hósdagur 14. juni 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
9
LEIÐSLA
Jákup og eg fara út at eta lunch og fyrireika
ein temadag, sum vit skipa fyri. Tá vit koma
inn á matstovuna, royni eg at fáa samband
við ein tænara. Men hon hyggur niður, tí
matstovuleiðarin skeldar hana út. Vit hoyra
tey: “Hvussu ofta havi eg ikki sagt við teg,
at tú skalt rudda borðini, áðrenn tú letur
gestirnar seta seg. Tað skuldi ikki verið so
torført at mintst, ha? Lat tað ikki henda
aftur!”
Hann fer víðari og eg biðji um borð til
tveir. Hon tekur tvær matskráir og leiðir
okkum til borðið. So gleppur úr henni,
“Hann er ein idiotur! Hann hevur júst
fingið meira ábyrgd og heldur seg longu
vera stjóra. Hann ger, at øll missa hugin at
arbeiða her. Nå, men her er eitt reint borð!”
Løtu seinni kemur hon aftur. “Hevur
eingin givið tykkum vatn enn? Huff! Eg
veit ikki, hví eg skal gera alt arbeiðið her.”
Tað er sjónligt, at hon er ørkymlað. “Dávur,
kanst tú koma við vatni.” Hann kemur við
vatninum og setur tað á borðið. “Veit ikki,
hvat hon billar sær inn at rópa soleiðis eftir
mær. Eg havi nokk at gera sjálvur,” sigur
hann argur.
Nakrar minuttir seinni, kemur hon
aftur. “Hvat ynskja tit at eta?” Eg velji salat
og Jákup fiskarætt. “Er fiskurin góður?”,
spyr Jákup. “Hann er ok”, sigur hon ivandi.
Jákup velur salat ístaðin. “Hvat ynskja tit
at drekka?” Jákup ynskir Sisu og eg kaffi.
Hon er skjót aftur við Sisu, men ongum
kaffi. “Tey gloymdu at tendra nýggja kannu
av kaffi. Eg má jú gera alt her, so tað tekur
eina løtu.”
Okkara borð er ikki langt frá køkinum
og vit síggja, hvussu rættirnir verða settir
á diskin til tænararnar at bera gestunum.
Vit hoyra ein tænara siga við ein annan,
“Tú tókst mín ordra. Bíða eftir tínum egna!
Næstu ferð koyri eg Tabaskosós á tín mat.
Vita so, hvat tipp tú fært!”
Júst somu løtu kemur ein annar tænari
til kokkin og sigur, “Hví tekur tað so leingi at
koma við búffunum? Kunnu tit ikki arbeiða
skjótari. Also, hvat lærdu tit á kokkaskúla?!”
Tá vit vóru lidnir at eta, var ikki nógv
komið burturúr í mun til skipan av
temadegnum. “Hvar skulu vit møtast næstu
ferð? Ikki her, ha?”, sigur Jákup avgjørdur.
Eitt greitt “nei” frá báðum. Vit avtalaðu at
hittast á aðrari matstovu.
Vikuna eftir hittust vit aftur. Matstovu
leiðarin tosar við ein tænara, tá vit koma
inn. Tá hann sær okkum, sigur hann, “Væl
komnir, mínir harrar! Tveir til lunch?” “Ja,”
siga vit. “Sára, vilt tú vísa hesum harrunum
til borðið?” Men fyrst ger hann samtaluna
við Sáru lidna: “Sára, tú gert eitt gott arbeiði
og eg eri glaður fyri at síggja, hvussu væl tú
dugir við gestunum. Familjan, sum júst fór,
segði mær, hvussu væl úr hondum greitt,
arbeiði títt var. Gott arbeiði!”
Sára vísir okkum borðið og vit seta okk
um. “Eg vóni tit njóta matin,” sigur hon vin
arliga.
