hósdagur 14. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin skrivar
mánadagin, at
Johnny í Grótinum
skrivar dulnevndar
greinar um
Liljuna Weihe á
Vágaportalinum.
Allar vikuna hevur
nevningating verið
í Føroya rætti, har
tveir ungir mans
eru ákærdir fyri
drápsroynd.
Ein amerikanari
datt oman við
Reynsgil í Vágum.
Niels Uni Dam gevst
sum ummælari í
Kvørnini.
Í dag byrjar HM í
Russlandi.
Skuggarithøvundur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk eru flutt úr Føroyum
seinastu 12 mánaðirnar. So
fá eru ikki flutt úr Føroyum
í eitt ár síðani 1980
1.143
Tá onkur skrivar eina grein undir einum øðrum
navni, antin einum íspunnum dulnevni ella undir
navninum hjá einum øðrum borgara.
Teldupostar, sum Sosialurin hevur fingið
sendar, vísa, at Johnny í Grótinum hevur
sent fleiri greinar til Ólav í Beiti, blaðstjóra
á Vágaportalinum, um málið millum
kringvarpsstjóran og Liljuna Weihe. Greinarnar,
sum viðgera málið, sum Johnny í Grótinum
sjálvur er partur av, verða síðani lagdar út
á Vágaportalin í óbroyttum líki, men undir
navninum hjá Ólavi í Beiti. Tí fær lesarin ta
fatan, at tað er Ólavur í Beiti á Vágaportalinum,
ein óheftur tíðindamiðil, sum hevur skrivað
greinarnar, og ikki kringvarpsstjórin sjálvur, sum
sjálvandi er partur í málinum.
Vóni íslendingar megna at
HUHsavna seg um uppgávuna
nú HM er í hondum. Tað hevði
verið HUHaligt um Ísland vann
seg víðari.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri,
8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður
og hitin millum 9 og 12 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5
til 10 m/s, sum út á náttin øtlar í
andøvsgul upp í ein strúk í vindi av
Lot til andøvsgul av útsynningi,
3 til 8 m/s, seinni av suðri.
Sólglottar, men eisini okkurt æl.
Hitin millum 9 og 12 stig.
8-13 m/s
5-10 m/s
Ferðavinnan mennist í Føroyum, men enn
kunnu nógv koma higar at vitja uttan, at
tey eru ov nógv.
Í løtuni verður kjakast um, hvussu vit
taka ímóti ferðafólkunum og hvussu vit
fáa eitt sindur av pengum burturúr.
Haldi tað er landsstýrismaðurin við
vinnumálum, sum hevur staðfest, at vit
eru heldur sein á sjóvarfallinum at gera
ein ferðavinnupolitikk. Vit burdu havt
lagt hetta til rættis áðrenn vit komu so
langt, sum vit eru komin nú.
Men nú verður tað gjørt.
Sjálvandi taka trupulleikar seg upp
ymsastaðni í landinum, tá ið ókunnufólk
koma, men tað finnast loysnir. Nú ræður
um at samskipa loysnirnar, so vit gera
nøkulunda tað sama móti ferðafólki kring
alt landið.
Sum við øllum øðrum, so er ein partur
av øllum hesum, hvør skal fáa vinningin
av útlendsku vitjanunum. Hvør hevur
vøruna, sum ferðafólkini spyrja eftir.
Er tað bøndurnir, sum eiga og umsita
náttúruna, er tað túrfyriskipararnir ella
eru tað busseigararnir?
Ein partur av ferðavinnuni eru tey, sum
hýsa og matgera til fremmandafólkið.
Tey hava vørur at selja, sum ferðafólkini
spyrja eftir.
Men samstundis hoyra vit javnan, at
tey sum arbeiða í hesi vinnuni í ávísan
mun arbeiða uttanfyri sáttmálarnar, sum
eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum.
Vinnan sigur, at tað er so tungt at reka
slíkt virksemi, at tað ikki altíð ber til at
yvírhalda galdandi sáttmálar.
Hetta er skiljandi í einari menningartíð,
men eftirhondini er talið av ferðafólkum
vaksið so nógv, at nú má fara at bera
til, eisini at lata teimum, sum arbeiða í
vinnuni eina virðiliga løn.
Tí hví skulu vit annars royna at fáa
ferðafólk hendan vegin?
Eitt mál, sum hevur verið frammi
í hesi vikuni, eru teldupostarnir,
sum kringvarpsstjórin hevur sent
Vágaportalinum.
Sosialurin hevur skrivað um málið
alla vikuna og í gjár fór kringvarpsstýrið
á fund um málið. Onki ítøkiligt er komið
fram um, hvat stýrið ætlar at gera, men
tað seinasta er, at tíðindadeildin samd
finst at stjóranum fyri teldupostarnar
hann sendi.
Í journalistiskum høpi er hetta eitt
megamistak, kringvarpsstjórin hevur
gjørt. Væntandi innlit og evnir at skilja
handverkið hjá okkum, er helst orsøkin.
Og fyri fyrstu ferð í langa tíð, so hevur
ICES boða frá, at næsta ár, kunnu vit fiska
dupult so nógan tosk á landgrunninum,
sum í ár.
Pílarnir venda nú rættan veg aftur og
orsøkin sigst vera gróðurin í havinum
og nógva nebbasildin, sum er um okkara
leiðir.
Í longri tíð – trý-fýra ár – hava vit
hoyrt,, at nú kemur fiskurin aftur, men
hetta er fyrstu ferð, at bæði ICES og
Havstovan halda, at nú er okkurt at hava
optimismuna í.
Gleðilig tíðindi!
At enda, so hevur Várharra vælsignað
okkum vit vatni. Gróðurin hoyrist
næstan, nú jørðin eftir drúgvan
turk aftur fekk vætu.
Vónandi ber alt
hetta boð um eitt
gott summar.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Suni Schwartz Jacobsen,
fyrrverandi stjóri í
Betri, nú verður stjóri í
grannskoðarafyritøkuni
Numo?
3-8 m/s