Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 9 Jan Christiansen um samgongutelving `96: Tú kanst ikki samanbera meg og Heðin Sirkusið um Vaglið í Havn – Tú skalt minnast, at eg sat í andstøðu fram til 1996, og sjálvandi ynsktu vit at gera alt fyri at enda í sam- gongu. Tú kanst tí ikki samanbera meg og Heðin, tí snýtti eg ikki nakran flokk, tá eg ikki var í nakrari samgongu, sigur Jan Christiansen SAMGONGUSLIT Páll Holm Johannesen – Maðurin er jú botn óreiðuligur. Tað neyvan at taka munn- in ov fullan at siga, at sam- starvið millum borgarstjór- an í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen og kom- andi borgarstjóran, Heðin Mortensen, hevur sæð betri dagar. Tað skortaði ikki við álopum frá Jan Christian- sen á Heðin Mortensen í Degi og viku mikukvøldið. Sitandi borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu legði komandi borgarstjóran undir at hava stungið Fólkaflokkin í ryggin, tá hann gjørdi eina avtalu við Tjóðveldisflokkin og Javn- aðarflokkin, eftir at ein avtala var fingin í lag millum sitandi samgongu. Heðin Mortensen svaraði Jan aftur, at Jan Christian- sen sjálvur hevði gjørt sama nummar í 1996, tá Jan Christiansen og Fólka- flokkurin saman við Tjóð- veldisflokkinum tóku Lis- beth L. Petersen á bóli, og skipaðu samgongu uttan Sambandsflokkin, sum var størsti flokkur á býráðsval- inum. Jan Christiansen heldur ikki tað ber til at samanbera støðuna í 1996 og støðuna í 2004. – Tú skalt minnast, at eg sat í andstøðu fram til 1996, og sjálvandi ynsktu vit at gera alt fyri at enda í samgongu. Tú kanst tí ikki samanbera meg og Heðin, tí snýtti eg ikki nakran flokk, tá eg ikki var í nakr- ari samgongu. Hetta veit Heðin Mortensen fullvæl, men kortini nýtir hann hetta ímóti mær, sigur Jan Christiansen til ákærurnar. Fýra samgonguskjøl. Lygnir. Undirhondsav- talur. Ryggleysir pol- itikarar. Undirskriftir. Proforma. Tey tvey døgnini eftir býráðs- valið í Havnini, hava verið eitt reint – og til tíðir rættiliga undir- haldandi sirkus, fyri okkum, sum hava tím- að at fylgt við. Fylt av myrkari óhumsku, sum vit øll vita finnst í politikki, men sum alt ov sjáldan kemur fram í ljósið. Fyri tykkum, sum ikki fylgdu við, ella mistu tráðin, kem- ur samandrátturin her VALIÐ 04 Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Úrslitið var nóg illa greitt, tá telvingin um samgongu og borgarstjórasess fór í gongd. Tjóðveldið hevði fingið 4 umboð, Fólkaflokkurin 4, Sambandsflokkurin 3 og Javnaðarflokkurin fekk 2 umboð í komandi býráðnum. Avtala nr. 1 Gjørd 10.11.04 kl. umleið 01.30 Sambært Heðini Mortensen fer fyrrverandi floksfelag- in, Høgni Mikkelsen, aftur um ryggin á floksfeløg- unum í Sambandsflokkin- um, og ger eina undir- hondsavtalu við vinmannin Jan Christiansen frá Fólka- flokkinum um samstarv komandi fýra árini. Tá ið teir báðir hava fingið alt upp á pláss, verður boðið til fundar. Heðin roynir av øllum alvi at vinna Sam- bandsflokkinum størri ávirkan í komandi býráðn- um, men hetta verður alt feiað av borðinum. Kortini verður um 01.30 tíðina ein skrivlig avtala gjørd ímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, um at halda fram við samstarvin- um í býráðnum. Nevndar- sessirnir verða býttir, og Jan Christiansen úr Fólka- flokkinum sleppur at halda á sum borgarstjóri. Avtalað verður at koma saman aftur seinnapartin dagin eftir, fyri at fáa tað síðsta uppá pláss, og at við- gera, hvørt Javnaðarflokk- urin skal verða boðin við í samgonguna. Høgni Mikk- elsen vil vera við, at sam- ráðingarnar fara fram í sátt og semju, og eingin mót- mælir nøkrum. Øll skriva undir. Eisini Heðin Mortensen. À mid- degi mikudagin sigur Heð- in Mortensen tó, at hann als ikki er nøgdur við avtaluna, men at hann tó helt, at hann skuldi skriva undir alíka- væl. Hann sigur, at hann bert sær avtaluna sum eina fyribils avtalu. Jan Christiansen leggur seg at sova við teirri sann- føring, at sitandi samgonga heldur fram komandi fýra árini. Tað gera allir hinir býráðslimirnir eisini – uttan ein. Avtala nr. 2 Gjørd 10.11.04 kl. umleið 05.00 Tjóðveldisflokkurin veit fullvæl, at samstarvið ímill- um Fólkaflokkin og Sam- bandsflokkin seinastu árini hevði verið sera gott. Jógvan Arge er noyddur at taka tað hálmstráðið, sum er, fyri at vinna Tjóðveldinum ávirkan aftur. Hálmstráðið eitur Heðin Mortensen, sum sein- astu 30 árini hevur verið í býráðsarbeiði, uttan nakran- tíð at hava nátt hægstu rók. Heðin fer tí beinleiðis av fundinum við Fólkaflokkin á fund við Tjóðveldisflokk- in og Javnaðarflokkin. Hann boðar alt fyri eitt formanninum í Sambands- flokkinum frá um seinna fundin, men Kaj Leo Jo- hannesen svevur allarhelst nakað fast mikunáttina, tí hann sigur seg ikki kenna nakað til nakra telefonsam- røðu við Heðin. – »Tað er snøgt sagt burtur úr vón og viti, at eg skal hava kent nakað til handan fundin«, sigur hann. Tá ið seini náttarfundurin er lokin, er enn eitt sam- gonguskjal skrivað. Hesa- ferð við Heðini Mortensen úr Sambandsflokkinum sum borgarstjóra. Tveir for- manssessir verða latnir til ávíkavist Høgna Mikkelsen og Beatu L. Samuelsen. Ein kanón góð avtala, sum er væl betri enn avtal- an við Fólkaflokkin. Sam- bandið stendur nú á odda fyri kommununi, umframt fíggjarnevdini og sosialu nevnd. Heðin hevur gjørt kubbið. Heldur hann... Fyrsta viðmerkingin frá Kaj Leo Johannesen er eis- ini, at hann sjálvsagt fegn- ast um, at Sambandið hevur fingið borgarstjórasessin. Men í politikki broytist myndin skjótt. 24 tímar seinni er stóri atkvøðuslúk- urin hjá Sambandsflokkin- um settur út í myrkri. »Brýt- ur tú skrivligar avtalur, skað- ar tú flokkin«, eru greiðu boðini frá Føroya Væl. Høgni Mikkelsen gongur á odda og rópar harðast. Beata gongur aftaná, og brátt hava tey savnað eitt stórt sambandsfylgi, sum púra samt og í felag rópar »krossfest, krossfest«. Einasti sambandsmaður- in, sum kemur Heðini til hjálpar er Johan Dahl, sum í sínari tíð sjálvur varð lynchaður av høgu sam- bandsheykunum í Havn. Í lesarabrævi skrivar Johan Dahl, at Høgni, Kaj Leo og Annfinn gera stóran skaða á flokkin við sínum heksa- jaktakendu avgerðum. Størri skaða enn Heðin, við sínum tveimum undirskrift- um. Men eingin lurtar. Heðin, sum sjálvur beint eftir valið segði, at »utak verdens løn«, má enn eina- ferð sanna hesi orðini. Við egnum orðum fær hann valið um »at verða hongdur ella skotin«, antin at fara úr flokkinum ella verða blakaður út. Hann kann tó breggja sær av at vera fyrsti maður, sum nakrantíð er tveittur úr Sambandsflokkinum. Tað er í grundini eisini sera forvitnisligt hví, ser- liga Høgni Mikkelsen, men eisini restin av Sambands- flokkinum, ikki unnir stóra atkvøðuslúkinum Heðini Mortensen borgarstjóra- sessin. Hví vil Sambands- flokkurin heldur hava Jan Christiansen frá Fólka- flokkinum á hægstu rók? Segði nakar nakað um onkra undirhondsavtalu? Ella at Høgni Mikkelsen er í skeivum flokki? Avtala nr 3 Gjørd 11.11.04, einaferð ímillum kl 23.00 og 06.00 Jan Christiansen, sum júst hevur tapt ein týdningar- miklan leik í politiska talv- inum, fer sjálvsagt við í kórið, sum syngur um ljóta og ótrúverdiga Heðin Mort- ensen. Borgarstjórasessurin er gloppin honum av hond- um, og Jan setur nú alt inn fyri at vinna hann aftur. Tískil setur hann seg við telefonina at ringja til Javnaðarflokkin. Og Javnaðarflokkurin heldur seg ikki aftur. Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov fara á fund við Jan, Høgna og Beatu, aftan- fyri ryggin á Tjóðveldis- flokkinum og Heðini Mort- ensen, hóast Elin Linden- skov tíðliga mikumorgunin bedýrar, at »Javnaðar- flokkurin heldur seg til tað, sum vit binda okkum til«. Og júst Elin Lindenskov situr nú í rættiliga trongum, reyðum skóm. Skal hon halda fast um skjalið, sum hon longu hevur undir- skrivað? Við einum borgar- stjóra, sum júst hevur stungið sínar floksfelagar í ryggin, og einsamallur er farin upp í samgonguna, sum Torfinn Smith á sinni gjørdi ímóti henni? Ella skal hon fara upp í part við Jan Christiansen og hansara fólki, sum jú undir ongum umstøðum vildu hava hana við í samgonguna fyri tveimum árum síðani? Javnaðarkvinnurnar fara á fundin. Tær kunnu jú ikki líta á Heðin Mortensen, tá hann kann finna uppá at skriva undir tvær avtalur! Aðra aftanfyri ryggin á samstarvsflokkinum! Fundurin endar tó við, at eisini Javnaðarflokkurin skrivar undir enn eina sam- tarvsavtalu. Aftanfyri rygg- in á samstarvsflokkinum, Tjóðveldinum. Tær eru tó snildari enn so, og vilja ikki risikera at koma í somu støðu sum Heðin Mortensen, og har- við seinni verða blakaðar úr flokkinum fyri mist trúð- virði. Tí boða tær valfelagið sínum frá um fundin við Fólkaflokkin. Viðmerkt á avtaluna við Fólkaflokkin og Sambands- flokkin verður tí, at Suður- streymoyar Javnaðarfelag skal góðkenna sáttmálan, áðrenn hann verður gald- andi. Men tað ger felagið ikki. Tilboð um avtalu nr 4 Givið 11.11.04, um dagin Hetta sirkusið gerst nú ovboðið fyri Jan Christian- sen. Nú sær hann seg noyddan til at offra borgar- stjórasessin, fyri at koma í samgonguna. Einasti flokk- ur, sum nú er eftir at fríggja til, er Tjóðveldisflokkurin. »Jógvan Arge borgarstjóri«, ljóðar, í Jansa oyrum, sum eitt skotsikkurt tilboð. Jan hevur jú eisini verið so umhugsin sjálvur at skaða trúðvirðið Javnaðarfloksins, við at fáa tær at fara handan ryggin á Tjóðveldisflokkin- um og skriva undir eina hálvvánaliga avtalu við seg. So hóast Jógvan Arge kann hava álit á Heðini Morten- sen, tí hesin ikki hevur brot- ið nakra avtalu við Tjóð- veldisflokkin, so má trúð- virðið hjá Javnaðarflokkin- um vera rokið. Men Jógvan Arge vísir seg tó sum ein støðufastan klett í øllum briminum á Vaglinum. Hann sigur nei takk til tilboðið, so nú eru góð ráð dýr hjá Jan Christi- ansen, sum treivst so væl sum borgarstjóri. Ein góður spurningur er sjálvandi, hvussu tað ber til, at Tjóðveldið kann standa við avtaluna, tá trúðvirðið hjá bæði Heðini Mortensen og nú eisini Javnaðarflokk- inum, hevur fingið eitt so álvarsamt skot fyri bógvin. Var frægasta loysnin ikki at para seg við Fólkaflokkin, fáa borgarstjórasessin og lata trúðvirðisloysingarnar sita í andstøðu? ------------- Seinnapartin mikudagin pikkar ein 58 ára gamal havnarmaður uppá dyrnar hjá Javnaðarflokkinum. Hann fekk næstflestar at- kvøður til valið, og síðani fekk hann durafjóringin frá flokki sínum. Javnaðar- flokkurin letur hurðarnar upp og tekur hann til sín. Heðin