Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM KOLUMBIA hevur verið við til HM fimm ferðir áður. Tríggjar ferðir eru teir roknir úr bólkaspælinum, men seinasta HM, altso í 2014, fekk Kolumbia sítt besta úrslit. Tá komu teir í fjórðingsfinaluna. Hetta er áttanda ferðin, at PÓLLAND er við í HM. Seinast teir vóru við (2006) ruku teir úr bólkaspælinum, men tvær ferðir hava teir vunnið bronsu (1974 og 1982). JAPAN hevur verið við í HM hvørjaferð síðani 1998. Hetta verður tískil sættu ferð, at teir luttaka í endaspælinum. Bestu úrslitini eru tvær 1/8-finalur. Tær vóru í 2002 og í 2010. SENEGAL hevur bara einaferð áður verið við í HM, men ta ferðina løgdu teir eisini eitt frálíkt úrslit eftir seg. Teir slóu eitt nú Frakland út og komu heilt í fjórðings­ finaluna, har teir taptu ímóti Turkalandi. HÓAST JAPAN SLAPP VIÐ TIL HM-ENDASPÆLIÐ, SO VARÐ VENJARIN, VAHID HALILHODŽIĆ, VIGAÐUR OG METTUR VERA OV LÆTTUR. EITT NÚ UNDRUNARVERDAR ÚTTØKUR VÓRU VIÐ TIL, AT HANN FEKK SEKKIN BARA TVEIR MÁNAÐIR ÁÐRENN HM T að gekk púra eftir ætlan hjá Japan í undankappingini, har teir vunnu sín undanbólk rættiliga sann­førandi við 20 stigum fyri 10 dystir. Teir løgdu lond sum Saudi Arabia og Avstralia aftur um seg og tryggjaðu sær bein­leiðis luttøku til HM-endaspælið. Ein vildi hildið, at hetta var nóg mikið til at allir í hópinum sluppu at halda fram til og við HM, har teir høvdu gjørt seg uppi­ bornar at vera við, men soleiðis var ikki. Venjarin, tann 66 ára gamli Vahid Halilhodžić úr Bosnia-Hersegovina, hevur ikki altíð verið so væl umtóktur í Japan, har hann hevur fingið skotið í skógvin, at liðið hevur spælt keðiligan fótbólt. Hetta hevur tó verið tilætlað. Halilhodžić hevur hugsavnað um at fáa skipanina og verjupartin at hanga saman heldur enn at líta á tann eyðkenda fría og álopssinnaða asiatiska spælistílin. Tað er serliga eftir at Japan tryggjaði sær HM-luttøku, at pípan hevur fingið eitt heilt annað ljóð. Úrslitini hava nevniliga verið vánalig í venjingardystum og í eystur­ asiatiska meistaraheitinum. Í venjingar­ dystum hevur Japan spælt 1-1 ímóti Mali og tapt 2-1 ímóti Ukreina, meðan tað í eystur­asiatiska meistaraheitinum bleiv til eitt lemjandi 4-1-tap ímóti Suðurkorea. KOYRDUR Tað var serliga hetta tapið ímóti arva­fíggj­ und­unum úr Suðurkorea, sum fekk jørðina undir Vahid Halilhodžić at ridla. – Eg var ovfarin av Suðurkorea. Ovfarin av teirra styrki, teknikki og evnum at stýra dystinum. Suðurkorea domineraði okkum upp á allar mátar, segði Halilhodžić á tíð­ inda­fundinum eftir dystin. Slík rósandi orð til arvafíggindan eru ikki væl sæð í Japan, og Halilhodžić var fyri lemj­andi atfinningum í miðlunum í langa tíð. Alt rumblið og vánaligu úrslitini endaðu við, at japanska fótbóltssambandið valdi at geva Vahid Halilhodžić sekkin. Hetta hendi í apríl, einans tveir mánaðir undan HM-endaspælinum. Tað sigst, at leikararnir í hópinum høvdu mist álitið á Halilhodžić – eitt nú eftir undrunarverdar úttøkur. – Tingini byrjaðu at broytast, tá ið Keisuke Honda ikki varð úttikin á vári í 2017, sigur Kozo Tashima, forsetin í japanska fótbóltssambandinum, í sam­røðu við ESPN. – Úrslitini versnaðu, hyggjaratølini lækk­aðu og vónirnar lækkaðu við. Hetta er eitt lágpunkt, greiddi Tashima víðari frá. Nýggjur maður í japanska venjara­sess­ inum er Akira Nishino, ið áður hevur vant eitt nú U20- og U23-landsliðini hjá Japan. Hann spælir ein meira undirhaldandi og eyð­kendan asiatiskan spælistíl, og hann hevur eisini forbarmað seg yvir tey stóru nøvnini hjá Japan, og eitt nú er Keisuke Honda úttikin til HM. Akira Nishino er 63 ára gamal, og liðið hjá Japan er ikki so ungt heldur. Miðal­ aldurin er 28 ár, og tað er hægsti miðal­ aldur eitt japanskt landslið nakrantíð hev­ ur havt í HM. Fyrsti dysturin undir nýggja venj­ara­ num, ein venjingardystur ímóti Gana, varð taptur 2-0, og tað tykist eisini sum um tað enn er nakað eftir á mál at endur­vinna ein størri fótbóltsáhuga í Japan. Japanskir miðlar skriva, at tað hesaferð vóru 150 viðhaldsfólk, sum møttu upp á flog­vøll­ inum at ynskja japanska landsliðnum góða eydnu, tá teir settu kósina ímóti HM. Talið plagar at vera væl hægri. Í 2014 møttu 700 við­halds­ fólk upp. Hvørjar vónir hevur tú fyri Póllandi í bólki H? – Eg vóni og vænti, at Pólland verður antin nummar eitt ella tvey í bólkinum. Hvussu langt kann Pólland røkka í HM-endaspælinum? – Um Pólland vinnur seg í fjórðings­ finaluna, so hevur verið talan um eitt væl­ eydnað HM-endaspæl fyri Pólland. Men sjálvandi vóni eg, at Pólland kann yviraska øll og vinna eitt HM-heiðursmerki. Hvør væntar tú vinnur HM? –Fyri mær er Brasil favorittur til at vinna HM. Teir hava verið ógvuliga sanførandi í HM-undankappingini, og sum eitt lið haldi eg teir eru tað sterkasta liðið. Brasil hevur altíð verið eitt álopsliga gott lið, men teir manglaðu disiplin í verjupartinum í tí seinasta HM-endaspælinum tá teir taptu til Týskland. Men nú við hesum nýggja venjaranum hava teir eina ógvuliga góða javnvág á liðnum. Teir eru sterkir í verjupartinum, og hava høgar dygdir í álopinum, og tí vænti eg, at teir fara at vinna HM. „UM PÓLLAND VINNUR SEG Í FJÓRÐINGS­ FINALUNA, SO HEVUR VERIÐ TALAN UM EITT VÆLEYDNAÐ HM“ LUKASZ CIESLEWICZ, PÓLLAND: BÓLKUR H FEKK SEKKIN BEINT ÁÐRENN HM Kozo Tashima, forseti í japanska fótbólts- samband­inum (t.v.) og nýggi venjarin hjá Japan, Akira Nishino.