hósdagur 14. juni 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
8
Midjord.
Umframt at siga fólkum úr
starvi og senda fríyrkisfólk til hús,
vórðu átøk eisini gjørd fyri at økja
inntøkurnar hjá kringvarpinum.
Eitt, sum gjørdi góðan mun,
var tá Gekkurin varð umskipaður
í mai í 2013. Upphæddirnar á
Gekkahjólinum blivu størri, og tá
vaks áhugin fyri Gekkinum nógv,
og inntøkurnar vórðu nógv størri,
greiðir Dia frá.
Harumframt var íløgukarmurin
trongur, og deildirnar fingu ávísar
upphæddir at halda seg innan fyri,
sigur Dia, sum als ikki hevði trupul
leikar av, at hann nú var stjóri hjá
teimum, sum hann hevði arbeitt
saman við á jøvnum føti í nógv ár.
– Tað var púra natúrligt hjá
mær at vera stjóri. Tað var als ikki
torført at fara frá at arbeiða saman
við fólkunum til at vera stjóri hjá
teimum. Tað minnir um ítrótt.
Avleiðingarnar eru sjálvandi ikki
tær somu, men mekanismurnar
eru tær somu sum í ítrótti, sigur
Dia Midjord, sum hevur hægstu
hondbóltsvenjaraútbúgvingina
og hevur spælt hondbólt og verið
hondbóltsvenjari í nógv ár.
Avgjørdur um at siga upp
Dia Midjord var alla tíðina av
gjørdur um, at hann fór ikki at
søkja stjórastarvið av nýggjum, tá
skeiðið hjá honum gekk út á ólav
søku í fjør.
– Eg hevði kunnað søkt aftur,
men eg eri so fýrkantaður. Tað stóð
í sáttmálanum, hvør síðsti arbeiðs
dagurin hjá mær var, og tað helt eg
meg til.
– Eg hevði heldur ikki orkað
fimm ár afturat. Eg hevði kanska
tikið av, um eg fekk í boði at halda
fram í eitt ár ella tvey afturat, men
eitt fimm ára skeið afturat kom
ikki upp á tal.
Hann var eisini avgjørdur um,
at hann fór ikki aftur í eitt vanligt
starv í kringvarpinum, tá stjóra
tíðin var av.
– Eg hevði sett mær fyri, at eg
fór ikki niður aftur á gólvið eftir
fimm ár sum stjóri at arbeiða undir
einum øðrum stjóra. So hevði eg
sitið har við vitan, og alt hevði
blivið mistulkað. Hevði eg opnað
munnin, hevði tað verið mistulkað,
og um eg tagdi, so hevði tað eisini
verið mistulkað, sigur Dia Midjord,
sum heldur ikki hevði hug at venda
aftur til journalistfakið.
– Eftir at hava arbeitt í fimm
ár við fyrisiting og heilt lítið og
bara yvirskipað við journalistikki,
brendi eg ikki fyri at fáa fingrarnar
niður aftur í vespureiðrið, sigur
Dia, sum er væl nøgdur við tað,
sum hann avrikaði sum stjóri í
kringvarpinum.
Gott grundfesti
– Eg eri serliga væl nøgdur við tann
fyrisitingarliga partin. Stovnurin,
sum var um at fara á ørmundarhús,
gjørdist fíggjarliga sterkur hesi
árini. Tað eydnaðist at venda
gongdini, og nú hevur stovnurin
eitt gott grundfesti. Tað var tað,
sum stovnurin hevði brúk fyri tá,
sigur Dia, sum ásannar at so nógv
orka fór til hetta arbeiðið, at okkurt
annað datt niðurímillum.
–Trivnaður, starvsfólkarøkt og
tann journalistiska kósin komu
ikki har upp, sum eg hevði ætlað,
at tey skuldu. Men tølini talaðu fyri
seg, og brúk var fyri at seta fokus á
tað tá, sigur Dia, sum greiðir frá, at
hann fekk greitt at vita frá kring
varpsstýrinum, at stovnurin skuldi
hava yvirskot.
– Tað blivu eisini til nógvar
milliónir, og eg eri glaður fyri tann
partin, sigur Dia, sum heldur, at tað
vóru ongantíð stundir til veruliga
at seta seg niður og arbeiða við
hvørki visión ella missión.
Hann sigur, at á einum so stór
um stovni eru tað altíð nógv ymisk
mál at taka støðu til, og at tað var
vónleyst bara at seta seg niður og
brúka heilar dagar til at arbeiða við
spennandi framtíðarætlanum.
– Tú møtti tí fyrsta trupul
leikanum longu í gongini tíðliga
um morgunin, og allan dagin vóru
nógv ymisk mál, sum støða skuldi
takast til, sigur Dia, sum ongantíð
hevur verið bangin fyri at skera í
gjøgnum og taka eina støðu.
– Eg skinkli ikki. Eri eg í iva,
so kanni eg málið fyrst. Tað
haldi eg, at ein skyldar teimum,
sum avgerðin ávirkar. Tað skal
gerast ordiliga, tí avleiðingarnar
av einari avgerð kunnu verða
øgiligar, sigur fyrrverandi
kringvarpsstjórin.
Lovaði sær langa feriu
Dia hevði onga hóming av, hvat
hann skuldi fara at gera, tá hann fór
úr stjórasessinum í kringvarpinum
á ólavsøku í fjør. Tað ræddi hann
ikki, at hann einki annað starv
hevði í boði.
