Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM 8 IRAN PORTUGAL MAROKKO SPANIA VEGURIN TIL HM: Iran spældi seg til HM í sannførandi stíli umvegis asiatisku undan­ kappingina. Teir fingu 22 stig í 10 dystum og, nærum ótrúligt, hildu teir málið reint í níggju teimum fyrstu dystunum. VENJARIN: Fyrrverandi Real Madrid- venjarin, Carlos Queiroz, hevur á øðrum sinni fingið Iran við til HM (2014), og hann er ein væl dámdur harri í landinum. Hann hug­ savnar seg mest um verjupartin. PROFILARNIR: Tað eru stórar vónir til áleyparan, Sardar Azmoun, sum – hóast 23 ára gamal – longu hevur skotið 23 mál. Hann spælir í russiska Rubin Kazan, men hevur verið settur í samband við størri feløg í Evropa. SAMANUMTIKIÐ: Við verjupartinum sum vápn dúvar Iran upp á at taka onkran á bóli, men tað verður trupult at útinna í hesum sterka bólkinum, har Iran er mett at enda aftast. VEGURIN TIL HM: Evropameistararnir fóru flúgvandi ígjøgnum bólkin, har Føroyar vóru við í, og fingu 27 út av 30 møguligum stigum. Tað var sama stigatal sum Sveis, men Portugal hevði betri málmun – væl hjálpt av 15 Ronaldo-málum. VENJARIN: Meistaravenjarin, Fernando Santos, er væl dámdur í Portugal, har hann hug­savnar seg um at halda skipanina og at lata Ronaldo ganda frammi í álopinum. PROFILARNIR: Fimmfaldi Ballon d’Or- vinnarin, Cristiano Ronaldo, er sum vera man stjørnan á liðnum. Avrikini hjá honum eru alt­avgerandi fyri hvussu liðið avrikar í kappingini. SAMANUMTIKIÐ: Teir vóru flúgvandi í undan­kappingini og hava fingið eitt ógvu­ liga yvirkomiligt lutakast, so sjálvsálitið hjá Portugal er óivað nóg stórt til at fara eftir at endurskapa EM-bragdið til eitt HM-bragd. STJØRNUSKOTIÐ Í BÓLKINUM... MÁL FELAG 1 Alireza Beiranvand (25) 21/0 Persepolis 12 Mohammad Rashid Mazaheri (29) 3/0 Zob Ahan 22 Amir Abedzadeh (25) 1/0 Marítimo VERJA 3 Ehsan Hajsafi (28) 93/6 Olympiacos 4 Rouzbeh Cheshmi (24) 9/1 Esteghlal 5 Milad Mohammadi (24) 18/0 Akhmat Grozny 8 Morteza Pouraliganji (26) 26/2 Al-Sadd 13 Mohammad Reza Khanzadeh (27) 11/1 Padideh 15 Pejman Montazeri (34) 46/1 Esteghlal 19 Majid Hosseini (21) 1/0 Esteghlal 23 Ramin Rezaeian (28) 27/2 Oostende MIÐJA 2 Mehdi Torabi (23) 16/4 Saipa 6 Saeid Ezatolahi (21) 25/1 Amkar Perm 7 Masoud Shojaei, liðsk. (34) 73/8 AEK Athens 9 Omid Ebrahimi (30) 29/0 Esteghlal 11 Vahid Amiri (30) 35/1 Persepolis ÁLOP 10 Karim Ansarifard (28) 63/16 Olympiacos 14 Saman Ghoddos (24) 7/1 Östersunds FK 16 Reza Ghoochannejhad (30) 42/17 Heerenveen 17 Mehdi Taremi (25) 25/11 Al-Gharafa 18 Alireza Jahanbakhsh (24) 37/4 AZ 20 Sardar Azmoun (23) 32/23 Rubin Kazan 21 Ashkan Dejagah (31) 45/9 Nottingham Forest MÁL FELAG 1 Rui Patrício (30) 