hósdagur 14. juni 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
12
Almennar lønir
TEMA: Almennar lønir
HALLUR AV RANA
V
ið eini samsýning á
2.188.000 krónur í 2017
er stjórin í Føroya Tele
tann best lønti almenni
stjórin í einum almennum parta
felagi í yvirlitinum hjá Vikuskiftis-
Sosialinum. Ómar Svavarsson,
nevndarformaður í Føroya Tele,
sigur, at hann ikki kann vátta løn
ina, ella hvussu hon er skrúvað
saman, men upplýsir, at talan er
um somu løn, ið fyrrverandi stjórin
í Føroya Tele fekk, tá hann fór úr
starvi í 2015.
- Eg kom í nevndini í 2015, og
stutt eftir legði Kristian Davidsen
frá sær sum stjóri og fór í annað
starv. Tá vit so settu nýggjan stjóra
í starv, avgjørdu vit at halda fast í
sama lønarkarmi, men við onkrum
tillagingum, ið skuldi gera hann
einklari, sigur Ómar Svavarsson.
Nevndarformaðurin vísir á, at
tað ikki er so lætt at samanbera
stjóralønina í Føroya Tele við aðrar
føroyskar fyritøkur.
- Eg haldi, talan er um eina góða
løn, men tað er trupult at saman
líkna við nakað annað, tí talan er
um størstu telefyritøku í landinum.
Føroya Tele er eisini ein altjóða
fyritøka og sæst tað millum annað
aftur í, at fyrrverandi stjórin hjá
okkum tók við einum starvi sum
stjóri í eini telefyritøku í Grønlandi,
men eisini tá hugt verður eftir,
hvørja ábyrgd felagið hevur og
eftir umsetninginum hjá felagnum,
sigur nevndarformaðurin og
leggur afturat.
- Men um stjóralønin í Føroya
Tele verður samanlíknað við lønina
hjá ráðgevum, juristum og øðrum
líknandi størvum, so er talan um
eina góða løn, men tað hevði verið
løgið av mær at sagt, at hon er ov
høg ella lág. Um hugt verður eftir
fyritøkuni, hvussu hon klárar seg,
og hvat starvið inniber, so er talan
um eina góða løn.
Vilja fylgja linjuni
Ómar Svavarsson væntar eisini,
at lønin hjá stjóranum í Føroya
Tele fer at samsvara við nýggja
eigarapolitikkin hjá landinum, ið
landsstýrismaðurin í vinnumálum
arbeiðir við í løtuni.
- Tað meti eg. Um hon ikki ger
tað, so gera vit broytingar. Nýggi
politikkurin skal leggjast fyri
tingið, og aftaná tað vita vit, hvat
politiski viljin er. Men um eg skal
samanbera við aðrar lønir, so haldi
eg, at hendan lønin heldur linjuna.
Men man veit aldrin við politikki,
sigur Ómar Svavarsson.
Nevndarformaðurin í Føroya
Tele upplýsir eisini, at nevndin
og Vinnumálaráðið hava eitt gott
samstarv og verður ráðið regluliga
kunnað um roknskap og annað,
men at nevndin samstundis fær
frið at virka.
- Vit hava eitt gott samstarv,
og á okkara síðsta fundi nevndi
landsstýrismaðurin, at samgongan
hyggur at hesum viðurskiftum og
ger eitt uppskot til løgtingið. Hann
letur nevndina gera sítt arbeiðið,
men hevur kunnað okkum um ar
beiðið, og hvat vit kunna vænta
okkum, sigur nevndarformaðurin.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
HALLUR AV RANA
Á
yvirlitinum aðrastaðni
í blaðnum sæst, at
stjórin í Posta telist
millum teir best løntu
stjórarnar í almennu partafeløg
unum. Í 2017 fekk stjórin útgoldið
1.428.778 krónur í samsýning fyri
sítt arbeiðið. Andras Róin, nevnd
arformaður í Posta, greiðir frá, at
lønin hjá stjóranum er samansett
av eini mánaðarligari upphædd og
síðani einum avrikissáttmála.