– Eg hevði ikki ánilsi fyri, hvat
eg skuldi. Eg visti bara, at eg vildi
royna okkurt, sum hevði við umsit
ing og fyrisiting at gera. Eg hugsaði
ongantíð, at eg fór kanska ikki at
fáa eitt annað starv. So hevði eg
bara byrjað okkurt sjálvur, sigur
Dia, sum hevði lovað sær sjálvum
at halda feriu í fimm mánaðir, tá
hann fór úr kringvarpinum.
– Tað var ein fantastisk tíð. Eg
slappaði fullkomiliga av. Eg byrjaði
at renna, súkkla og venja. Eg las
eisini og brúkti tíðina til at finna
fram tilfar um hondbólt, sigur Dia,
sum áðrenn hann gjørdist stjóri
í kringvarpinum, brúkti nógva
tíð innan hondbólt. Hann hevur
hægstu venjaraútbúgving og
hevur verið venjari í nógv ár. Men
meðan hann var kringvarpsstjóri,
var tað álagt honum ikki at hava
nakað venjarastarv.
– Eg tók við sum venjari hjá
besta mansliðnum hjá strandinum
dagin eftir, at eg fór frá sum kring
varpsstjóri, sigur Dia, sum heldur,
at tað var øgiliga gott at koma aftur
til ítróttin.
Umframt venjarastarvið hjá
strandingum er Dia í løtuni eisini
venjari hjá A-landsliðnum hjá
kvinnum og hjá U16-landsliðnum
hjá gentum.
Stjóri í Auto
Dia hevur seinastu mánaðirnar
verið stjóri í hýrivognsfyritøkuni
Auto í Havn. Hann sigur, at tað
var av tilvild, at hann sá starvs
lýsingina, og at hann at byrja við
hugsaði, at hetta er øgiliga langt
burtur frá tí, sum hann hevði
arbeitt við, og at tað at vera stjóri
í einari hýrivognsfyritøku var ein
fullkomiliga fremmand verð.
– Men eg visti eisini, at tey somu
tingini ganga aftur, tá tú ert leiðari.
Tað ræður um at fáa yvirlit yvir
støðuna, vera rættvísur, seta segl
og halda kósina. Mekanismurnar
eru tær somu, sama um tú ert
venjari ella stjóri í almennari ella
privatari fyritøku. Øgiliga nógv
gongur aftur, sigur Dia, sum tók
við sum stjóri í Auto 1. februar í ár.
Hann er tann fyrsti stjórin, sum
ikki er millum teir 33 bileigararar,
ið eiga felagsskapin Auto.
– Nevndin valdi at seta meg í
starvið. Eg eri uttanveltaður, eg
havi ongan bil og eri bara stjóri.
Tær avgerðirnar, sum eg taki, verða
tiknar eftir tí sannføring, at tað
skal vera so rættvíst sum møguligt
og eftir, at tað eru 33 eigarar, sum
allir mugu fáa líka nógv ella líka
lítið, sigur Dia, sum dámar nýggja
starvið sera væl.
– Mær dámar øgiliga væl. Eg havi
stóra ábyrgd og nógv at gera, men
eg havi eisini stórt frælsi. Starvið
hóskar sera væl til ítróttarpartin
av lívinum hjá mær, sigur hann og
vísir á, at í hesum starvssáttmála
num eru ikki somu ásetingar um, at
hann ikki má hetta og hatta.
– Hetta starvið er øgiliga
krevjandi, men tað er krevjandi
upp á ein heilt annan máta enn
í kringvarpinum. Tað er ikki
soleiðis, at telefonin hjá mær
gløðir, og at teldupostarnir
streyma inn. Her er ein nógv
longri undir radaranum, og her
sleppur ein fyri tað mesta at
arbeiða í friði, sigur Dia, sum er
stjóri í einari fyritøku, sum bara
er stongd tríggjar tímar um árið.
– Auto hevur opið allan sólar
ringin hvønn einasta dag í árinum.
Bara jólaaftan millum klokkan 17
og 20 hava vit stongt, sigur Dia,
sum heldur, at tað er alla tíðina
neyðugt at hugsa um at menna
eina nýggja vøru, eisini tá talan er
um eina hýrivognsfyritøku.
– Um vit bara hugsa um, at fólk
skulu koyrast aftur og fram, so
verða vit yvirhálað av menningini
í samfelagnum. Tí onnur hugsa
eisini um, hvat kann gerast á teim
um ymisku økjunum, sigur Dia,
sum arbeiðir við ymiskum ætlan
um fyri Auto.
Allir møguleikar opnir
Dia Midjord sigur seg ikki hugsa
nógv um framtíðina, og hann sigur
seg heldur ikki hava dreymar um
hetta og hatta.
Hann vísir á, at hann hevur
roynt alt møguligt higartil í lívi
num. Hann hevur verið stjóri í al
mennari fyritøku, nú er hann stjóri
í privatari fyritøku, hann er venjari
hjá A-landsliðnum hjá kvinnum,
og hann hevur eisini verið venjari
hjá besta manslandsliðnum í hond
bólti.
– Tað ræður um at gera tað,
sum ein tímir. Mær hevur dámt
væl øll tey størvini, sum eg havi
havt. Eg havi ongantíð hugsað
um morgunin, at nú tími eg ikki
til arbeiðis. Eg havi altíð hildið tað
verið spennandi at fara undir eitt
ella annað, sigur hann.
– Um hetta verður lívsstarvið
ella ikki, tað hugsi eg ikki um. Hetta
er ordiliga stuttligt, og eg ætli mær
at gera tað so gott, sum eg kann. So
fái eg at síggja, um okkurt annað
stingur seg upp um nøkur ár, sigur
Dia Midjord.
MILDRID@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA: Dia Midjord