hósdagur 14. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
6
MILDRIÐ JACOBSEN
– Eg hevði ikki orkað fimm ár
afturat í stjórastarvinum í Kring
varpinum, og eg hevði ikki tikið av,
um eg hevði fingið í boði at hildið
fram eitt stjóraskeið afturat. Eg
hevði kanska kunnað verið eitt
ár ella tvey afturat, men fimm
ár hevði eg ikki orkað, sigur Dia
Midjord, sum var stjóri í Kringvarpi
Føroya frá 2012 til 2017, og sum fyri
kortum tók við sum stjóri í hýri
vognsfyritøkuni Auto í Havn.
Dia Midjord sigur, at stjóra
starvið í kringvarpinum var øgi
liga spennandi, og at hann lærdi
ótrúliga nógv hesi árini. Men tað
var eisini sera strævið.
– At vera stjóri hjá 85 fólkum,
har nógv hava meiningar um øll
mál og um alt í samfelagnum, ger,
at ein hevur nógv at fyrihalda
seg til innanhýsis, sigur hann
og leggur afturat, at eisini
uttanhýsis eru nógvar meiningar
um kringvarpið, og nógv atlit at
taka.
– Allir føroyingar rinda kring
varpsgjald. Teir halda seg harvið
eiga eitt partabræv í kringvarpi
num, og halda tí, at tað er í lagi
at gera vart við sína misnøgd við
kringvarpið. Harafturat er kring
varpið ikki so fáar ferðir umrøtt
á løgtingsins røðarapalli, har tað
hevur verið funnist at bæði hesum
og hasum, sigur Dia Midjord, sum
hevði drúgvar arbeiðsdagar tey
fimm árini, hann sat í stjórasessi
num.
Arbeiðsdagurin byrjaði ofta tíð
liga um morgunin, og hann fór ikki
til hús, fyrr enn klokkan var farin
av seks um kvøldið.
– Eg eri soleiðis innrættaður, at
tá eg geri eina uppgávu, so geri eg
tað ordiligt, sigur Dia, sum eisini
ofta upplivdi, at fólk ringdu bein
leiðis til hann bæði leygardagar og
sunnudagar at klaga um stórt og
smátt.
– Tað var strævið, men eg lærdi
meg at liva við tí. Og tá tú situr í
einum slíkum starvi, so mást tú
vera høviskur, sama hvussu tú
verður húðskeldaður. Tú kanst
ikki venda kanónini, men mást
telja upp í tíggju og svølgja fleiri
ferðir. Og tað vísti seg eisini, at tá
tú hevði snakkað við hesi fólkini,
so komu tey øll niður á jørðina.
– Eg hugsaði ikki um hetta sum
nakað keðiligt, sjálvt um tað sjálv
andi er strævið, sigur Dia, sum
ásannar, at battaríni hjá honum
vóru øgiliga tóm, tá hann hevði
verið stjóri í kringvarpinum í fimm
ár.
Hóast stjóratíðin í nógvar mátar
var strævin, so var hon eisini sera
spennandi og mennandi, og Dia
heldur, at hann lærdi ómetaliga
nógv hesi árini.
– Eg visti ikki frammanundan,
hvussu tað er at vera ovasti leiðari.
Eg hevði roynt at hava ábyrgd, men
tað er øðrvísi, tá tú ert allarovast
og hevur tamarhald á øllum bólt
unum. Tað lærir ein ógvuliga nógv
av, sigur Dia, sum heldur, at øll áttu
at roynt at verið stjóri eina tíð.
– Eg veit, at tað eru ikki øll, sum
tíma tað. Men øll áttu at roynt tað,
tí ein lærir ómetaliga nógv. Tað er
eisini keðiligt viðhvørt, men tað
er so avgjørt nógv meira positivt
BATTARÍINI VÓRU
Dia Midjord umhugsaði
ongantíð at søkja starvið aftur,
tá skeiðið hjá honum sum
stjóri í kringvarpinum var úti
á ólavsøku í fjør. – Tíðin sum
kringvarpsstjóri var ómetaliga
spennandi og lærurík. Men eg
hevði ikki tikið av, um eg hevði
fingið bjóðað at hildið fram í
stjórastarvinum. Tá vóru míni
battarí næstan tóm, sigur Dia
Midjord, sum herfyri tók við sum
stjóri í hýrivognsfyritøku í Havn
Dia Midjord:
PERSÓNSSØGA: Dia Midjord