Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 16 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Síðani Sosialurin mánadagin prent­ aði tveir teldupostar frá Johnny í Grót­inum, kringvarpsstjóra, til Ól­ avur í Beiti, ábyrgdara á Vága­port­ali­ num, hevur rættilig kreppustøða tik­ið seg upp í Kringvarpinum. Tí teld­u­ postarnir prógva, at kringvarpsstjórin í síðstu viku hevur skrivað greinar til Vága­portalin, har hann eitt nú siterar seg sjálvan fyri ikki at hava nakra við­ mer­k­ing í málinum hann skrivar um – starvsfólkamálið við Liljan Weihe. Trup­ulleikin er, at á vp.fo stendur Ólav­ur í Beiti sum avsendari av grein­unum báðum, og ikki veruligi høv­und­urin Johnny í Grótinum. Málið um teldupostarnar elvdi týs­dagin til, at Katrin Petersen, stýr­ is­lim­ur í Kringvarpsstýrinum, sendi boð til hinar stýrislimirnar og bað um fund um málið sum skjótast. He­s­in fundur varð síðani settur á skrá mikukvøldið klokkan 21.00. Á mid­nátt sama kvøld segði Rúni Hein­esen formaður í Stýrinum, at enn var eingin niðurstøða at frætta frá Stýrinum. Tað var bara eitt mál á skránni hjá Stýrinum og tað var málið um teld­ u­post­arnar. Stutt fyri fundin fekk Stýrið handað eina klagu frá starvs­ fólkunum á tíðindadeildini, har hesi mót­mæltu atburðin hjá Johnny í Grót­inum á Vágaportalinum. Sosialurin skilur, at í klaguni frá starvs­fólkunum á tíðindadeildini stend­ur, at tey taka kraftiga frástøðu frá skugg­a­skrivingini hjá stjóranum. Víðari stendur, at stjórin eigur at tryggja álit og trúvirði millum før­ oy­ingar á stovnin, men at hann við hes­um ger júst tað øvugta. Og hóast tað í skrivandi stund ikki er vist júst hvat Kringvarpsstýrið held­ur um hesa hendingina, so er í øll­um førum ein stýrislimur, sum tek­ ur undir við tíðindadeildini. Katrin Pet­er­sen segði við in.fo týskvøldið, at hend­ing­in er óakseptabul. – Tá Kringvarpsstjórin skal úttala seg um nakað, so skal tað vera opið og er­ligt. Tað skal vera í tíðindaskrivi til allar miðlar ella sum svar upp á spurn­ingar hjá fjølmiðlafólki. Tað skal ikki vera í loyniligum sam­skifti við ein miðil, har man sam­skift­ir aftur og fram um, hvussu ein grein skal skrivast. Og hetta er øgi­liga umráðandi fyri trúvirðið hjá stovn­ i­num. Stjórin í Kringvarpinum kann ikki skriva uppskot til greinar til aðr­ ar miðlar og sitera seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava, segði Katrin Petersen við in.fo týskvøldið. Jón Brian Hvidtfeldt er bæði journ­al­ist­ur í Kringvarpinum og formaður í fel­ag­num Føroysk Miðlafólk. Eisini hann vísir á, at spælireglurnar fyri tíð­ind­a­flutning eru brotnar í hesum máli­num um teldupostarnar. – Tá man tosar um tíðindaflutning, so skal tað vera ein javnvág millum tann, sum spyr, og tann, sum svar­ar. Tað má vera javnvág millum hes­ar báðar partar, tí hetta er heilt grund­ leggjandi í fakinum. Men tann javn­ vágin er ikki í lagið, tá ið tann, sum svarar, bæði ger yvirskrift og form­ u­lerar spurningar og svar, sigur Jón Bri­an Hvidtfeldt. Hann vísir á, at um tú sum stjóri hev­ur eina hugsan, sum tú vilt hava al­menn­ingin at vita fyri ein hvønn prís, so eru tveir møguleikar. Tú kanst skriva eitt lesarabræv ella tú kanst senda eitt tíðindaskriv. – Tað er einki galið við at senda tína hugsan út til miðlarnar at við­ gera ella leggja út í tínum navni. Trup­ul­leikin er, tá ið ein slík søga sum hend­an verður løgd út sum tíðindi. Tá er tað jú ein følsk vørulýsing. Hetta er ikki tíðindi, tí tær grundleggjandi spæl­i­regl­urnar verða ikki hildnar, sig­ ur Jón Brian Hvidtfeldt, sum held­ur, at bæði Vágaportalurin og Kring­ varps­stjórin eiga at vita betur. Í vikuni kom hann við áheitan frá fel­ag­num Føroysk Miðlafólk til før­ oysku miðlarnar. – Eg vil heita á miðlarnar um at taka handverkið í størri álvara. Hvar er journ­al­istiska handverkið blivið av, tá ið ein stjóri sleppur at orða eina yv­ ir­skrift og ein tekst og sitera seg sjálv­ an fyri onga viðmerking at hava. Hvar er stolt­leikin í bransjuni tá, spyr Jón Bri­an Hvidtfeldt. Spurdur um hann heldur, at hetta málið skal fáa avleiðingar fyri Jo­hnny í Grótinum sigur Jón Brian Hvidt­ feldt, at tað vil hann ikki svara upp á, tí tað er Kringvarpsstýrið, sum er rætti myndugleiki har. – Eg vil siga, at eg gangi út frá, at man í fyrstu