Mortensen er nú javnaðarmaður, og hevur harvið vent sær aftur á gamlar slóðir. Avtala nr 4 Gjørd 11.11.04 kl umleið 20.15 Men Jógvan Arge vísir seg sum tann fyrigevandi faðir- in, sum gleðiliga lovar øll- um sínum óskikkiligu børnum inn í hitan aftur. Avtalan við Heðin Morten- sen, sum eingin av hinum flokksfeløgunum, hvørki fyrrverandi ella núverandi kann hava álit á, og Javnað- arflokkin, sum eisini undir- skrivaði tvey skjøl, verður standandi, tí Jógvan Arge sigur, »at tað var nakað heilt annað tá, og at tað er nakað nýtt nú.« Javnaðarkvinnurnar og nýggi limurin í Javnaðar- flokkinum, Heðin Morten- sen, skriva enn einaferð undir. Heðin viðmerkir enntá, at »Vit í javnaðar- flokkinum, vilja gera alt tað besta fyri býin«. Harvið var samgongu- skjalið, sum verður gald- andi fram til 2008, sett í gildi. Jan Christiansen spældi kortini skeivt, tí um hann bert var farin til Tjóðveldið beinanvegin, høvdu teir, tey næstu fýra árini, sloppið undan at sitið í andstøðu, við einum borgarstjóra, teir ikki hava álit á, og einum samgonguflokki, sum ikki hevur trúðvirði. Fyribils endaliga sam- gonguskjalið er undir- skrivað. Tjóðveldið fekk meira burtur úr Fólkaflokkinum – Krøvini frá Javnað- arflokkinum og Sjálv- stýrisflokkinum vóru ov hørð fyri Tjóðveld- isflokkin, og tí slitn- aðu samráðingarnar, sigur Steinbjørn Jac- obsen, borgarstjóri, sum heldur flokkin hava fingið eina betur avtalu við Fólka- flokkin KOMMUNUVAL 04 Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Inntil klokkan 21 hós- kvøldið sat Tjóðveldis- flokkurin í samráðingum við Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin. Hesar slitnaðu, tí partarnir ikki komu til eina semju. – Vit høvdu tá havt eini fýra útspæl millum partar- nar, men annaðhvørt kundu tey ella vit ikki liva við tí, so har var ikki nógv at gera, sigur Steinbjørn Jacobsen. Hann greiðir frá, at tað byrjaði við, at Javnaðar- flokkurin bað um at fáa borgarastjórasessin. Tað vildi Tjóðveldisflokkurin ikki. Talan var tó ikki um eitt ultimatum frá Javnaðar- flokkinum, so partarnir fóru hvør til sítt at tosa saman. Soleiðis gekk tað aftur og fram, inntil tað var greitt, at krøvini frá Sjálv- stýris- og Javnaðarflokkin- um vóru ov høg, og sam- ráðingarnar slitnaðu. Stein- bjørn sigur, at hann kundi ikki liva við, at hann fekk borgarstjórasessin, meðan hinir limirnir í flokkinum mistu sínar formanspostar, og tískil kundu Tjóðveldis- flokkurin ikki góðtaka seinasta útspælið frá Javn- aðarflokkinum, sum millum annað legði upp til, at tey skuldu hava formann- in í sosialu og havnanevnd- ini – umframt tveir limir í mentanarnevndini. – Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru ein eind við so at siga somu meiningum, so tað bar ikki til at samráðast við bara annan partin, sigur Stein- bjørn, sum er fegin um, at ein semja nú er fingin í lag fyri komandi fýra árini. Betri avtala Tjóðveldisflokkurin fær borgarstjóran, formanssess- in í sosialu, byggi og býar- og heilsu og umhvørvis- nevndini, meðan Fólka- flokkurin fær varaborgar- stjóran, formannin í ment- anar- teknisku og havna- nevndini. Hetta er ein sáttmáli, sum borgarstjórin í Klaksvík er sera vælnøgdur við. Hann heldur sjálvur, at Tjóðveld- isflokkurin hevur fingið eina betri avtalu her enn tey høvdu kunnað fingið við Javnaðarflokkin og Sjálv- stýrisflokkin. Teir báðir flokkarnir hava gjørt eitt skriv, har tað, sum teir eru vorðnir samdir um, í høvuðsheitum stendur. Millum annað