leygardagur 13. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
5
Fara varliga avstað
Nýggi borgarstjórin í
Vestmanna ætlar ikki
at seta nakrar villar
ætlanir í verk kom-
andi árið. Fyrst skal
ein langtíðarætlan
leggjast, sigur Karl
Olsen
KOMMUNUVAL
Edvard Joensen
Vestmanna:
Tað verða ongar villar ætl-
anir á skránni hjá nýggja
bygdarráðnum
í
Vest-
manna, sigur Karl Olsen,
sum verður nýggjur borga-
stjóri í Vestmanna á nýggj-
árinum.
Nýggja bygdarráðið fer
at halda fram við arbeiðum,
sum eru í gongd, men hevur
sjálvandi eisini sínar ætl-
anir, sigur Karl Olsen.
– Nú er barnansingin
komin upp á pláss, so tað
verður ikki tað, sum verður
raðfest fremst, sigur hann.
Vit fara heldur at raðfesta
arbeiðspláss og vinnulív í
fremstu røð, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at
hetta er ikki nakað brot við
tann politikk, sum rikin er í
Vestmanna
hesi
árini,
Kvinnulistin hevur sitið við
stýrið. Tað eru arbeiði í
gongd, sum hann heldur, at
arbeiðast skal víðari við.
Hann nevnir ikki nakað
ítøkiligt uttan tað, at arbeitt
helst fer at verða við onkr-
ari ætlan um vetrarfriðing.
Ymisk mál eru, sum
samstarvast má við granna-
kommunur um, sigur Karl
Olsen. Eit nú barnavernd
og eldraøkið, og tað fara
tey so at taka upp sum eitt
að fyrsta, heldur hann.
Tá Sosialurin tosaði við
komandi borgarstjóran í
Vestmanna, hevði eingin
endalig skipan av nýggja
bygdarráðnum verið. Hann
var tá ikki greiður yvir, um
arbeitt fer at verða við
meiriluta og minniluta. Í øll-
um førum ynskti hann eitt
gott samstarv millum allar
bygdarráðslimirnar.
Hóast nýggja bygdarráð-
ið ikki enn hevur tikið við,
hevur tað kortini fingið sítt
fyrsta mál, soleiðis meira
ella minni. Tað er málið um
bátahylin hjá kvívíkingum
á Válinum.
Karl Olsen sigur, at hann
væntar, at tað fer at bera til
at loysa hatta málið í øllum
góðum, og at samstarvið
við Kvívíkar Kommunu um
onnur mál eisini man fara
at verða gott.
Nýggi borgarstjórin í
Vestmanna sigur, at hann
hevur kunnað seg um fíggj-
arsøðuna hjá kommununi,
og har stendur ikki so illa
til, sigur hann og fer í góð-
um treysti undir sítt fyrsta
skeið sum kommunalpolit-
ikari nakrantíð.
Limirnir í nýggja bygdarráðnum í Vestmanna hittust hóskvøldið. Karl Olsen, sitandi í miðuni,
verður nýggjur borgarstjóri í Vestmanna
Mynd: Jens Kristian Vang
Ósemja um sjómark á Vestmanna
Vestmenningar og
kvívíkingar eru
vorðnir ósamdir um
mark. Ikki uppi á
landi, men sjómark.
Fyribils er arbeiðið
upp á nýggja bátahyl-
in hjá Kvívíkar
Kommunu steðgað
MARKNATRÆTA
Edvard Joensen
Á Válinum:
Kvívíkar Kommuna hevur
steðgað arbeiðinum upp á
nýggja bátahylin á Válin-
um, tí vestmenningar hótta
við fútaforboði.
Men nú er talan um
sinniligt fólkaslag, sum
ikki plagar at loypa framav,
so teir eru í øllum góðum
farnir at tosa um málið og
vænta at finna eina virði-
liga loysn, siga báðir partar.
Vestmanna
Kommuna
havur gjørt vart við, at
grótkastið í samband við
bátahylin, sum Kvívíkar
Kommuna er farin undir á
Valinum, fer at koma so
langt út frá landi, at tað fer
um tað markið, sum vest-
menningar siga, er galdandi
eftir sjónum inni á Vest-
manna. Kvívíkingar meta
hetta ikki sum mark, og
vestmenningar svara aftur
við at hótta við fútaforboði,
um kvívíkingar halda fram
við
arbeiðinum.
