hósdagur 14. juni 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
14
Almennar lønir
TEMA: Almennar lønir
HALLUR AV RANA
T
að elvdi til nógv kjak
fyrr í ár, tá ið tað kom
undan kavi, at nýggi
stjórin í Vága Floghavn,
Gudny Langgaard, fekk umleið
30.000 krónur minni um mánaðin
í løn enn Jákup Sverri Kass, ið hon
tók við eftir. Tað var tó ikki heilt
óvæntað, tí bæði Poul Michelsen,
landsstýrismaður í vinnumálum,
og Henrik Old, landsstýrismaður
í samferðslumálum, hava áður
gjørt vart við sína misnøgd við
høgu samsýningarnar, ið fleiri av
stjórunum í almennu partafeløg
unum fáa.
Tað er eisini júst undir teimum
báðum landsstýrismonnunum,
at flestu av teimum tíggju al
mennu partafeløgunum liggja.
Vinnumálaráðið varðar av P/F
Atlantic Airways, P/F Fiskaaling,
P/F Føroya Lívstrygging, P/F Tele
fonverkinum, P/F Posta og P/F
Visit Faroe Islands, meðan Sam
ferðslumálaráðið varðar av P/F
Eysturoyar- og Sandoyartunlum,
P/F Norðoyatunlinum, P/F Vága
Floghavn og P/F Vágatunlinum.
Einasta almenna partafelag, ið
ikki liggur undir málsøkjunum hjá
Poul Michelsen ella Henrik Old, er
P/F Elektron, ið liggur undir máls
økinum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hóast landsstýrismenninir
ikki kunna leggja seg ov nógv upp
í virksemið í almennu partafeløg
unum, so eru tað í síðsta enda teir,
ið velja nevndirnar og eru teir
eisini í leiklutinum sum eigari í
tøttum samskifti við nevndir
nar. Og tá nýggi stjórin í Vága
Floghavn fekk eina munandi
lægri løn enn undanfarni stjórin,
var tað í fullum samsvari við tað,
ið landsstýrismaðurin hevði sagt
við nevndina.
- Vit høvdu fleiri fundir við
nevndina um ymisk viðurskiftir,
og á teimum fundunum orðaði eg
tað við tey, at um ein møguleiki
var til tað, so ynskti eg broytingar,
sigur Henrik Old, ið heldur, at ein
stjóraløn á umleið 60.000 krónur
um mánaðin er meira enn ríkiligt.
- Sjálvandi eru summi ør um,
at man hevur koyrt lønina niður.
Men tá ið man hevur eina løn, ið
er ájavnt við eitt landsstýrisfólk,
so má tað vera at liva við. Summar
lønir eru øgiliga høgar, og um tað
var upp til mín, so fóru tær flestu
niður. Tá man fer langt upp um tað,
ið løgmaður tjenar, tá er man farin
upp um eitt upplagt mark, sigur
Henrik Old.
Álit um almennan ognarlut
Meðan nevndin í Vága Floghavn
sostatt tykist at hava handlað í
samsvari við viljan hjá landsstýris
manninum í Samferðslumálum, so
er eingin líknandi støða at síggja í
teimum sjey nevndunum, ið liggja
undir málsøkinum hjá Vinnumála
ráðnum. Tað merkir tó ikki, at Poul
Michelsen situr hendur í favn, tí í
løtuni verður eitt uppskot gjørt
klárt, ið skal brúkast til eitt orða
skifti í tinginum um millum annað
lønirnar hjá stjórunum í almennu
partafeløgunum.
- Vit eru í tí støðu, at vit hava
eitt álit um ognarlutin hjá almennu
Føroyum í ymiskum feløgum,
ið skal til viðgerðar í tinginum í
heyst. Har ynskja vit at gera greitt,
hvat tað merkir, at tað almenna
eigur eitt partafelag, hvat enda
málið við partafelagnum er, og
hvat man ynskir, at partafelagið
skal røkka av uppgávum. Í tí
sambandinum fer man at vekta,
hvussu stóra ábyrgd ein stjóri
hevur fyri einum partafelagi ella
grunni, ið landið varðar av, sigur
landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin vísir á, at
tað eru ymiskir faktorar, ið eru av
gerandi fyri hvat lønin hjá einum
stjóra er, og skal nýggi eigarapoli
tikkurin taka hædd fyri hesum.
- Í samband við álitið eru vit
noydd at taka spurningin um
lønir til stjórar upp og seta tað í
samband við tað, ið fyrigongur í
løtuni við almennum lønum. Har
umframt muga vit fáa greiðu á, um
tað sampakkar við góðan sið og um
tað brýtur frá tí, ið tað privata ger,
sigur Poul Michelsen.