verður sagt, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vilja í sam- gongu komandi fýra árini leggja dent á ein varnan fíggjarpolitikk og vilja fremja í verki: – Opinleika og gjøgnum- skygni – Ein dyggan bústaðar, umhvørvis og vinnupolit- ikk – og harafturat føra ein virknan mentanar og sosial- politikk. Aftaná hetta stendur so eisini, at sam- gongan hevur sett sær sum mál at loysa barnaansingar- tørvin. Samgongan fer skjótt at sessast og leggja eina arbeiðsætlan fyri komandi fýra árini í Klaksvíkar býráð. Tjóðveldisflokkurin vildi bara halda fram júst, sum tað hevur verið. Men vit mettu, at eftirsum at bæði Javnaðar- og Sjálv- stýrisflokkurin gingu fram til valið, so kundu vit fáa nakað meira, sigur Eyðgunn Samuelsen í viðmerk- ing til, at Fólkaflokk- urin og Tjóðveldis- flokkurin nú mynda meirilutan í Klaks- víkar Býráð KOMMUNUVAL 04 Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum sigur, at samráðingarnar millum sitandi meiriluta í Klaks- víkar býráð slitnaðu, tí at Tjóðveldisflokkurin ikki kom við nøkrum ítøkiligum útspæli. – Tey vildu bara halda fram, sum tað var. Men vit mettu, at við framgongdini til valið í huga, at so áttu vit at fáa eitt sindur meira. Men Tjóðveldisflokkurin hevði ongi politisk hugskot, greiðir Eyðgunn frá. Hon heldur fram, at Javn- aðarflokkurin fult út góð- tók, at Steinbjørn við hans- ara megnarvali, skuldi halda fram í borgarstjóra- sessinum. Hinvegin helt Javnaðarflokkurin, at tað var teirra skylda at royna at fáa okkurt meira burtur úr samráðingunum, tí Sjálv- stýrið og Javnaðarflokkurin báðir gingu fram. – Men so má eg eisini siga, at Tjóðveldisflokkurin tyktist øgiliga íðin eftir at slíta samráðingarnar hós- kvøldið, sigur Eyðgunn og leggur afturat, at tað gekk øgiliga stutt tíð, so hevði Tjóðveldisflokkurin sett seg í samband við Fólka- flokkin. Ikki borgarstjóri Tað hevur ljóðað í býnum, at Eyðgunn áðrenn sjálvt valið, fekk boðið borgar- stjórasessin frá Fólkaflokk- inum, um Javnaðarflokk- urin vildi í samgongu við tey. Hesum vísir Eyðgunn ikki fullkomuliga aftur, men hon leggur dent á, at Javnaðarflokkurin ikki vildi samráðast til aðrar síður, meðan samráðingar- nar við sitandi meiriluta fóru fram. – So offisielt havi eg ikki fingið bjóðað nakran borg- arstjórasess frá Fólkaflokk- inum, tí vit hava als ikki sit- ið í samráðingum. Vit hava gott nokk tosað saman hes- ar dagarnar, men ikki samr- áðst yvirhøvur, sigur Eyð- gunn Samuelsen, sum hev- ur hug at vera nakað iva- som viðvíkjandi avtaluni millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Hon held- ur, at tað gekk ótrúliga stutt tíð frá tí, at samráðingarnar slitnaðu, til Fólkaflokkurin sat við borðið. Eyðgunn sigur, at á ein hátt er hon vónbrotin, men so kortini ikki. – Vit hava roynt seriøst at fáa eina semju í lag. Tað eydnaðist so ikki hesuferð. Men um man vil selja sína sál, so hevði man helst fingið alt, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum komandi fýra árini fer at sita í minni- lutanum í Klaksvíkar býráð saman við Thorleifi Sig- urðsson, Kristiani Eli Zachariasen og Hans Arna Bertholdsen. E onki politiskt intiativ Sambært Eyðgunn Samuel- sen metti Javnaðarflokkurin, at tey áttu at fingið meira burturúr hesa komandi setuna við framgongdini hjá flokkinum í huga Her heilsast afturvaldi borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, og nývaldi varaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen C M Y K 9 8