Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum JUSTINUS JUSTINUSSEN Eg koyri dagliga gjøgnum tunlarnar til bygdirnar eystan Múla og upplivi dagliga, hvussu ræðulig støðan er fyri fólkið, sum býr norðanfyri tunlarnar. Farleiðin kann vera lívshóttandi, um eitt óhapp hendir inni í tunlunum og fólk ikki sleppa til rýmingar. Mong vaksin tora ikki at koyra gjøgnum tunlarnar, meðan skúlabørn dagliga verða noydd at koyra hesa vandafullu leiðina. Miðflokkurin raðfestir at byggja nýggjar tunlar norð um Fjall og vil, at farið verður í gongd beinanvegin. Vit hava góðar tíðir nú og alt er ein spurningur um vilja og raðfesting. Miðflokkurin raðfestir ríkidømið rætt. Tí velji eg Miðflokkin. Skilagóður fíggjarpolitikkur Tað almenna eigur sum meginregla ikki at taka meiri pening inn frá borgarunum, enn brúk er fyri. Tað almenna eigur ikki at taka pening inn við tí endamáli at goyma pengar í almennum kassum. Tó eigur tað almenna at hava fíggjarligt rúm og fíggjarliga styrki at møta framtíðar avbjóðingum. Í góðum tíðum eiga vit at leggja til síðis fyri at vera tilreiðar at møta ringum tíðum. Hetta er galdandi fyri hvønn einstakan og fyri alt samfelagið. At leggja til síðis merkir ikki einans at goyma pengar. Tað merkir eisini at goyma pengar í varandi virðum. Tí er skilagott at útbyggja samfelagið í góðum tíðum. Miðflokkurin var við til at leggja uppskotið um Tunlar norð um Fjall fyri Løgtingið. Tunlarnir eiga at gerast nú, tí annars kann økið norðanfyri tunlarnar í longdini verða fyri afturgongd. Tað er ikki skilagott í stórum at økja almennar rakstrarútreiðslur í góðum tíðum. Men tað er skilagott at gera íløgur í útbyggingar. Gjørdar løgur verða verandi og leggja grundarlag fyri øktum virksemi og harvið øktum inntøkum. Tað er ein betri máti at goyma virðini, tí tá eru goymdu virðini við til at økja um framtíðar inntøkur. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN MIÐFLOKKURIN RAÐFESTIR RÍKIDØMIÐ RÆTT Vangamynd KUNNGERÐ UM BROYTING Í BÝARPLANINUM FYRI SUNDA KOMMUNU Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 30.04.2018 og 28.05.2018 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu. Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini við Gjógv umfatar: Frá A (Miðstaðarøki) verður: Partur av matr. nr. 26a broyttur til B (Bústaðarøki) og partur av matr. nr. 207 broyttur til J (Landbúnaður). Frá B (Bústaðarøki) verða/ur: Partur av matr nr. 128b broyttur til C (Vinnu- og ídnaðarøki) og partur av matr nr. 139a broyttur til D (Havnaøki). Matr nr. 139a broyttur til E (Almennir stovnar). Partur av matr. nr. 10, 20, 162, 191 og 198 broyttir til H (Frílendi). Matr. nr. 214, og partur av matr. nr. 21, 46b, 112, 118, 139a, 139ag ,148, 157a og 182 broyttir til J (Landbúnaður). Matr. nr., 22, 24a, 79, 91, 96, 108a, 139a, 199c, 222 og 224 broyttir til N (Neyst). Frá B1(Bústaðarøki) verður: Partur av matr. nr. 139ag broyttur til J (Landbúnaður). Frá C (Vinnu- og ídnaðarøki) verða/ur: Partur av matr. nr. 25b broyttur til B (Bústaðarøki). Matr. nr. 26c og partur av matr. nr. 24c og 139a broyttir til B1(Bústaðarøki). Partur av matr. nr. 139a broyttur til F (Alment fríøki). Partur av matr. nr. 58 broyttur til J (Landbúnaður). Frá D (Havnaøki) verða: Partur av matr. nr. 21, 46b, 58, 118, 139a, 157a og 160a broyttir til J (Landbúnaður). Frá E ( Almennir stovnar) verða: Partur av 199a og 205 broyttir til A (Miðstaðarøki). Partur av 100a, 114a og 171 broyttir til B (Bústaðarøki). Partur av matr. nr. 46c, 70 og 157a broyttir til J (Landbúnaður). Frá F (Alment fríøki) verða: Partur av matr. nr. 37 broyttur til B (Bústaðarøki) og partur av matr. nr. 191 broyttur til H (Frílendi). Frá H (Frílendi) verða/ur: Matr nr. 22, 24a, 28c, 36, 43, 45, 63, 102, 110a, 122a, 131a, 131b, 139a, 139s, 152, 163, 173, 175, 190, 199b, 200, 203, 207, 221 og partur av 31a, 37, 88, 99, 134, 181 broyttir til B (Bústaðarøki). Partur av matr. nr. 24c og 139a broyttir til B1(Bústaðarøki). Partur av matr. nr. 181 broyttur til F (Alment fríøki). Partur av matr. nr. 21, 46b, 58, 60, 118, 139a, 151, 157a og 160a broyttir til J (Landbúnaður). Frá J (Landbúnaður) verða/ur: Partur av 199a og 205 broyttir til A (Miðstaðarøki). Matr. nr. 90, 104, 105, 196 og partur av matr. nr. 14, 17b, 25b, 26a, 86, 95, 100a, 114a, 116, 161, 164 og 195a broyttir til B (Bústaðarøki). Partur av matr. nr. 139a broyttur til B1 (Bústaðarøki). Matr. nr. 31b, 39, 48c, 54, 109a, 154, 170, 172 og partur av matr. nr. 34, 128b og 174 broyttir til C (Vinnu- og ídnaðarøki). Matr. nr. 139a og partur av 100a, 114a og 169 broyttir til E (Almennir stovnar). Partur av matr. nr. 139a broyttur til F (Alment fríøki). Partur av matr. nr. 6, 10, 20, 162, 166, 191 og 198 broyttir til H (Frílendi) Matr. nr. e, g, o og partur av matr. nr. a, c, d, f, g, k, n og p verða broyttir til vegir, sambært grein 16 í byggisamtyktini í Sunda kommunu. Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Oyri umfatar: Frá J (Landbúnarøki) verður: Matr. nr. 35a broyttur til B (Bústaðarøki) Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Tjørnuvík umfatar: Frá H (Frílendi) verða: Matr. nr. 21, 47a, 55, 56, 58, 68, 69, 72 og partur av matr. nr. 72 broyttir til B (Bústaðarøki). Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð. Frá hósdegnum 14.06.2018 til mánadagin 09.07.2018 báðir dagarnir íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 27.08.2018. Oyrarbakki tann 14. juni 2018 Sunda kommuna