hósdagur 14. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
13
HALLUR AV RANA
T
að vakti ans fyrr í ár, tá
Kringvarpið visti at siga,
at Gudny Langgaard,
nýggi stjórin í Vága Flog
havn, fekk 30.000 krónur minni í
løn enn Jákup Sverri Kass, ið var
undanfarni stjórin í felagnum.
Fleiri funnust eisini at tí órímiliga
í tí, at nýggi stjórin skuldi fáa so
nógv minni í løn fyri sama arbeiðið.
Kitty May Ellefsen, forkvinna í
nevndini í Vága Floghavn, hevur
trupult við at skilja kritikkin í sam
bandi við stjóraskiftið, ið hon metir
rakar skeivt.
- Eg dugi ikki at skilja tann kri
tikkin, ið vit fingu fyri hetta, tí í
mínari verð eru 60.000 krónur + 15
prosent í eftirløn ein góð byrjan
arløn. Man skal jú eisini prógva,
hvat man dugir fyrstu tíðina, sigur
nevndarforkvinnan, ið haraftrat
upplýsir, at munurin ikki er so
stórur, ið fólk halda.
- Lønin er ikki broytt nakað ser
ligt. Undanfarni stjórin fekk um
leið 70.000 krónur við eftirløn, tá
hann byrjaði.
Lønarlækkingin hongur væl
saman við fráboðanum frá polit
iskari síðu, har tað hevur verið
ilskast inn á høgu lønirnar í al
mennum feløgum, men nevndar
forkvinnan upplýsir, at tey ikki
hava fingið nøkur harraboð frá
landsstýrismanninum.
- Tað hevur verið nógv frammi
um, at almennu lønirnar eru
vorðnar ov høgar, og at politik
arar hava funnist at tí. Landsstýris
maðurin hevur ikki beinleiðis sagt,
hvat vit skulu gera, men vit hava
fingið eitt greitt signal um, hvat
man ynskir innan almennar lønir,
sigur Kitty May Ellefsen.
Eingin bonusskipan
Kitty May Ellefsen greiðir frá,
at tá nevndin fór undir at finna
ein nýggjan stjóra til felagið,
samdist nevndin um, hvat leitað
bleiv eftir í einum stjóra, og hvat
byrjanarlønin skuldi vera. Talan
er tó um eina byrjanarløn, og sum
navnið leggur upp til, so kann hon
broytast seinni.
- Innan tað privata so samráðist
man av og á um lønina. Tá verður
hugt eftir, um viðkomandi ger
eitt gott arbeiði, um strategiin, ið
nevndin hevur stungið út í kortið,
verður fylgd og líknandi. Um alt
tað er gott, so er tað tá ein samlað
nevnd, ið er samd um eina møgu
liga lønarhækkan, greiðir Kitty
May Ellefsen frá.
Í onkrum av hinum almennu
partafeløgunum verður arbeitt
við bonusskipanum, men sambært
forkvinnuni í Vága Floghavn, so er
tað ikki nakað, ið tey brúka.
- Soleiðis sum eg minnist, so hava
vit fingið at vita frá landsstýrinum,
at vit helst ikki skulu hava nakra
bonusskipan. So tað hava vit aldrin
arbeitt við, men hyggja í staðin
upp á lønina annaðhvørt ár, sigur
nevndarforkvinnan.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Fingu eitt greitt signal