIA VIL UPP Á TINDIN Hvørjar vónir hevur tú um, at Uruguay vinnur seg víðari úr bólkinum? – Bólkurin sær ikki út av vera serliga torførur á papírunum, nú Russland og Saudi Arabia eru lægst á FIFA styrkis­listanum av øllum 32 luttakaralondunum og Egypta­land, sum Uruguay fyrst tekur ímóti, fer møguliga at sakna Salah, tað er jú óvist, um hann verður klárur til fyrsta dystin. Eg vóni og vænti at Uruguay kann vinna bólkin men eg verði eisini nøgdur, um teir koma víðari sum tveyarar. Hvussu langt kann Uruguay røkka í HM- endaspælinum? – Eg havi – og tað fyri fyrstu ferð nakrantíð – eina sterka trúgv at Uruguay, sum er næst­minsta landið í HM hesaferð, kann endur­ taka tey gomlu brøgdini og vinna HM enn einaferð. Tað er soleiðis at tey flestu uttanveltaðu hava lyndi til at undirmeta Uruguay og fokusera meira á tey stóru londini. Tey mistaka seg. Uruguay er, sum kunnugt, heimsins mest vinn­andi landslið við 20 altjóða heitum og einum arvaðum vinnara­mentaliteti. Í løtuni eigur "La Celeste", eftir mínari áskoðan, tey bestu leikarapørini bæði í mið­verju (Godín/ Giménez) og álopinum (Suárez/Cavani). Ung­dóms­lands­liðini hava tey sein­astu árini havt framúr úrslit í heims- og suður­ amerikonskum kappingum og miðvøllurin er í sein­astuni nógv ríkaður við monnum sum Bentancur, De Arrascaeta, Vecino, Torreira – teir fara vit at síggja nógv til Í Russlandi. Nógv góð lið eru við – men eingin hevði ynskt sær Uruguay, sum mótstøðulið, tað eri eg vísur í! Hvør væntar tú vinnur HM? – Eg havi gott nokk svarað hesum spurninginum íaðni men um eg skal finna ein annan favorit, so sigi eg Brasil – teir eru bara so óhugna­liga sterkir á øllum plássum og hava ein sera dugnaligan venjara. Men - Brasil hatar at møta Uruguay! „URUGUAY KANN ENDUR­ TAKA GOMLU BRØGDINi OG VINNA HM“ IVAN EGINSSON EYSTURLAND, URUGUAY-FJEPPARI: