týsdagur 12. juni 2018síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
36
KOLUMBIA
PÓLLAND
JAPAN
SENEGAL
VEGURIN TIL HM: Kolumbia fekk júst
lirkað seg við í HM við at blíva nummar fýra í
undankappingini aftanfyri Brasilia, Uruguay
og Argentina. Teir endaðu bara eitt stig
frammanfyri Peru og Kili.
VENJARIN: Tann royndi 68 ára gamli José
Pékerman ræður yvir einum hópi, ið hevur
evnini til at stýra spælinum, men Kolumbia
hevur tó víst seg at hava umstillingar sum
sítt besta vápn.
PROFILARNIR: Kolumbia hevur stórar
profilar í øllum trimum ketunum. Í verjuni er
tað Dávinson Sánchez, á miðvøllinum James
Rodríguez og í álopinum Radamel Falcao.
SAMANUMTIKIÐ: Liðið minnir nógv um
tað, sum kom í fjóðringsfinaluna í HM 2014.
Ivamál er um formin hjá eitt nú Radamel
Falcao, men rakar liðið formin og fær
keturnar at hanga saman, so eru teir ein av
favorittunum at koma víðari úr einum annars
tøttum bólki.
VEGURIN TIL HM: Pólland vann sín
undanbólk í sannførandi stíli við 25 stigum
fyri 10 dystir, eitt nú frammanfyri Danmark.
Teir taptu bara ein dyst og skoraðu eina
rúgvu av málum (28).
VENJARIN: Adam Nawałka stendur á odda
fyri heimlandi sínum, og hann spælir oftast
4-2-3-1 við Lewandowski heilt frammi.
Ein klassisk 4-4-2 við Milik við síðuna av
Lewandowski er eisini ein møguleiki.
PROFILARNIR: Tað slepst ikki undan at
nevna málrevin, Robert Lewandowski,
sum skeyt heili 16 mál í undankappingini. Í
verjupartinum er tað Kamil Glik, sum ræður
fyri borgum.
SAMANUMTIKIÐ: Polska liðið er væl koyr
andi, og taka teir spælið frá undankapp
ingini við sær til endaspælið samstundis
sum Lewandowski heldur fram við at skjóta
mál, so verður Pólland vandamikið. Teir eru
spáddir at koma víðari úr bólkinum.
STJØRNUSKOTIÐ Í BÓLKINUM...
