Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 7 – Vit líta á hvønn annan Katrin Dahl Jakob- sen heldur ikki, at kaotisku samráðing- arnar um nýggjan meiriluta í Havn, fara at forða fyri góðum samstarvi í meirilutanum BÝRÁÐSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Vit líta á hvønn annan og eru sera spent til at fara í gongd. Soleiðis sigur Katrin Dahl Jacobsen úr Javnað- arflokkinum, eftir at tað nú tikist verða púra greitt, hvør meirilutin í Tórs- havnar býráði verður næstu fýra árini. Rok og kaos hevur valdað í Havn síðani val- kvøldið, og fleiri avtalur eru gjørdar millum flokk- arnar. Summar avtalur skuldu vera bindandi, aðrar skuldu váttast, og millum allar avtalurnar royndu politikarar langt innanfyri mark fyri at tryggja sær ávirkan og royna at leggja fót fyri hini. Tey líta á hvønn annan Ber tað yvirhøvur til at hava ein gott samstarv í býráðnum eftir alt hetta? – Ja, tað rokni eg við. Fólk eru spent, og stemn- ingurin er sera góður, nú vit hava undirskrivað okk- ara avtalu, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Kunnu tit líta á hvønn annan eftir allar hesar avtalurnar? – Ja, vit líta á hvønn annan. Javnaðarflokkurin helt seg samráðast við Sambandsflokkin, tá ið fyrra avtalan var gjørd. Tit fingu at vita, at leiðslan í flokkinum visti av sam- ráðingunum. Tá ið tað so vísti seg, at flokkurin ikki stóð aftanfyri avtaluna, høvdu vit ein trupulleika, tí vit gera ikki avtalur við persónar, men við flokkar. Var tað so ein góð loysn, at Heðin Mortensen kom upp í Javnaðarflokkin? – Javnaðarflokkurin er opin fyri øllum, og eg rokni ikki við, at nakar flokkur fer at siga nei til at fáa nógvar atkvøður. Allir flokkar vilja jú vaksa. Kabalin gekk upp Hví gjørdu tit eina avtalu við Fólkaflokkin, eftir at tit høvdu eina avtalu við Tjóðveldisflokkin og Heðin Mortensen? – Tá tað kom fram, at Sambandsflokkurin ikki stóð aftanfyri avtaluna við Javnaðarflokkin og Tjóð- veldisflokkin, tosaðu vit við Fólkaflokkin. Tað var Fólkaflokkurin, sum bæð okkum koma á fund, og tað fóru vit. Men avtalan við Fólkaflokkin var treytað av, at valfelagið góðtók hana. Endin var tó, at valfel- agið hjá Javnaðarflokkin- um ikki vildi góðtaka samstarvið við Fólka- flokkin, og tá ið Heðin Mortensen so vildi sleppa upp í Javnaðarflokkin, gekk ein sera fløkt kabal mitt í tí heila upp. Javnaðarflokkurin fekk ein býráðslim afturat, flokkurin fekk borgar- stjóran, og so var lag á manni at skriva undir nýggja avtalu við Tjóð- veldisflokkin. Kvinnurnar ráða Sjey býráðslimir verða partur av meirilutanum í Tórshavnar býráði næstu fýra árini, og av teimum eru fýra kvinnur. – Kvinnurnar hava góða umboðan í meirilut- an, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera við til at gera alt øðrvísi og betur næstu árini, sigur Katrin Dahl Jakobsen. – Tað verður nógv at fara í holt við eftir nýggjárið, og tað gleða vit okkum til. Eg ivist ikki í, at samstarvið í meirilut- anum fer at vera gott. Avtalan millum Javn- aðarflokkin og Tjóð- veldisflokkin hevur við sær, at borgar- stjórin og varaborg- arstjórin í Havn verða skiftir út á nýggjárin- um, og nýggj fólk skulu verða formenn í nevndunum hjá Tórshavnar býráði MEIRILUTI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Øll leiðslan í Tórshavnar býráði verður skift út á nýggjárinum. Borgarstjórin og varaborgarstjóri verða nýggir, og tað sama er við øllum formonnunum í nevndunum hjá býráðnum. Tað er greitt, nú avtalan millum Javnarflokkin og Tjóðveldisflokkin tykist verða staðfest. Hesir báðir flokkar hava 7 av 13 bý- ráðslimum, eftir at Heðin Mortensen skifti part – úr Sambandsflokkinum og yvir í Javnaðarflokkin. Og flokkarnir, sum fram um aðrar hevur myndað býráðspolitikkin í Havn seinastu fýra árini, verða setti fullkomiliga uttanfyri. Fólkaflokkurin, sum hevur havt borgarstjóran, skal manna minniluta saman við Sambandsflokkinun, sum er alt í einum er farin úr fýra býráðslimum og niður í tveir. Útskiftingin Meirilutin hevur sett navn á Havnin fær nýtt stýrið Heðin Mortensen kann ikki halda fram sum forseti í Ítrótt- arsambandi Føroya og í øðrum líknandi álitissessum. Komm- unulógin forðar fyri, at ein borgarstjóri kann hava slík størv BORGARSTJÓRI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heðin Mortensen er kendur sum ein sera virkin maður. Hann hevur verið við í nógvum nevndum, og hann hevur havt fleiri áitisstørv samstundis. Men nú hann skal verða borgarstjóri í Havn, verður hann noyddur at leggja borgarliga starvið og onn- ur álitisstørv frá sær. Og tað merkir millum annað, at Ítróttarsamband Føroya skal hava nýggjan forseta fyri Heðin Morten- sen, sum hevur sitið í sessinum í 24 