leygardagur 13. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
11
Eftir mikið rok og samáðingar á fleiri mótum, nátt og
dag, fær høvuðsstaðurin eina nýggja býráðsleiðslu.
Nógv spurnartekin kunnu setast við samráðingar, ella
avtalur, sum ikki vórðu hildnar, og mong munnu halda,
at tilgongdin at skipa samgongu átti at verið sømiligari.
Tey flestu munnu halda, at tað er gott fyri lokala fólka-
ræðið, at leiðslan skiftir við millumbilum, í hesum føri
millum ymiskar politiskar flokkar. Søgan vísir okkum,
at tá tey somu sita við valdið í ov langa tíð, seta persón-
lig ella partapolitisk áhugamál ov stóran dám á rikna
politikkin.
Um hetta fyribrigdi hevur gjørt seg galdandi í Tórs-
havnar kommunu munnu tey flestu hava eina meining
um. Fleiri mál hava víst, at limir í fráfarandi meiriluta
hava fingið góðar sømdir í ávísum førum. Eisini hava
byggimál vist, at leiðsla og fyrsiting hava ikki verið nóg
dugnandi, tá atlit ikki eru tikin til byggisamtyktir. Í
øðrum førum hevur leiðslan verið skjót at broyta
byggisamtyktir fyri at ganga ávísum ynskjum á møti.
Til býráðsins rós sigast, at Tórshavnar býráð hevur nátt
fleiri setningum. Tørvurin á barnaansing er nøktaður.
Munandi ábøtur eru gjørdar á vegakervið. Fleiri
rundkoyringar fáa ferðsluna at liða seg betur, hóast tað
framvegis verður hugsað ov lítið um tey sum ganga,
súkla ella koyra barnavogn. Vágirnar eru reinari, hóast
langt er enn á mál á kloakkøkinum. Á eldraøkinum er
Tjarnargarður eitt stórt framstig. Men bæði ellis- og
røktarheimspláss og íbúðir til eldri vanta í stórum tali.
Men nú fær so nýggi meirilutin høvi at royna seg, tí
partar av honum hava støðugt víst á skeivleikar og aðrar
loysnir. So er bara at vóna, at hesi fáa gott áralag við
komandi borgarstjóran, Heðin Mortensen, sum var
varaborgarstjóri farna valskeið, og sum gjørdist mið-
depilin, tá samgona skuldi skipast.
Eftir tvístøðu í Sambandsflokkinum, fekk hann møgu-
leikan at melda seg út ella verða koyrdur úr flokkinum.
Hann valdi tað fyrra, og meldaði seg inn í Javnaðar-
flokkin, sum hann áður hevur verið limur í. Sjálvandi
kann spurnartekin setast við trúvirði, men borgarstjórin
fær høvi at vísa, um hann kann skapa tað neyðuga
álitið, sum fjøldin av borgarunum eigur at hava á borg-
arstjóranum, tí hann er borgarstjóri fyri øll.
Sambandsflokkurin liggur sum hann hevur reitt. Við-
ferðin Heðin Mortensen hevur fingið er ikki serliga
sømilig. Sum varamaður á tingi fleiri valskekið er hann
sjáldan boðsendur. Fyri fýra árum síðani kundi
Sambandsflokkurin skipa samgongu saman við Tjóð-
veldisflokkinum og Javnaðarflokkinum við Heðini sum
borgarstjóra, men Sambandið valdi heldur Fólka-
flokkin. Og taka vit síðsta løgtingsval, slapp hann
næstan ikki framat í valstríðnum. So nú er bara at vóna,
at Heðin og Javnaðarflokkin finna stevið til frama fyri
býráðsarbeiðið!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ósømilig tilgongd
– gott úrslit!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nicolina Dahl
Klaksvík
Bæði
Sosialurin
og
Dimmalætting hava í vik-
uni borið tíðindi um, at nú
skal gamli kirkjugarður
niðri í Vági í Klaksvík 'lat-
ast upp', sum tikið verður
til. Málið hevur verið fyri
fyrr, men merkiliga stillis-
liga hevur verið gingið við
hurðunum
higartil,
nú
arbeiðið sambært teknisku
deild býráðsins er klárt at
bjóða út. Sosialurin skrivar,
at "Vágstún skal snøggast",
men tað snópisliga er, at
Vágstún yvirhøvur ikki er
við í hesi sokallaðu fríðk-
anarætlan.
Hóast eg stúri fyri, at
hesar reglur ivaleyst verða
skrivaðar til fánýtis, so fari
eg kortini at koma við eini
inniligari áheitan á býráðið
um at hugsa seg um eina-
ferð enn, tí hetta er onki
minni enn halgibrot.
Gamli kirkjugarður er
ikki nøkur park. Hetta er
vígd jørð, har forfedrar
okkara løgdu síni kæru í
fedranna jørð, har tey
skuldu hvíla í friði. Tað er
ikki rætt at leggja hesar
vígdu gravir út á berajól og
undir vanligt fótatraðk. Tey,
ið hvíla undir grønu torvu,
eiga ikki at vera løgd undir
flísatún. Uttan mun til
hvussu langt síðan tað er, at
tann seinasta grøvin var
grivin, so hava tey deyðu
krav uppá virðing. Tað er
ikki lukkuligt at bróta grav-
arfriðin og væl ber til at
fríðka uttan at fara so harð-
liga til verka.
Ætlanin er tekin um vant-
andi virðing fyri tí, sum
farið er. Vit vóru sum børn
lærd at virða alt, ið heilagt
er. Vit lærdu at boyggja
høvur undir bøn, at reisast
fyri orðinum í kirkjuni og
hava virðing fyri tí æviga.
Vit lærdu at virða forfedr-
arnar og lata støvið hvíla í
friði. Á kirkjugarði átti
friður at valda.
Vit reypa okkum av, at vit
í
Føroyum
framvegis
byggja á kristna siðalæru
og at her hjá okkum eru
ikki allar virðismetingar
farnar av lagi. Men kortini
síggja vit, hvussu vit meira
og meira leggja okkum
eftir, hvussu tey gera aðra-
staðni. Tann siðvenja og
tann mentan, sum er okkara
egna, hon verður kveistrað
til viks, tí tað er lættari og
meira spennandi at apa eftir
øðrum.
Sambært fjølmiðlunum
eru eisini kirkjuligir mynd-
ugleikar spurdir í hesum
máli. Tað er skelkandi at
vita, at sjálvt teir ikki duga
at síggja, hvussu høpisleyst
tað er at taka kirkjugarðin
niður.
Fyri nøkrum árum síðan
var nógv umtalað í Dan-
mark, at ein gamal kirkju-
garður skuldi javnast við
jørðina og ein handil leggj-
ast omaná. Tað ljóðaði full-
komuliga burturvið, og
ætlanin varð mær vitandi
eisini steðgað umsíður.
Men eru vit nakað betri? Tá
virðingin er farin at minka,
hvar enda vit so? Nær
kunnu vit vænta, at kirkju-
garðurin á Ziskatrøð stend-
ur fyri tørni? Meg minnist
gamla skilagóða konu, sum
nú hvílir undir grønu torvu.
Hon segði einaferð, at
soleiðis, sum nú er vorðið,
so verður tað ikki leingi, til
tey sparka bólt omaná grav-
unum.
Sum vanligur borgari í
Klaksvík heiti eg inniliga á
býráðið: Varðveitið gamla
kirkjugarð sum tað hann er:
ein gamal vígdur kirkju-
garður.
Varðveitið gamla kirkjugarð!
Til
Jan Christiansen
borgarstjóri
Á Vaglinum
100 Tórshavn
Við hesum heita vit sjey
limir í nývalda býráðnum,
Heðin Mortensen, Jógvan
Arge,
Leivur
Hansen,
Hildur Eyðunsdóttir, Marin
Katrina Frýdal, Katrin
Dahl Jacobsen og Elin
Lindenskov, á teg sum fyrst
valda býráðslim um sum
skjótast at kalla býráðið
saman at skipa seg.
Vegna býráðslimirnar
Heðin Mortensen (sign)
Vilja hava býráðið saman
Nýggja samgongan vil hava Jan Christiansen, fráfarandi borgarstjóra at kalla nýggja býráðið
saman sum skjótast at skipa seg. Tað er fyrst valdi býráðslimur, ið skal kalla býráðið saman - og
tað skal bara gerast fyri 1. januar 2005
Breitt samstarv í Sunda Kommunu
Hóskvøldið hittust
nývaldu bygdaráðs-
limirnir í nýggju
Sunda Kommunu til
ein fund, sum skuldi
vera ein óformiligur
kaffifundur. Men
longu innan tríggir
tímar vóru farnir,
hevði bygdaráðið
skipað seg í eitt breitt
samstarv, har allir
tríggir listarnir eru
umboðaðir
SUNDA KOMMUNA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað var ein søgulig løta, tá
limirnir, sum eru valdir at
stýra nýggju Sunda Komm-
unu hóskvøldið hittust á
kommunuskrivstovuni
í
húsinum á Oyrarbakka, sum
felagskommunurnar hava
keypt til kommunuhús.
