Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 7 NÆSTAN TÓM enn negativt við at vera stjóri, sigur hann. Vildi fáa skil á stovnin Dia Midjord hevði arbeitt á stovni­ num í 11 ár, tá hann tók við sum stjóri í kringvarpinum. Hann hevði roynt tað mesta, og hevði verið bæði vanligur journalistur, redak­ tør­ur, redaktiónsleiðari, álitisfólk og stýrislimur. Hann hevði fingið gott innlit í stovnin, sum hevði drigist við fíggjar­ligar trupulleikar og hall í fleiri ár, áðrenn hann tók við sum stjóri. – Eg søkti stjórastarvið, tí eg hugsaði, at tað kundi ikki vera rætt, at tað ikki bar til at fáa skil á stovnin, sigur Dia, sum fekk at vita frá stýrinum, tá hann varð settur í starv­ið, at kringvarpið hevði hall. – Eg fekk ikki at vita, hvussu stórt hallið var, tí tað visti ongin tá. Eg fór beinanvegin at grópa í tølunum og roknaði út, hvat ársúrslitið fór at verða. Tá bleiv eg heitur um oyruni og avgjørdi at høgga bremsurnar í, sigur fyrr­ verandi kringvarpsstjórin, sum segði øllum fríyrkisfólkunum og 12 fólk­um í føstum starvi upp nakrar fáar mánaðir eftir, at hann hevði tikið við stjórastarvinum. – Tað fyrsta hálva árið var hart og kontant. Tað var ikki stuttligt at noyðast at siga so nógvum fólkum upp, men tað var neyðugt fyri at fáa virksemið hjá stovninum at sam­svara við inntøkurnar. Uppsagnirnar høvdu eisini við sær, at óvissa valdaði millum starvs­fólkini, sigur Dia og leggur afturat, at hendan óvissan gjørdi, at starvsfólkini vóru friðarlig og vístu seg frá sínari bestu síðu tað fyrsta árið. – Soleiðis er tað jú í einum makt­ stríði. Tú vilt ikki vera tann, sum verður koyrdur. Brúkar tú munn og finst at øllum møguligum, so kanst tú rokna við, at tað verður tú, sum rýkur næstu ferð. So tað fyrsta árið var tað friðarligt í so máta. Men so skjótt pengar komu aftur í kassan hjá kringvarpinum, so komu krøv­ ini frá starvsfólkunum eisini. – Tað er púra natúrligt. Tá broytast starvsfólkini frá at vera undir­brotlig til at spenna bringuna fram og siga sína meining, sigur Dia, sum leggur afturat, at soleiðis er tað allastaðni. Hall vent til stórt yvirskot Hallið hjá kringvarpinum var 4,7 milliónir krónur tað fyrsta árið, meðan Dia var stjóri. Hann greiðir frá, at hevði kringvarpið ikki høgt bremsurnar í, hevði hallið verið enn størri. – Longu árið eftir høvdu vit yvir­skot, og tað høvdu vit øll árini, eg var stjóri. Tá eg gavst, hevði kring­varpið eins nógvan pening á bók, og útvarpið hevði, tá útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman. – Nógv fólk hava verið við til at bygt stovnin upp aftur fíggjar­ liga. Ikki bara eg. Úrslitið er so har, og talan er um eina tví­siffraða millióna­upphædd, sum kring­ varpið eigur til góðar, sigur Dia