69/0 Sporting CP 12 Anthony Lopes (27) 7/0 Lyon 22 Beto (36) 14/0 Göztepe VERJA 2 Bruno Alves (36) 96/11 Rangers 3 Pepe (35) 95/5 Beşiktaş 5 Raphaël Guerreiro (24) 24/2 Borussia Dortmund 6 José Fonte (34) 31/0 Dalian Yifang 13 Rúben Dias (21) 1/0 Benfica 15 Ricardo Pereira (24) 4/0 Porto 19 Mário Rui (27) 4/0 Napoli 21 Cédric (26) 29/1 Southampton MIÐJA 4 Manuel Fernandes (32) 14/3 Lokomotiv Moscow 8 João Moutinho (31) 110/7 Monaco 10 João Mário (25) 36/2 West Ham United 11 Bernardo Silva (23) 25/2 Manchester City 14 William Carvalho (26) 43/2 Sporting CP 16 Bruno Fernandes (23) 6/1 Sporting CP 23 Adrien Silva (29) 23/1 Leicester City ÁLOP 7 Cristiano Ronaldo, liðsk. (33) 150/81 R. Madrid 9 André Silva (22) 23/12 Milan 17 Gonçalo Guedes (21) 10/3 Valencia 18 Gelson Martins (23) 18/0 Sporting CP 20 Ricardo Quaresma (34) 77/9 Beşiktaş MÁL FELAG 1 Yassine Bounou (27) 11/0 Girona 12 Munir Mohamedi (29) 26/0 Numancia 22 Ahmed Reda Tagnaouti (22) 2/0 IR Tanger VERJA 2 Achraf Hakimi (19) 9/1 Real Madrid 3 Hamza Mendyl (20) 13/0 Lille 4 Manuel da Costa (32) 27/1 İstanbul Başakşehir 5 Medhi Benatia, liðsk. (31) 56/2 Juventus 6 Romain Saïss (28) 23/1 Wolverhampton W. 17 Nabil Dirar (32) 34/3 Fenerbahçe MIÐJA 7 Hakim Ziyech (25) 17/8 Ajax 8 Karim El Ahmadi (33) 50/1 Feyenoord 10 Younès Belhanda (28) 46/4 Galatasaray 11 Fayçal Fajr (29) 23/2 Getafe 14 Mbark Boussoufa (33) 58/7 Al-Jazira 15 Youssef Aït Bennasser (21) 13/0 Caen 16 Nordin Amrabat (31) 43/4 Leganés 18 Amine Harit (20) 5/0 Schalke 04 21 Sofyan Amrabat (21) 5/0 Feyenoord 23 Mehdi Carcela (28) 20/1 Standard Liège ÁLOP 9 Ayoub El Kaabi (24) 9/11 RS Berkane 13 Khalid Boutaïb (31) 17/7 Yeni Malatyaspor 19 Youssef En-Nesyri (21) 15/1 Málaga 20 Aziz Bouhaddouz (31) 14/3 FC St. Pauli MÁL FELAG 1 David de Gea (27) 28/0 Manchester United 13 Kepa Arrizabalaga (23) 1/0 Athletic Bilbao 23 Pepe Reina (35) 36/0 Napoli VERJA 2 Dani Carvajal (26) 15/0 Real Madrid 3 Gerard Piqué (31) 97/5 Barcelona 4 Nacho (28) 16/0 Real Madrid 12 Álvaro Odriozola (22) 3/1 Real Sociedad 14 César Azpilicueta (28) 22/0 Chelsea 15 Sergio Ramos, liðsk. (32) 151/13 Real Madrid 16 Nacho Monreal (32) 22/1 Arsenal 18 Jordi Alba (29) 61/8 Barcelona MIÐJA 5 Sergio Busquets (29) 102/2 Barcelona 6 Andrés Iniesta (34) 126/14 Barcelona 7 Saúl (23) 10/0 Atlético Madrid 8 Koke (26) 39/0 Atlético Madrid 10 Thiago (27) 28/2 Bayern Munich 20 Marco Asensio (22) 11/0 Real Madrid 22 Isco (26) 27/10 Real Madrid ÁLOP 9 Rodrigo (27) 5/2 Valencia 11 Lucas Vázquez (26) 6/0 Real Madrid 17 Iago Aspas (30) 9/4 Celta Vigo 19 Diego Costa (29) 19/7 Atlético Madrid 21 David Silva (32) 120/35 Manchester City (Aldur) Landsdystir/-mál (Aldur) Landsdystir/-mál (Aldur) Landsdystir/-mál (Aldur) Landsdystir/-mál VEGURIN TIL HM: Marokko er við fyrstu ferð í 20 ár. Teir vunnu bólkin frammanfyri Fíla­ beins­strondini, Gabon og Mali. Tað bleiv til tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir. Einki mál fór ígjøgnum. Málúrtøka: 11-0. VENJARIN: Sum málúrtøkan omanfyri eisini bendir á, so er taktikkurin hjá franska Hervé Renard verja-fyrst. Tað er í verjuketuni, at Marokko hevur størstu nøvnini og styrkina. PROFILARNIR: Stóri profilurin á liðnum er Juventus-leikarin, Medhi Benatia. Hann er verju­skansi og liðskipari. Á miðvøllinum er Hakim Ziyech úr FC Twente tann skapandi drívmegin. SAMANUMTIKIÐ: Liðið hevur staðið seg sera væl í verjupartinum, men nú er annað kramm í mótstøðuni, og helst fer Marokko fyrst og fremst at kappast við Iran og síðani royna at skapa sensatiónina ímóti Spania og Portugal. VEGURIN TIL HM: Spania fór ósigrað ígjøgnum undankappingina, har teir vóru í bólki við Italia, Makedonia, Ísrael, Albania og Liktinstein. Teir vunnu níggju dystir og spældu ein javnan. VENJARIN: Julen Lopetegui hevur vunnið EM við U19- og U21-landsliðunum hjá Spania, og tískil kennist hann væl við ta sponsku taktikkbókina, har høvuðs­ uppskriftin framvegis eitur tiki-taka. PROFILARNIR: Glóðheiti David de Gea kann geva Spania nøkur eykalív. Stríðs­mað­ urin í verjuni, Sergio Ramos, skal syrgja fyri javnvágini á liðnum aftanfyri tann skap­andi partin, har Isco er í stórformi. SAMANUMTIKIÐ: Spania er ikki á tí støð­ inum, sum teir vóru tá teir vunnu HM í 2010 og EM í 2012, men við teimum royndunum og evnunum at skapa ein dyst, so kunnu teir ikki útilokast aftur at skapa eitt stórt úrslit. 15. juni 16.00 MAROKKO IRAN Skt. Pætursborg 15. juni 19.00 PORTUGAL SPANIA Sochi 20. juni 13.00 PORTUGAL MAROKKO Moskva 20. juni 19.00 IRAN SPANIA Kazan 25. juni 19.00 IRAN PORTUGAL Saransk 25. juni 19.00 SPANIA MAROKKO Kaliningrad DAGUR KLOKKAN LEIKSTAÐUR DYSTARSKRÁ Rótfesta spanska liðið hevur ikki pláss fyri nógvum ungum leikarum, men 22 ára gamli Real Madrid-leikarin, MARCO ASENSIO, kann gerast eitt frískligt íkast. Hann hevur gott hugflog og er ótta­leysur. Portugisiski venjarin hjá Iran, CARLOS QUEIROZ, hevur nú fýra ferðir fingið eitt lið við til HM-endaspælið. Hann fekk Suðurafrika við í 2002, Portugal við í 2010, Iran við í 2014 og nú aftur Iran í 2018. Megnar hann kynstrið eina fimtu ferð, so er hann einasti venjarin, sum hevur fingið eitt landslið við til HM-endaspælið fimm ferðir. Brasilski Alberto Pereira og serbiski Bora Milutinovic hava verið venjarar í fimm endaspølum, men hava ikki verið við liðunum allan vegin í undankappingini. BÓLKUR B