Fundurin skuldi vera ein
óformiligur
kaffifundur,
sum
fyrstvaldi,
Heðin
Zachariasen, hevði kallað
inn til.
Men longu innan tríggir
tímar vóru farnir, hevði ný-
valda bygdaráðið skipað
seg við Heðini Zacharisen
sum borgarstjóra og Árna
Dam sum varaborgarstjóra.
Í samrøðu við Sosialin,
beint eftir valið, søgdu teir
fýra, Heðin Zachariasen,
Árni Dam, Jógvan Mørkøre
og Sofus D. Johannesen,
sum sita, sum borgarstjórar
í ávikavist, Hvalvík, Sunda
Kommunu, Hósvík og við
Gjógv, at teir ynsktu eitt
breitt samstarv.
– Tað eru sera umráð-
andi, at hvør einasti borgari
kennir, at hann er ein partur
av nýggju kommununi,
leggja øll tey valdu dent á.
Tær seks kommunurnar,
sum nú verða lagdar sam-
an, hava frammanundan
samstarvað í 20 ár, og tað
samstarvið hevur verið gott
og konstruktivt, vísir Árni
Dam á.
Borgarstjórin er føddur
formaður í fíggjarnevndini,
og hinir limirnir eru: Árni
Dam, næstformaður, Sofus
D. Johannesen, Kim Dur-
huus og Jónleif Samuelsen.
Í teknisku nevnd sita,
Jógvan Mørkøre, formaður,
Trygvi K. Joensen, næstfor-
maður og Kjartan S. Jensen.
Í Trivnaðarnevndini sita:
Asbjørn Djurhuus, formað-
ur, Gurið Samuelsen, næst-
formaður og Jana Mourit-
sen. Í nevndina hjá SEV
eru valdir: Trygvi K. Joen-
sen og Kim Durhuus Í IRF:
Árni Dam
Í Kommunufelagið: As-
bjørn Djurhuus . Í nevnd-
ina fyri Felagsskúlan: Sof-
us D. Johannesen, Gurið
Samuelsen, Árni Dam,
Kjartan S. Jensen, Kim
Durhuus, Trygvi K. Joen-
sen og Jana Mouritsen
Eysturoyar ellis- og røkt-
arheim: Sofus D. Johanne-
sen og Árni Dam.
Nýggi stjórin í Norð-
urlandahúsinum ætlar
at byggja á herðarnar
á teimum undanfarnu
stjórunum. Hann fer
at leggja stóran dent á
at fáa tiltøk út á bygd-
irnar eisini. Hann fer
at somuleiðis at
menna samskiftið og
samstarv millum
mentanarlívið og
vinnulívið. Uppgávan
verður so eisini at fáa
norðurlenska mentan
til Føroya og at fáa
føroyska mentan út í
heim. Spennandi upp-
gávur leiggja fyri
framman
NÝGGJUR STJÓRI
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nýggi stjórin í Norður-
landahúsinum, Niels Halm
er sera fegin um nýggja
starvið og tað stóra álit,
sum er víst honum. Hann er
í Føroyum í hesum døgum
fyri at kunna seg um viður-
skiftinini, áðrenn hann tek-
ur við 1. februar. Hann hev-
ur vitjað í Føroyum nakrar
ferðir, seinast fyri 20 árum
síðani. – Eg havi altíð havt
stóran áhuga og tokka til
samfeløgini í útnorði, her
ikki minst Føroyar. Tá eg sá
lýsingina helt eg tað kundi
verið ótrúliga spennandi at
søkja.
Niels
Halm
hevur
drúgvar royndir á mentan-
arøkinum. (Sí faktagrein-
ina.). Hann sær tað sum
eina stóra og spennandi
uppgávu bæði at kunna vísa
fram føroyska mentan í út-
heiminum og at kunna vísa
fram norðurlendska mentan
bæði í Norðurlandahúsin-
um og úti kring landið.
Niels Halm leggur stóran
dent á at fáa nøkur av til-
tøkunum í Norðurlanda-
húsinum út um oyggjarnar
eisini.
Sum heild koma hansara
royndir sum ein praktiskur
mentanarformidlari
væl
við. Hann hevur m.a. havt
ábyrgdina av taka stórar
verkætlanir í brúk so sum
Stórabeltbrúgv og Oyra-
sundsbrúgv.
Hvat er so styrkin hjá
nýggja stjóranum og er tað
ein serstøk listagrein, sum
hann hellur meira til enn
aðrar?: –Eg havi tikið mær
av nógvum praktiskum við-
urskiftum, eitt nú staðið
fyri bókmentafestivalum og
verið managari fyri mangar
kendar danskar listarmenn.
