Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍKIRKJA Eirikur Lindenskov Tann millum manna so kenda Meinigheitin í Hoy- vík fær nú nýtt navn. Hon fer nú at eita »Fríkirkjan Oasan«. Sum ein fylgja av karis- matisku vekingini í sjeyti- árunum, byrjaðu einstak- lingar fyrst í áttatiárunum at savnast til møtir í Hoy- víkar skúla. henda meinig- heit varð manna millum kend sum Meinigheitin í Hoyvík, og hevur hon líka síðani havt ymiskt andaligt virksemi, fyrstu árini bæði í Hoyvíkar skúla og í Oas- uni í Havn, og nú seinastu tvey æarini í øðrum bygn- ingi Uppi á Brekku 3 í Hoyvík. – Ásannandi at tað eru fleiri meinigheitir í Hoyvík, er avgerð tikin um, at henda meinigheit framyvir ikki skal eita »Meinigheitin í Hoyvík«, men »Fríkirkjan Oasan«, sigur Jóni Jo- hannesen, sum er fyri- støðumaður í Meinigheit- ini. Hann sigur eisini, at tey fara at lýsa í dagbløðunum við tiltøkunum hjá Fríkirkj- uni Oasuni. UNDIRSKRIVT Ivi hevur verið sáddur um, hvørt avtalan, sum bleiv gjørd millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í Havn eftir býráðsvalið týs- kvøldið, er løgfrøðisliga bindandi. Rás 2 setti hósdagin løgfrøðingum spurningin, og hesir eru sannførdir um, at avtalan, hóast hon er undirskrivað av báðum pørtum, ikki er løgfrøðis- liga bindandi, tí talan er um eina reint politiska avtalu. Ein slík avtala kann ikki nýtast til at trýsta nakað ígjøgnum, siga løgfrøðing- arnir. Ikki løgfrøðiliga bindandi Meinigheitin í Hoyvík eitur nú Fríkirkjan Oasan 2 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 3 C M Y K 3 2