ár. – Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitis- størv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri, sigur Kommunustýrislógin frá 2000. Eingin ivi í lógini At ein borgarstjóri má leggja øll onnur størv frá sær, tá ið hann verður valdur, er galdandi fyri tær kommunur, har borgar- stjórastarvið er fulltíðar- starv, og tað hevur tað verið í Havn í nógv ár. Býráðið kann geva und- antøk frá regluni, men tað er bert, tá ið tað umræður beinleiðis fólkavald størv – og her verður serliga hugsað um løgtingsmenn. – Lógin sigur, at ein fulltíðar borgarstjóri skal vera borgarstjóri fult og heilt, og hann skal leggja sítt borgarliga starv og onnur álitisstørv, sum ikki hava beinleiðis samband við borgarstjórastarvið, frá sær, sigur Hilmar Høg- enni, deildarleiðari í Inn- lendismálaráðnum. Hann vil ikki gera eina meting av tí ítøkiliga døm- inum, men sigur, at tað er ikki avgerandi, at uppgáv- an í einum frítíðarfelag er ólønt, men heldur, at hon einki hevur við borgar- stjórastarvið at gera. Og verður hetta ført yvir á ítøkiliga dømi í Havn, so má niðurstøðan vera, at borgarstjórin í Havn ikki verða ÍSF-forseti. Heðin var afturvaldur í ár Síðani 1980 hevur Heðin Mortensen verið forseti fyri føroyskan ítrótt. Hann hevur verið í sessinum longri enn nakar annar frammanundan hann, og á aðalfundinum fyrr í ár varð hann afturvaldur fyri næstu tvey árini. Starvsnevndin í ÍSF er mannað við Heðini Mort- ensen, sum er forseti, Sverre Midjord er varafor- seti, og Petur Elias Peter- sen er skrivari. Harafturat er John Kjær varalimur. Næsti aðalfundur hjá ÍSF verður í mai mánaði næsta ár, og tá standa bæði Sverre Midjord og Petur Elias Petersen fyri aftur- vali. Sannlíkt er tí, at John Kjær nú kemur í starvs- nevndina fyri Heðin Mort- ensen, og Sverre Midjord røkir uppgávuna sum for- seti fram til aðalfundin næsta ár. Tá kunnu ítróttarfeløg- ini í Føroyum síðani velja sær nýggjan forseta og starvsnevnd. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Heðini Mortensen um hetta málið fyrrapartin fríggjadagin. Borgarstjórin má frá sum ÍSF-forseti 1. januar eitur eingin limur í Sambands- flokkinum Schu- mann Hjaltalin. Fyrr- verandi býráðspol- itikarin hevur tikið seg úr flokkinum av persónligum áðum FLOKSSTRÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg er sambandsmaður og eg stuðli Sambands- flokkinum, men eg havi tikið meg úr flokkinum av persónligum áðum og hes- um havi eg boðað flokkin- um frá. Schumann Hjaltalin hev- ur verið drúgvur stuðul hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar býráð, men kortini hevur hann valt at taka seg úr flokkinum 1. januar. Tað er ikki tvídrátt- urin í samband við sam- gongutelvingina í Tórs- havnar býráð seinastu dag- arnar, men hinvegin telv- ingin um landsstýrissam- gonguna í januar mánaði millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sam- bandsflokkin, sum er or- søkin. Fyrrverandi býráðslimur vil ikki greiða nærri frá, hvat ónøgdin snýr seg um, men váttar kortini, at 1. januar verður hann ikki limur í Sambandsflokkin- um. Schumann Hjaltalin leggur afturat, at hann bakkar leiðsluna upp í samband við stríðið, sum er íkomið í samband sam- gongusamráðingarnar, og hann metir tað er rætt av flokkinum at útihýsa Heðin Mortensen. – Heðin hevur verið snildur, men mátin er ódámligur, er stutta við- merkingin hjá Schumann Hjaltalin. Schumann tikið seg úr Sambandsflokkinum formenninar í teimum ymsu nevndunum, og tað hevur verið sær, at alt verð- ur skift út á nýggjárinum. Heðin Mortensen loysir Jan Christiansen av sum borgarstjóra, og Jógvan Arge verður nýggjur vara- borgarstjóri fyri Heðin Mortensen. Heðin Mortensen skal eisini loysa Jan Christian- sen av sum formaður í Fíggjarnevndini, har borg- arstjórin altíð er formaður. Í Byggi og býarskipanar- nevndini eitur nýggi formaðurin Jógvan Arge (E), og hann kemur fyri Heðin Mortensen (C). Nývalda Marin Katrina Frýdal (E) skal verða for- kvinna í Teknisku nevnd, og har hevur Sjúrður Olsen (A) verið formaður sein- astu árini. Kvinnur á odda Elin Lindenskov (C) loysir Tórfinn Smith (C) av sum forkvinna í Heilsu og Um- hvørvisnevndini. Hitt kvinnuliga javnaðar- umboðið, Katrin Dahl Jak- obsen, verður forkvinna í Sosialu nevnd, og har loysir hon eina aðra kvinnu, Beate L. Samuelsen (B), av. Ein kvinna skal eisini leiða Mentanarnevndin, og falið er fallið á Hildur Eyðuns- dóttir (E). Hon kemur fyri Heði Mortensen (C). Í Havnanevndini verður tað fyrrverandi borgarstjór- in, Leivur Hansen (E), sum skal loysa Bjarta Mohr (A) av sum formaður. Samanlagt hevur Tjóð- veldisflokkurin fýra for- menn og Javnaðarflokkurin tríggjar formenn í nevnd- unum í Tórshavnar býráði. C M Y K 7 6