Tá hon kemur aftur, sær hon, at vatn
ikki stendur á borðinum. “Eg fari beint eftir
vatni. Ein av lærningunum er sjúkur í dag og
vit sakna hann veruliga. Hann syrgir altíð
fyri vatninum!”
Vit bíleggja matin. Eg skal hava salat og
Jákup fisk. “Hatta er ein av mínum yndis
rættum! Fiskurin er frískur og nokk er til,
bæði av fiski og øllum góðum aftur við,”
sigur hon frintliga. Hon spyr, hvat vit kunnu
hugsað okkum at drekka. Jákup vil hava
Sisu og eg kaffi. Hon er skjót aftur við Sisu,
men ongum kaffi. “Kaffi er so væl umtókt
her, at kannan var næstan tóm. So í staðin
fyri at geva tær seinasta dropan úr gomlu
kannuni, havi eg sett nýggja útá. So komi
eg við frískum kaffi til tín.”
Omaná ynskja vit at deila eina sjokuláta
køku. “Áh, tað skilji eg væl. Eg freistist altíð
at fáa mær eitt petti, tá eg beri sjokulátakøk
una til gestirnar,” sigur hon við einum smíli.
Tá vit eru lidnir at eta og hava avgreitt
temadagin, leggja vit eitt gott tipp eftir
okkum. Á veg út, heilsar matstovuleiðarin
okkum, takkar fyri og bjóðar okkum væl
komnum aftur skjótt.
Komnir út úr matstovuni, sigur Jákup,
“Hatta var eitt gott upplivilsi. Skulu vit ikki
hittast her aftur næstu ferð?” Vit eru samdir
báðir.
Munurin á matstovunum kemur ikki av
sær sjálvum. Munurin er munurin á vána
ligari og góðari leiðslu. Leiðsla er týdn
ingarmikil, tí trivnaðurin, arbeiðslagið
og tænastan í eini matstovu, fyritøku,
stovni ella samkomu er tengd at leiðslu.
Er leiðslan vánalig, atfinningarsom, passiv
og uttan mið og mál, kenna fólk seg ótrygg
og nýta alla orkuna at hugsa um sítt egna
stríð heldur enn um onnur. Er leiðslan góð,
eggjandi, virkin og málrættað, kenna fólk
set trygg og motiveraði. Yvirskot verður til
onnur. Innanhýsis klandur og stríð, styggir
fólk burtur og tey koma ikki aftur. Men tá ið
gleði og frælsi er í luftini, verða fólk drigin
inn og tey hava hug at koma aftur.
Góðir leiðarar lýsa av gleði um av at vera
partur av nøkrum, sum er stórri enn teir. Teir
eru fyrimyndir, tí teir vita, at persónligur
karakterur er týdningarmiklari enn avrik.
Teir vita at avrik skal til, men stýra uttan
at yvirstýra. Teir leggja stór mál, sum eru
øllum til frama. Teir útdeligera ábyrgd og
líta á, at arbeiðið verður gjørt við dygd. Teir
eru sannførdir um, at trivnaður, samstarv
og arbeiðsgleði skapir stórri vinning enn
bert tann fíggjarliga. Teir gleðast um, at tað
gongst einum væl og lata øll onnur vita um
tað. Teir vegleiða og rættleiða við djúpari
virðing, uttan at øll onnur skulu hoyra. Teir
fara við starvsfólki sum dýrabærari familju
og gestum sum virðismiklum menniskjum.
Teir vita, at tað, sum gestirnir uppliva úti á
gólvinum, hevur uppruna sín í góðari ella
vánaligari leiðslu inni á leiðsluborðinum.
Jógvan
Zachariassen
DOKTARI Í GUDFRØÐI, TÓNLEIKARI
OG RITHØVUNDUR. HANN STARVAST
DAGLIGA SUM SAMKOMULEIÐARI
Í LÍVDINI Í HOYVÍK.
BLOGGAR
BLOGGUR