hósdagur 14. juni 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
17
LÍV SØKIR EFTIR
tryggingarnæmingi
Lærutíðin byrjar 1. september, og
setanin er lønt sambært galdandi
sáttmála við YTF.
Sum tryggingarnæmingur verður
tú partur av kundadeild okkara.
Útbúgvingin tekur tvey ár og
gevur tær breiðan førleika innan
tryggingar- og pensjónsøkið. Eftir
lokna útbúgving sum tryggingar-
næmingur eru góðir møguleikar
fyri fram haldandi starvi og víðari
útbúgving.
Um tú ynskir at gerast næmingur
hjá okkum, er tað ein fortreyt, at tú
hevur miðnámsprógv. Umsóknir við
avritum av prógvum, CV og øðrum
skjølum skulu sendast til:
LÍV
Kopargøta 1
Postsmoga 206
110 Tórshavn
ella liv@liv.fo
Meira kunning um læruplássið á liv.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
seinasta lagi 22. juni 2018. Allar
umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú okkurt at spyrja um í sam-
bandi við starvið, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Jan Jakobsen,
janj@liv.fo ella 231110.
LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum á føroyska eftirlønarmarknaðinum. Tað
eru kundarnir, sum eiga LÍV, og allur ágóðin kemur kundunum til góðar. LÍV bjóðar tænastur á
tryggingar- og eftirlønarøkinum til fakfeløg, virkir og einstaklingar.
Kopargøta 1, Tórshavn | www.liv.fo
Lýsing um aliloyvi
til rognkelsisaling
á landi í Svínoy
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið umsókn at ala rognkelsi
á landi í Svínoy.
Við hesum verður sagt frá, at onnur feløg eisini hava høvi at søkja
um loyvi at ala rognkelsi á landi í Svínoy.
Umsókn um aling av rognkelsum á landi í Svínoy skal verða latin
aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi
fríggjadagin 29. juni 2018.
Feløg, sum eru áhuga í at søkja, eiga skjótast gjørligt at venda
sær til aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at fáa
vegleiðing um krøv til umsókn.
Smyrilsvegur 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn
Tel. 556400 – E-mail: hfs@hfs.fo