atløgu roynir at rudda upp í hesum, segði Jón Brian Hvidt­ feldt við in.fo í vikuni. Og tá hetta blaðið fór til prentingar var enn eingin niðurstøða at frætta frá Kring­varps­stýrinum. Givið er tó, at bólt­urin liggur hjá Stýrinum, sum nú skal taka støðu til, um málið um teldupostarnar skal hava nakrar av­ leið­ingar við sær. Rúni Heinesen segði við Miðla­húsið mikukvøldið eftir stýr­is­fundin, at stýrið vil hava málið av­greitt skjótast til ber. EIRIKUR LINDENSKOV T að eru stóru politisku flokk­arnir á tingi, Javn­ að­ar­flokkurin, Tjóð­veldi, Fólk­a­flokk­ur­in og Sam­ bands­flokk­ur­in, sum eiga hvør sítt um­boð av teimum sjey, sum sita í kring­varps­stýr­i­num. Mentamálaráðið velur formann og eitt umboð. Og starvsfólkini í Kring­varp­inum velja eitt umboð. Tey sum sita í Kring­varps­stýr­i­ num eru hesi: • Rúni Heinesen, for­mað­ur, ak­a­de­ m­i­verk­frøð­ing­ur, Klaks­vík, vald­ur av Bjørn Kalsø, ment­a­mál­a­ráð­harra. • Hjalmar Hansen, næst­for­mað­ur, cand. merc. jur., Rituvík, til­nevnd­ur av Sam­bandsflokkinum (hev­ur tikið seg úr stýrinum, tí hann er far­in í starv í MMR og kann tí ikki sita í stýrinum) • Gunvá við Keldu, grafo­nom, Klaksvík, tilnevnd av Fólka­flokk­i­ num • Petur Elias Petersen, leið­ari, Tórshavn, valdur av Menta­mál­a­ ráð­num. • Katrin Petersen, jour­n­a­l­istur­, Sandur, tilnevnd av Tjóðveldi • Theodor E. D. Olsen, sókn­ar­prest­ ur, Hoyvík, tilnevndur av Javn­að­ar­ flokkinum • Kári Sólstein, starvs­fólk­a­um­boð, Tórshavn, starvsfólk Stýrið fyri Kringvarpið er ovasta leiðsl­an á stovninum Kringvarp Før­oya. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kring­varp Føroya virkar eftir á­set­ing­u­num í Kringvarpslógini og í øðr­um fyriskipanum um virksemi á stovn­inum. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýr­ið virksemi stovnsins sum heild og yv­ir­skip­aðu meginreglurnar fyri pro­gramm­pol­i­tikk­in í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eft­ir­lit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi. Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er lands­stýr­is­ mað­ur­in í mentamálum, sum velur stýr­ið fyri Kringvarpið. Stýrið, sum nú situr, valdi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at taka við 1. januar í 2015. Hann valdi hesi fólkini í stýrið. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, skal seta næsta stýri, sum tekur við á nýggjárinum. Teir stýrislimir, ið verða til­nevnd­ ir, skulu samlað um­boða førleikar, ið fevna um dygg­an kunnleika til og inn­lit í før­oysk samfelagsviðurskifti og ment­an, fjølmiðlar og fíggjar- og rokn­skap­ar­viðurskifti. Løgtingslimur ella fólk­a­tings­ limur kann ikki verða limur í stýr­i­ num fyri Kringvarp Føroya. Starvs­ fólk, nevnd­arlimur ella leiðsla fyri øðr­um før­oyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kring­varp Føroya. Stýrið er ovasta leiðslan á stovn­ inum og hevur yvirskipaðu á­byrgd­ ina av, at ásetingarnar í lógini og øðr­um fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir til­mæli stjórans staðfestir stýrið virk­s­emi stovnsins sum heild og yv­ir­skipaðu meginreglurnar fyri pro­gramm­ politikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eft­ ir­lit við stovnsins rakstrarætlan og rokn­skapi. Stýrið ger starvsskipan fyri virk­ sem­ið hjá Kringvarpi Føroya, sum lands­stýrismaðurin góðkennir. Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra. Stjórin hevur dagligu pro­gramm­ á­byrgd­ina og røkir fyrisitingarligu- og bú­skaparligu leiðsluna av Kring­ varpi Føroya. Stjórin ger uppskot til stovns­ bygn­að, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaredaksjónir. Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaredaksjónunum. TELDUPOSTAMÁLIÐ Í KVF: – STARVSFÓLKINI TAKA FRÁSTØÐU FRÁ STJÓRANUM Stýrið er ovsta leiðslan í Kringvarpinum Mikukvøldið sendi ein samlað tíðindadeild í Kringvarpinum eina klagu til Kringvarpsstýrið, har tey tóku frástøðu frá skuggaskrivingini hjá Johnny í Grótinum á Vágaportalinum. Málið um teldu­ post­ar­nar hevur elvt til øsing innanhýsis á stovninum og hjá fakfelagnum hjá miðlafólkunum Starvsfólkiní í Kringvarpinum taka frástøðu frá stjóranum, eftir at hann er avdúkaður fyri at skriva samrøður við seg sjálvaná Vágaportalinum undir navninum hjá øðrum