Eru ávarað
At landsmyndugleikarnir eru í
holt við at orða ein nýggja eigara
politikk, ið kann fáa ávirkan á sam
sýningarnar og annað hjá starvs
fólkum í almennum feløgum, er
nakað, ið nevndarlimir hava fingið
at vita í góðari tíð.
- Eg havi á øllum fundum,
ið eg havi havt í ár við umboð
fyri partafeløg hjá okkum, gjørt
greitt, at 1. januar kunna koma
nýggjar reglur um samanseting
og samsýning til nevnd og lønar
politikk til stjórar. Tað er í sam
bandi við álitið, ið er á veg. So tey
eiga ikki at gerast bilsin 1. januar,
sigur Poul Michelsen og leggur
afturat.
- Tey skulu fyrireika seg upp
á, at tað almenna kemur at gera
reglur fyri, at bæði endamálið
og viðtøkurnar hjá einum felagi
skulu lýsast, og at nevndirnar
verða samansettar á ein hátt, at tey
kunnu røkka ásettum endamáli.
Haraftrat skal samsýning latast
eftir hvørjar og hvussu nógvar
uppgávur tey hava, og hvørjar
førleikar tey hava til at loysa hesar
uppgávur. Hetta eru reglur, ið
skulu vera fyri stjórar og nevndir.
Hóast tað er ein politiski vilji til
at fáa okkurt slag av tamarhaldi
á almennu lønunum, so ávarar
landsstýrismaðurin í vinnumálum
kortini móti, at ov nógvar forð
ingar verða lagdar fyri almennu
partafeløgini.
- Tað má ikki verða soleiðis, at
man bara fær tey fólk, ið verða
vrakað á privata arbeiðsmark
naðinum. Um tað privata liggur
fleiri míl frammanfyri í lønum,
so fer tað privata við øllum teim
um egnaðu fólkunum. So um
man hevur ein stjóra í einum al
mennum partafelagi, ið kappast
við eitt privat partafelag, so kunnu
vit ikki loyva okkum at hava ov
stóran mun. Tá muga vit taka
hædd fyri marknaðinum, sigur
Poul Michelsen.
Ikki bara stjórar
Poul Michelsen vísir eisini á, at
tað ikki einans eru stjórunum
í almennu partafeløgunum, ið
neyðugt er at hyggja at, men eisini
tí, ið verður goldið til nevndarlimir
nar í teimum ymiskum feløgunum,
ið landið varðar av.
- Vit eru noydd at hyggja eftir
samlaða almenna politikkinum hjá
landinum. Bæði hvussu nevndir
verða samansettar, javnvágin
millum kynini og hvørjar førleikar
limir skulu hava fyri at sita í teim
um. Alt hetta verður lagt fyri tingið
til alment orðaskifti, og fáa vit tá
greiðu á, hvat tingið meinar.
Sjálvur metir landsstýrismaður
in, at nakrar av teimum samsýn
ingum, ið verða latnar stjórum,
nevndarformonnum og nevndar
limum eru truplar at skilja.
- Um hugt verður eftir teimum
upphæddum, ið verða latnar
teimum ymisku nevndunum, so
er tað faktiskt eitt sindur ræðandi.
Mær fyrikemur, at onkrar av
hesum lønunum eru óskiljandi. Tað
kann vera, tað finst ein orsøk til tað,
men tað er neyvan nakað samband
millum grundgevingarnar fyri,
at summar nevndir hava givið
stjórum lønir, ið eru eitt sindur
óskiljandi, meðan onnur ikki hava.
Ongar rættningslinjur eru fyri
almennu feløgini, ið arbeiða púra
hvør sær og seta løn, sum tey vilja,
sigur Poul Michelsen.
Ein, sum er samdur við Poul
Michelsen í hesum, er starvsfelagin
í Samferðslumálaráðnum, ið
eisini hevur tikið fyrstu stigini
til broytingar í nøkrum av
nevndunum, ið hoyra til hansara
málsøkið.
- Vit hava minkað nevndina
í P/F Norðoyatunlinum úr sjey
til fimm limir, og tá politisk
undirtøka er fyri tí, so er ætlanin
at leggja P/F Norðoyatunnilin
og P/F Vágatunnilin saman í eitt
felag. Tað er upplagt, tí sum nú er,
so hava tey longu somu umsiting,
sigur Henrik Old, ið eisini sigur, at
tað kann gerast aktuelt at hyggja
eftir lønini í P/F Eysturoyar- og
Sandoyartunlinum.
– SUMMAR LØNIR
– Eg havi á øllum fundum, ið eg havi havt í ár við umboð fyri partafeløg hjá okkum,
gjørt greitt, at 1. januar kunnu koma nýggjar reglur um samanseting og samsýning til
nevnd og lønarpolitikk til stjórar. Tað er í sambandi við álitið, ið er á veg. So tey eiga
ikki at gerast bilsin 1. januar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum