Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 10 Almennar lønir TEMA: Almennar lønir Fýra tey fremstu á listanum, Jan Ziskasen, Joel undir Leitinum, Jóhanna á Bergi og Marius Davidsen, eru stjórar í feløgum, har tað almenna eigur øll partabrøvini. Tað er ikki fyrr enn á fimta og sætta plássi, at stjórarnir í P/F Elektron og P/F LÍV Holding, ið landsstýrið eigur saman við øðrum, eru at finna 12,4 MILLIÓNIR TIL 11 ALMENNAR STJÓRAR HALLUR AV RANA 12,4 milliónir krónur. Tað er upp­ hædd­in, ið teir seks menninir og fimm kvinnurnar, ið standa á odda fyri teimum 11 almennu parta­ feløg­unum, ið almennu Føroyar eiga í, kunna vænta at tjena næsta árið. Tað vísir ein uppgerð, ið Viku­ skiftis-Sosialurin hevur gjørt. Seks av teimum 11 stjórunum hava eina inntøku, ið er omanfyri eina millión krónur, tá hugt verður eftir, hvat teir tjentu í 2017. Av teimum seks er tað ein, ið eigur munin og tjenar 800.000 krón­ur meira enn nummar tvey á lista­ num. Tað er Jan Ziskasen, sam­taks­ stjóri í P/F Telefonverkinum, ið sambært roknskapinum hjá parta­ felagnum fyri 2017 fekk 2.188.000 krónur í samsýning. Ómar Svavars­son, nevndarformaður í P/F Telefonverkinum, sigur aðra­ staðni í blaðnum, at hann ikki kann upplýsa, hvussu lønin hjá stjóra­num er skrúvað saman og vildi sostatt heldur ikki upplýsa, um stjórin verður løntur eftir eini avriks­skipan. Tað verður hinvegin Joel undir Leitinum, stjóri í P/F Post­ verki Før­oya, ið liggur numm­ar tvey á listanum við eini inntøku á 1.428.778 krónur. Mánaðar­liga lønin hjá stjóranum í al­menna parta­ felag­num, ið lands­stýris­maðurin í vinnumálum hevur í hyggju at ein­skilja, er 78.000 krónur + 15 pro­sent í eftirløn. Men í 2017 fekk hann 240.000 krónur lagdar aftrat lønini, tí hann megnaði at røkka nøkrum av málunum, ið nevndin í almenna parta­felagnum hevði sett leiðsluni. Tjóðarflogfelagið tvær ferðir Føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways, sum í 2014 gjørdist 100 pro­sent alment aftur, er sum einasta felag umboðað tvær ferðir á listanum. Flogfelagið er eisini einasta almenna partafelagið, ið hevur tveir stjórar í stjórnini, men hóast tey eru tvey um arbeiðið, so fáa bæði tvey so mikið høga løn, at tey eru nummar trý og fýra á lista­num. Í roknskapinum hjá Atlantic Air­ways fyri 2017 verður beinleiðis upp­lýst, at Jóhanna á Bergi (CEO) fekk 1.218.000 krónur + 180.000 krón­ur í eftirløn og Marius David­ sen (CFO) fekk 1.035.000 krónur + 153.000 krónur í eftirløn. Um upp­hædd­irnar verða lagdar saman sæst, at Atlantic Airways í 2017 rindaði 2.586.000 krónur í samsýning til stjórarnar. Tað er 398.000 krónur meira enn Jan Ziska­sen fekk sum stjóri í P/F Tele­fon­verkið. Tað almenna gongur á odda Mangan verður nevnt, at tað al­menna má rinda góða løn til stjórar, tí annars er vandi fyri at missa tey bestu fólkini til tað privata vinnulívið, ið rindar hægri løn­ir. Men um hugt verður eftir lista­num, ber eisini til at staðfesta, at tað serliga eru tey almennu parta­feløgini, har landskassin eigur øll parta­brøvini, sum ganga á odda við høgu lønunum. Fýra tey fremstu á listanum, Jan Ziskasen, Joel undir Leitinum, Jóhanna á Bergi og Marius David­ sen eru stjórar í feløgum, har tað almenna eigur øll partabrøvini. Tað er ikki fyrr enn á fimta og sætta plássi, at stjórarnir í P/F Elektron og P/F LÍV Holding, ið landsstýrið eig­ur saman við øðrum, eru at finna. Ulla Joensen, stjóri í P/F Elek­ tron, er nummar fimm á lista­ num við einari árligari inntøku á 1.128.000 krónur, meðan Jan Jakob­ sen, stjóri í P/F LÍV Holding, fær 1.118.520 krónur. Kvinnurnar eru undir milliónini Hóast tað er javnstøða á listanum yvir almennar stjórar, so sæst eisini, at tað eru serliga mannligu stjór­arnir, ið tjena mest. Av teimum sjey stjórunum, ið tjena yvir eina millión krónur um árið, eru fimm teirra mannfólk. Einasti mannligi stjórin, ið ikki tjenar yvir eina millión um árið, er Uni Danielsen, ið er stjóri í bæði P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum. Fyri tað fær hann 426.841 krónur og er niðast á listanum. Av teimum fimm kvinnunum á listanum eru einans Jóhanna á Bergi og Ulla Joensen, ið tjena yvir eina millión, meðan Gudny Langaard, stjóri í P/F Vága Flog­ havn, Guðrið Højgaard, stjóri í P/F Visit Faroe Islands og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í P/F Fiskaaling, tjena millum 671.000 og 828.000 krónur um árið. Betur løntir enn arbeiðsgevarin Í tign er løgmaður hægstur í almennu fyrisitingini, men um lønin hjá løgmanni og hjá lands­ stýris­fólkunum verður saman­ borin við lønirnar hjá alment settu stjórunum sæst, at fleiri av stjóru­ num eru betri løntir enn arbeiðs­ gevarar teirra. Løgmaður fær 77.500 krónur í løn um mánaðin. Harumframt fær hann 15 prosent í pensjónsinngjaldi. Til­ samans gevur hetta honum eina mánaðarliga inntøku á 89.125 krónur, ið er 1.069.500 krónur um árið. Tað hevði verið nokk til eitt pláss á listanum sum nummar átta. Einki partafelag liggur tó undir mál­søkinum hjá løgmanni. Tey liggja øll undir málsøkjunum hjá Sam­ferðslumálaráðnum, Fíggjar­ mála­ráðnum og Uttanríkis- og Vinnu­málaráðnum. Landsstýrisfólkini í hesum ráð­um fáa 64.380 krónur í løn um mánaðin og somuleiðis eitt pen­ sjóns­inngjald á 15 prosent. Tað gevur eina samlaða upphædd á 74.037 krónur, ið er 888.444 krónur um árið, og høvdu tey somu­leiðis endað á einum 8. plássi á yvir­ litinum. HALLUR@SOSIALURIN.FO