Eg royni at virka á mongum
økjum, so man kann siga, at
eg eri ein glaður amatørur á
øllum økjum.
Tá hann skal lýsa seg
sjálvan, so heldur Niels
Halm, at hann metir seg
duga væl at skipa "netverk"
og fáa fólk at arbeiða sam-
an og at gjøgnumføra verk-
ætlanir.
Hvussu við teimum ungu?
– Tey hava so sanniliga
eisini mín stóra áhuga.
Sjálvur var eg við til at
skipa fyri einum barnateat-
urfestivali í Sankta Pæturs-
borg fyri nøkrum árum síð-
ani. Eisini havi eg tikið
mær av einum barnapro-
jekti í danska húsinum í
París. So eg leggi stóran
dent á at arbeiða við og fyri
børn og ung.
Niels Halm sær nú fram
til at hitta umboð fyri ment-
anarlívið í Føroyum og ikki
minst eisini at kunna ferð-
ast kring oyggjarnar og
síggja, hvat fyriferst har. –
Eg haldi tað er sera um-
ráðandi, at Norðurlanda-
húsið verður ein partur av
øllum mentanarumhvørv-
inum í Føroyum, har tað
finst eitt gott samstarv
millum ymsu mentarnar-
feløgini og stovnarnar.
Niels Halm heldur fyri, at
mentanin hevur sera stóran
týdning fyri eitt samfelag.
Eisini heldur hann, at vit
eiga at raðfesta hægri
samskiftið og samstarvið
millum mentan og vinnulív.
Niels Halm er giftur og
eigur ein 15 ára gamlan son.
Tey bæði fara so at búgva í
Keypmannhavn.
Sonurin
skal byrja á studentaskúla.
Konan Jette fer at vitja so
oftani til ber. Hon er
konsolentur í LO, har hon
arbeiðir við javnstøðu.
Niels Halm, nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum
Mynd Jens K Vang.
Søgulig løta, tá bygdaráðið í
nýggju Sunda Kommunu
hittist á fyrsta sinni.
Fundurin skuldi vera ein
óformligur kaffifundur, men
limirnir gjørdu skjótt av og
skipaðu seg við Heðini
Zachariasen sum
borgarstjóra og Árna Dam
sum varaborgarstjóra
Mentanin alstóran týdning fyri samfelagið
Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum er dani og eitur
Niels Halm. Nevndin fyri húsið hevur einmælt gjørt
av at seta hann í starvið frá 1. februar. Tá avloysir
hann Helgu Hjörvar, sum staðiliga og væl hevur røkt
hetta starvið í fleiri ár.
Niels Halm er 52 ára gamal og hevur til í summar
verið leiðari av "Internationalt Kultursekretariat"
undir danska mentamálaráðnum. Uppgáva hansara
har hevur verið at "nytænke og modernisere
strategien for udvekslingen af dansk kunst og kultur
med udlandet i samarbejde med det dengang
nyoprettede Internationalt Kulturråd".
Niels Halm hevur annars verið virkin á nógvum
mentanarøkjum og hevur sera drúgvar royndir í
altjóða mentanarsamskifti og hevur sett í gongd
fleiri stórar mentanarligar og listarligar verkætlanir
og tiltøk. Hann hevur verið Booking- og eventstjóri
í mentanarfelagsskapinum ARTE í Keypmannahavn.
Millum fjølbroytta virksemi hansara kann nevnast,
at hann hevur verið managari fyri Sebastian, Poul
Dissing, Benny Andersen og Wolf Biermann. Í 2002
hevði hann ábyrgdina av mentanarsendingini í
sambandi við danska formansskapin í EU, og hann
hevði ábyrgdina av altjóða framsýningini í sambandi
við 100 ára dagin fyri arkitektin Arne Jacobsen.
Í virki sínum hevur Niels Halm eisini ment góðar
royndir í samarbeiðinum millum mentanarlívið,
vinnulívið og ferðavinnuna. Í sínum dagliga virki í
Internationalt Kultursekretariat hevur hann havt eitt
tætt og varandi samstarv við Nordisk Ministerråd og
hevur verið limur av stýribólkinum í ráðnum fyri
altjóða mentanarsamstarv.
Í tíðindaskrivi sigur nevndin fyri Norðurlandahúsið,
at hon sær fram til eitt uppbyggjandi og gott
samstarv við Niels Halm um tey mongu fjølbroyttu
og listarligu mentanartiltøkini í húsinum.
FAKTA
C
M
Y
K
11
10