- Stjórin á Posta bleiv settur í
starv tann 1. juni 2011. Eftir stjóra
sáttmálanum var og er fasta
mánaðarlønin framvegis kr. 86.000
+ 15 % í eftirløn, og hon er sostatt
ikki broytt hesi sjey árini. Umframt
hetta hevur stjórin ein bonus – ella
avrikssáttmála, har bonus kann út
gjaldast alt eftir, hvørji úrslit eru
nádd í farna árinum, sigur Andras
Róin.
Nevndarformaðurin greiðir
frá, at avrikssáttmálin er settur
upp við seks parametrum, sum
kunnu skifta hvørt ár, og sum
kunnu viga ymiskt frá ári til
ár. Harímillum eru strategiskt
arbeiði, marknaðarstøða, kunda-
og starvsfólkanøgdsemi, rokn
skaparligt úrslit o.a., og kann
bonusútgjaldið verða millum 0
krónur og 300.000 krónur. Í ár var
bonusútgjaldið 240.000 krónur,
og varð tað latið fyri tað arbeiðið,
ið hann hevur gjørt fyri at venda
tungu gongdini hjá felagnum.
- Stjórin hevur, saman við góð
um starvsfólkum, megnað at flutt
Posta, frá at vera eina heldur
tunga fyritøku við halli, til tey
seinastu árini at vera ein smidlig
og vælvirkandi fyritøka í kapping
á flestu økjum og við einum
yvirskoti tey seinastu seks árini.
Tískil hevur stjórin t.d. fyri árið
2017, fingið eitt bonus sambært
avrikssáttmálanum á kr. 240.000
oman á føstu mánaðarlønina, sigur
Andras Róin.
Er sína løn verdur
At stórar broytingar eru framdar
í felagnum seinnu árini, er
eingin loyna, og sæst tað millum
annað aftur, tá hugt verður eftir
lønarútreiðslunum hjá felagnum
seinnu árini. Í 2006 rindaði Posta
80 milliónir krónur í lønum til 227
starvsfólk. Í 2017 rindaði felagið 52
milliónir í lønum til 115 starvsfólk.
Sostatt er starvsfólkahópurin
minkaður við einum helmingi,
meðan lønarútreiðslurnar eru
minkaðar 28 milliónir krónur.
Sama tíðarskeið er samsýningin
til stjóran hækkað úr 728.000
krónum í 1.428.778 krónur, men
nevndarformaðurin vísir á, at
samsýningin til stjóran ikki er
treytað av, hvussu nógv starvsfólk
hann hevur undir sær, men av
teimum úrslitum, ið hann veitir.
- Ábyrgdin hjá stjóranum er at
tryggja so góð úrslit sum gjørligt,
og ikki at hava so nógv starvsfólk
sum gjørligt. Posta hevur verið
ígjøgnum tað, man kann kalla eitt
turnaround takkað verið leiðslu
og starvsfólki. Umskiftið hevur
havt við sær, at undirskot er vent
til yvirskot, m.a. við at sølan fyri
hvørt ársverk er vaksin úr 600.000
krónum í 2011 í 890.000 krónur í
2017, sigur Andras Róin.
Muga virða sáttmálan
Lønirnar hjá stjórum í almennum
partafeløgum hevur verið í fokus
seinastu tíðina og hava politikarar
ført fram, at onkrar av lønunum hjá
almennum stjórum eru ov høgar.
Í løtuni verður eisini arbeitt við
einum uppskoti til eigarapolitikk,
ið millum annað fer at seta ávísar
treytir til, hvussu høgar lønir
kunna vera.
Andras Róin upplýsir, at tey eru
kunnað um hetta arbeiðið og at
tað kann vera, at tað fer at broyta
lønina, men at onnur atlit eisini
spæla inn.
- Tað kann hugsast, at lønin
broytist. Samstundis má nevndin
í P/F Posta hava virðing fyri
tí stjórasáttmála, sum í dag er
galdandi, sigur Andras Róin.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
LØNIN ÓBROYTT Í SJEY ÁR
Trupult at
samanlíkna
lønina við
aðrar