MÁL
FELAG
1 David Ospina (29) 86/0
Arsenal
12 Camilo Vargas (29) 5/0
Deportivo Cali
22 José Fernando Cuadrado (33) 1/0
Once Caldas
VERJA
2 Cristián Zapata (31) 55/2
Milan
3 Óscar Murillo (30) 13/0
Pachuca
4 Santiago Arias (26) 41/0
PSV Eindhoven
13 Yerry Mina (23) 12/3
Barcelona
17 Johan Mojica (25) 4/1
Girona
18 Frank Fabra (27) 19/1
Boca Juniors
23 Dávinson Sánchez (22) 9/0 Tottenham Hotspur
MIÐJA
5 Wílmar Barrios (24) 10/0
Boca Juniors
6 Carlos Sánchez (32) 85/0
Espanyol
8 Abel Aguilar (33) 70/7
Deportivo Cali
10 James Rodríguez (26) 63/21
Bayern Munich
11 Juan Cuadrado (30) 70/7
Juventus
15 Mateus Uribe (27) 8/0
América
16 Jefferson Lerma (23) 5/0
Levante
20 Juan Fernando Quintero (25) 15/2
River Plate
ÁLOP
7 Carlos Bacca (31) 45/14
Villarreal
9 Radamel Falcao, liðsk. (32) 73/29
Monaco
14 Luis Muriel (27) 18/2
Sevilla
19 Miguel Borja (25) 7/2
Palmeiras
21 José Izquierdo (25) 5/1 Brighton & Hove Albion
MÁL
FELAG
1 Wojciech Szczęsny (28) 34/0
Juventus
12 Bartosz Białkowski (30) 1/0
Ipswich Town
22 Łukasz Fabiański (33) 44/0
Swansea City
VERJA
2 Michał Pazdan (30) 32/0
Legia Warsaw
3 Artur Jędrzejczyk (30) 35/3
Legia Warsaw
4 Thiago Cionek (32) 18/0
SPAL
5 Jan Bednarek (22) 2/0
Southampton
15 Kamil Glik (30) 57/4
Monaco
18 Bartosz Bereszyński (25) 7/0
Sampdoria
20 Łukasz Piszczek (33) 62/3
Borussia Dortmund
MIÐJA
6 Jacek Góralski (25) 4/0
Ludogorets Razgrad
8 Karol Linetty (23) 20/1
Sampdoria
10 Grzegorz Krychowiak (28) 50/2 West Br. Albion
11 Kamil Grosicki (30) 57/12
Hull City
13 Maciej Rybus (28) 50/2
Lokomotiv Moscow
16 Jakub Błaszczykowski (32) 98/19 VfL Wolfsburg
17 Sławomir Peszko (33) 43/2
Lechia Gdańsk
19 Piotr Zieliński (24) 32/5
Napoli
21 Rafał Kurzawa (25) 3/0
Górnik Zabrze
ÁLOP
7 Arkadiusz Milik (24) 39/12
Napoli
9 Robert Lewandowski, liðsk. (29) 94/53 Bayern M.
14 Łukasz Teodorczyk (27) 16/4
Anderlecht
23 Dawid Kownacki (21) 1/0
Sampdoria
MÁL
FELAG
1 Eiji Kawashima (35) 84/0
Metz
12 Masaaki Higashiguchi (32) 4/0
Gamba Osaka
23 Kosuke Nakamura (23) 3/0
Kashiwa Reysol
VERJA
2 Naomichi Ueda (23) 3/0
Kashima Antlers
3 Gen Shoji (25) 10/1
Kashima Antlers
5 Yuto Nagatomo (31) 105/3
Galatasaray
6 Wataru Endo (25) 11/0
Urawa Red Diamonds
19 Hiroki Sakai (28) 42/0
Marseille
20 Tomoaki Makino (31) 32/4 Urawa Red Diamonds
21 Gōtoku Sakai (27) 40/0
Hamburger SV
22 Maya Yoshida (29) 82/10
Southampton
MIÐJA
4 Keisuke Honda (32) 95/36
Pachuca
7 Gaku Shibasaki (26) 17/3
Getafe
8 Genki Haraguchi (27) 32/6
Fortuna Düsseldorf
10 Shinji Kagawa (29) 91/29
Borussia Dortmund
11 Takashi Usami (26) 23/3
Fortuna Düsseldorf
14 Takashi Inui (30) 26/2
Eibar
16 Hotaru Yamaguchi (27) 41/2
Cerezo Osaka
17 Makoto Hasebe, liðsk. (34) 110/2 Eintr. Frankfurt
18 Ryota Oshima (25) 5/0
Kawasaki Frontale
ÁLOP
9 Shinji Okazaki (32) 112/50
Leicester City
13 Yoshinori Mutō (25) 23/2
Mainz 05
15 Yuya Osako (28) 28/7
1. FC Köln
MÁL
FELAG
1 Abdoulaye Diallo (26) 17/0
Rennes
16 Khadim N’Diaye (33) 25/0
Horoya
23 Alfred Gomis (24) 1/0
SPAL
VERJA
2 Saliou Ciss (28) 18/0
Valenciennes
3 Kalidou Koulibaly (26) 25/0
Napoli
4 Kara Mbodji (28) 52/5
Anderlecht
12 Youssouf Sabaly (25) 4/0
Bordeaux
21 Lamine Gassama (28) 36/0
Alanyaspor
22 Moussa Wagué (19) 9/0
Eupen
MIÐJA
5 Idrissa Gueye (28) 60/1
Everton
6 Salif Sané (27) 21/0
Hannover 96
8 Cheikhou Kouyaté, liðsk. (28) 47/2 West Ham U.
11 Cheikh N’Doye (32) 25/3
Birmingham City
13 Alfred N’Diaye (28) 20/0
Wolverhampton W.