Hetta
halda kvívíkingar ikki vera
tað vert, og hava tí av sínum
eintingum steðgað arbeið-
inum og heitt á Vestmenn-
ingar um at tosa saman um
málið. Tað fara partarnir so
at gera.
Kvívíkar Kommuna hev-
ur
av
sínumeintingum
steðgað arbeiðinum, tí tey
frættu at vestmenningar
høvdu umhugsað fútafor-
boð, sigur Heini Holm frá-
farandi
borgartjóri
í
Kvívík.
Hann heldur ikki, at tað
er nøkur meining í hjá
grannunum at fara at
stríðast um hetta málið.
Serliga lítið hugligt er tða
hjá nýggjum bygdarráðum
at byrja samstarv soeliðs,
heldur hann.
Hann hevur tí heitt á tey
nývaldu bygdarráðini í báð-
um kommununum um at
tosa saman, soleiðis at tey,
sum komandi skulu stýra
kommununum, kunnu tosa
seg til sættis.
Tað eydnaðist ikki at fá
orð á fráfarandi borgar-
stjóran í Vestmanna, Gunn
Joensen. Men formaðurin í
havnarnevndini,
Jóhan
Hendrik Hansen, sigur, at
hann veit ikki annað, enn at
kvívíkingar hava steðgað
arbeiðinum.
Hann váttar, at Vest-
manna Kommuna hevur
tosað um fútaforboð móti
arbeiðinum, men komm-
unan hevur ikki biðið um
nakað slíkt, sigur hann.
Komandi borgarstjórin í
Vestmanna, Karl Olsen,
sigur, at hann hevur frætt
frá kvívíkingum um málið,
og hann væntar, at tað fer at
bera til at finna eina skila-
góða loysn á málinum.
Heini Holm, fráfarandi
borgarstjóri í Kvívík, greið-
ir frá, at talan er um eina
ósemju um, hvar komm-
unumarkið gongur úr eftir
Vestmanna.
Kvívíkar
Kommuna gongur at Helj-
areyga, sum er mark. Vest-
menningar siga, at markið
gongur haðani í eini linju
yvir um vágna soleiðis, at
hon verður so nær Vála-
landinum, at grótkastið,
sum kvívíkingar ætla at
gera, fer útum. Her eru
kvívíkingar ósamdir.
Heini Holm sigur, at tað
ber ikki til at fáa staðfest
nágreiniliga, hvørki hjá
Matrikulstovuni
ella
Landsverki, hvar hetta góða
mark er.
– Á landi er eingin trupul-
leiki at staðfesta mark, sigur
hann. Men tá komið verður
á sjógv, er øðrvísi. Hetta er
líkasum eitt grátt øki, sum
ikki er roynt fyrr. So nú
verður spennandi at síggja,
hvussu hetta fer at enda, tí
tað fer ivaleyst at verða nýtt
sum dømi, um okkurt tilíkt
seinni kemur fyri aftur,
sigur Heini Holm.
Kvívíkar Kommuna er farin
undir at gera bátahyl á
Válinum. Vestmenningar
halda, at teir koma um
mark, og eru farnir at tosa
um fútaforboð. Arbeiðið er
steðgað fyribils
Mynd: Jens Kristian Vang
Vágaligur
dansur í Sørvági
Leygarkvøldið verð-
ur dansur í Sørvági,
har ágóðin fer til at
stuðla Australiaferð
hjá Ungdómsork-
estrinum í Vágum
STUÐULSTILTAK
Stuðulsdansur til frama
fyrk Australiaferðina hjá
Ungdómsorkestrinum í
Vágum verður í Sørvági
leygakvøldið.
Hetta verður Vágadans-
ur burturav, siga fyrireik-
ararnir. Orkestrið, sum er
at spæla, er sett saman av
tónleikarum úr Vágum, og
nevnir seg Vága Jam. Og
teir fara at spæla Vága
Sound, siga teir. Teir spæla
bara løg, sum orkestur úr
Vágum hava givið út.
Ungdómsorkestrið
í
Vágum fyrireikar í løtuni
eina ferð til Australia
næsta summar. Tey hava
ymisk tiltøk til tess at
savna pening. Ætlandi fer
Australiafeðin av vara
tvær vikur.
ej
C
M
Y
K
5
4