Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 18 RÆTTURIN: Øksamálið Uml 23.00 Álopni maðurin kemur í ball í íbúðini hjá 22 ára gamla ákærda. Seks onnur ung eru tilstaðar. Uml 00.30 Álopni maðurin rýmir úr ballinum tí tey tosa ilt um ein kenning. Úti í túninum slær hann 22 ára gamla ákærda. 00.58-01.05 Álopni maðurin ringir til 22 ára gamla og teir tosa saman í sjey minuttir. Ein granni sigur, at teir skeldaðust. Eftir hetta fara tey sjey í íbúðini út á Íslandsvegin til álopna mannin. Tann 24 ára gamli hevur greitt frá, at hann bara vildi hava álopna mannin at biðja um umbering fyri at sláa vinmann sín. Tá hesin noktaði triðju ferð, legði hann hann niður. Teir duttu tó báðir, og tann 24 ára gamli sigur, at hann visti einki um øksina, fyrr enn hann eina løtu seinni kemur á føtur áftur og sær vinmannin høgga við øksini. 01.11 Fyrsti grannin ringir 112 og boðar frá, at ein maðurin verður sligin við øks uttan fyri hjá sær. 01.11 Eitt starvsfólk hjá Almanna­verki­ num ringir til løgregluna og sigur, at hann óttast, at tann 22 ára gamli og tann 24 ára gamli eru farnir út at leita eftir onkrum og at “revsa hann.” Hann hoyrdi teir práta saman í gongini, áðrenn teir fóru út. 01.16 Fyrsti løgreglubilurin kemur á stað­ið. Menninir eru tá rýmdir av staðnum. Tann 24 ára gamli greiddi í rættinum frá, at hann tók øksina fra vinmanninum og bað hann fara heim í íbúðina. Síðani fjaldi hann øksina undir flagtakinum á einum hjalli við Mattalág. Síðani fór eisini hann í íbúðina, har hann hjálpti 22 ára gamla úr klæðunum og í song. Síðani tveitti hann klæðini í vaski­ maskinuna. Uml 02.00 Teir báðir ákærdu verða handtiknir í íbúðini hjá tí 22 ára gamla. DANJAL AV RANA Í rættinum greiddi fyrsti løg­reglumaðurin, sum kom á staðið, hvør sjónin var, sum møtti teimum. Nakrir borgarar vóru komnir á stað­ið og høvdu givið manninum fyrstu­ hjálp. - Teir greiddu samstundis frá, at menninir, sum høvdu lopið á, vóru rýmdir, og tí skiltu vit, at okkara fremsta uppgáva var at bjarga manninum, segði hann. Hann segði, at lukkutíð hevði hann, sum ein av teimum fáu løgreglumonnunum, eina æðra­ bregd á sær hetta kvøldið, tí hon gjørdist alneyðug fyri at steðga bløðingini í arminum hjá manninum. Síðani er avgjørt, at slíkar æðra­bregdir skulu vera standard út­gerð í fyrstuhjálpartaskunum, sum skulu liggja í øllum løg­reglu­ bilunum. Upprunaliga hava løg­reglu­ menn slíkar æðrabregdir fyri at hjálpa sær sjálvum ella starvs­ feløg­um, um onkur teirra verður løst­aður undir einari atsókn av onkrum slag. Millum fyrstu fólkini á staðið vóru, lukkutíð fyri álopna mannin, ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein hýrubilsførari við drúgvari fyrstu­hjálparvenjing. Sjúkrarøktarfrøðingurin er allarhelst orsøkin til, at álopið steðgar, tá hon kemur koyrandi oman eftir Íslandvegnum, móti stað­num, har álopið verður framt. Ein granni greiddi í rættinum frá, at tá ljósini frá bilinum rakti menn­inar, hildu teir til beins. Sjúkra­røktarfrøðingurin sigur, at tá hon koyrdi fram við manninum sá hon, at hann bløddi illa og tí steðgaði hon. Hon greiddi frá, at tá hon varnaðist, at maðurin bløddi illa frá lærinum, legði hon kom­pres­ sión á fyri at royna at steðga bløð­ ingini. Rættslæknin, sum hevur mett um skaðarnar, sum álopni maður­in fekk, er ikki í iva um, at um maðurin ikki hevði fingið røttu hjálpina á staðnum, so var hann deyður, áðrenn hann kom á Landssjúkrahúsið. Æðra­ bregdir um armin, kom­pres­ siónin á lærinum og so­nevndar bringuverjur, sum løg­reglu­ menninir løgdu á ryggin á mann­ in­um, vóru alneyðug fyri at steðga nógvu bløðingini, segði hann. Borgarar bjargaðu manninum Tað var av tilvild, at fyrsti løgreglumaðurin á staðið, hevði eina æðrabregd (en. tourniquet) uppi á sær HETTA HENDI Á ÍSLANDSVEGNUM HER FJALDU TEIR ØKSINA HER LUPU TEIR Á MANNIN HER SMALL MAÐURIN UM OG FEKK FYRSTUHJÁLP