17 Badou Ndiaye (27) 19/1
Stoke City
ÁLOP
7 Moussa Sow (32) 51/18
Bursaspor
9 Mame Biram Diouf (30) 48/10
Stoke City
10 Sadio Mané (26) 52/14
Liverpool
14 Moussa Konaté (25) 27/9
Amiens
15 Diafra Sakho (28) 11/3
Rennes
18 Ismaïla Sarr (20) 15/3
Rennes
19 M’Baye Niang (23) 6/0
Torino
20 Keita Baldé (23) 18/3
Monaco
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
VEGURIN TIL HM: Japan hevði eina góða
undankapping, har teir vunnu sín asiatiska
undanbólk við 20 stigum fyri 10 dystir. Teir
endaðu eitt stig frammanfyri bæði Saudi
Arabia og Avstralia.
VENJARIN: Vahid Halilhodžić fekk sekkin
í apríl. Hann vann undankappingina, men
ikki japansku hjørtini við sínum turrisliga
spælistíli (úrslit heldur enn gott spæl). Akira
Nishino hevur tikið við, og hann spælir
álopsfótbólt.
PROFILARNIR: Á einum liði, har leikararnir
eru ógvuliga ymiskir í støði, eru tað stóru
nøvnini, Shinji Kagawa, Maya Yoshida, Shinji
Okazaki og Keisuke Honda, sum skulu
ganga á odda.
SAMANUMTIKIÐ: Eftir eitt brádligt venjara
skifti er trupult at spáa um japanska liðið.
Greitt er tó, at fleiri av profilunum eru í besta
aldri, og at lutakastið hevur verið gott.
Vónirnar eru óivað rímiligar.
VEGURIN TIL HM: Senegal var í undanbólki
við Suðurafrika, Kap Verde og Burkina Faso.
Teir vunnu bólkin trygt við 14 stigum, fimm
stig frammanfyri Burkina Faso. Málúrtøkan
var 10-3.
VENJARIN: Aliou Cissé, sum var liðskipari tá
Senegal kom í fjórðingsfinaluna í 2002, er nú
blivin landsliðsvenjari, og við sínum 42 árum
er hann tann yngsti í HM. Honum dámar best
4-4-3, men tað verður møguliga til 5-4-1 í HM.
PROFILARNIR: Liverpool-driblarin, Sadio
Mané, er kvikur sum ein hvirla og kann hótta
einhvørja verju í HM. Orkumikli West Ham-
uppruddarin, Cheikhou Kouyaté, fær helst
eisini ein stóran leiklut.
SAMANUMTIKIÐ: Senegal hevur bara
einaferð verið í HM áður (2002), og tá gekst
væl. Kann bragdið endurtaka seg? Tað er
ikki óhugsandi. Kviku leikararnir kunnu gera
um seg í hesum javna bólkinum.
19. juni 13.00
KOLUMBIA
JAPAN
Saransk
19. juni 16.00
PÓLLAND
SENEGAL
Moskva
24. juni 16.00
JAPAN
SENEGAL
Yekaterinburg
24. juni 19.00
PÓLLAND
KOLUMBIA
Kazan
28. juni 15.00
JAPAN
PÓLLAND
Volgograd
28. juni 15.00
SENEGAL
KOLUMBIA
Samara
DAGUR
KLOKKAN
LEIKSTAÐUR
DYSTARSKRÁ
22 ára gamli Tottenham-
miðverjin, DÁVINSON
SÁNCHEZ, hevur ment
seg nógv upp á stutta tíð
og er ógvuliga vaksin og
róligur í mun til sín
aldur. Í HM kann
tað blíva til enn eitt
gjøgnumbrot.
Pólski landsliðsleikarin, JAKUB BLASZCZYKOWSKI, eisini kendur sum Kuba, sendir eina heilsan upp ímóti himlinum hvørjaferð
hann skjýtur eitt mál. Hendan heilsanin er til mammu sína, sum doyði tá ið hann var 11 ára gamal. Hann sá pápa sín skjóta hana,
og hetta tunga minnið hevur fylgt honum alt lívið. – Eg vil gjarna gloyma tað, men tað eru ting her í lívinum, sum tú ikki kanst
renna frá, hevur Kuba sagt í samrøðu við polskt sjónvarp. Pápin, Zygmunt, hevur sitið í fongsli, men hann doyði í 2012.
BÓLKUR H