Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 19 § 237 Den, som dræber en anden, straffes for manddrab med fængsel fra 5 år indtil på livstid. § 244 Den, som øver vold mod eller på anden måde angriber en andens legeme, straffes med bøde eller fængsel indtil 3 år. § 245 Den, som udøver et legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter eller gør sig skyldig i mishandling, straffes med fængsel indtil 6 år. Har et sådant legemsangreb haft betydelig skade på legeme eller helbred til følge, skal dette betragtes som en særlig skærpende omstændighed. § 246 Har et legemsangreb, der er omfattet af § 245 eller § 245 a, været af en så grov beskaffenhed eller haft så alvorlige skader eller døden til følge, at der foreligger særdeles skærpende omstændigheder, kan straffen stige til fængsel i 10 år. DANJAL AV RANA T á málið av fyrstan tíð bleiv umrøtt í miðlunum, bleiv nógv gjørt burtur úr, at talan var um eitt álop við øks, goggara og knívi. Nú málið hevur verið fyri í rættinum, hevur goggarin, ella kleppurin nær­um ikki verið uppi at vent. Hvar bleiv hann av? Eftir álopið fjaldi 24 ára gamli maðurin øksina undir flagtakinum á einum hjalli, sum stendur úti í Mattalág. Løg­ reglan fann tí ikki øksina, fyrr enn maðurin eina viku eftir álopið greiddi frá, hvar hann hevði fjalt øksina. Ein granni fann nakrar dagar eftir álopið ein knív í garðinum hjá sær, sum hevði tilknýtið til álopið. Eftir at menninir vórðu hand­tiknir, fekk ein løg­reglu­ maður, sum stóð vakt við íbúð­ ina hjá tí 22 ára gamla, boð um at fara inn at vita, um hann mundi finna nøkur vápn í íbúðini, serliga eina øks ella okkurt líkn­ andi. Tað einasta, sum maðurin fann, var ein kleppur, sum lá á eini hill í íbúðini. Løg­reglu­ maðurin metti, at kleppurin sá eitt sindur vátur út og tá lá ein reydlig væta undir kleppinum. Løg­reglumaðurin visti, at annar ákærdi hevði verið undir brúsu, meðan hin hevði tveitt øll klæðini í vaskimaskinuna. Tí metti hann kanska, at ákærdu høvdu roynt at vaska kleppin eftir álopið. Løgreglan hevur seinni staðfest, at blóð er á kleppinum, men hevur ikki kannað nærri, hvaðani ella av hvørjum blóði stavar. Síðani er tó lítið nevnt um kleppin. Einki vitni hevur nevnt kleppin, hvørki í samband við ballið í íbúðini ella úti á Íslandsvegnum. Óvist er tí, um kleppurin hevur nakað við álopið at gera. Tí er ósannlíkt, at nenvningarnir fara at gera nógv burtur úr kleppinum. DANJAL AV RANA F yrsti spurningurin, sum nevningarnir skulu taka støðu til, er um teir eru sekir í ákæruni um morðroynd. Revislógin sigur, at royndir at fremja eitt lógarbrot skulu sektast, sum um at lógarbrotið bleiv framt. Tískil eru teir ákærdir fyri brot á grein 237, sum fevnir um morð. § 237. Den, som dræber en anden, straffes for manddrab med fængsel fra 5 år indtil på livstid. Ákærin, Linda Margrethe Hesselberg, heldur seg hava ført nóg nógv prógv fram, til at teir kunnu revsast fyri morðroynd. Hon vísir serliga á, at tá ein høggur ein mann 20 ferðir við øks, má man skilja, at maðurin er í stórum lívsvanda. Tá hevur man soleiðis sæð góðtikið, at maðurin kann doyggja av løstunum, og tað er nóg mikið til at dømast fyri morðroynd. Verjarnir báðir, Jógvan Páll Lassen og Óla Jákup Kristoffersen, siga hinvegin, at tað ongantíð hevur verið talan um morðroynd. Eingin hevur sagt, at álopni maðurin skuldi doyggja. Teir báðir menninir hava ikki á nakran hátt samskift sín ámillum um, at maðurin skuldi drepast. Báðir hava eisini víst á, at um teir vildu drepa mannin, so høvdu teir høgt av fullari megi (rættarlæknin segði, at megin var moderat), umframt at teir høvdu roynt at rakt høvdið ella hálsin á álopna manninum. Sárini hjá manninum eru á ørmunum, beinunum, økslini og bringuni. Um nevningarnir ikki halda, at talan er um morðroynd, at teir ikki ætlaðu at drepa mannin, skulu teir taka støðu til, um teir kunnu dømast eftir grein 246, sum er tann harðasta harðskapsgreinin. § 246. Har et legemsangreb, der er omfattet af § 245 eller § 245 a, været af en så grov beskaffenhed eller haft så alvorlige skader eller døden til følge, at der foreligger særdeles skærpende omstændigheder, kan straffen stige til fængsel i 10 år. Her vísir ákærin á, at maðurin var í lívsvanda og læknarnir hava staðfest, at um maðurin ikki fekk hjálp so skjótt, sum hann fekk hana, hevði hann uttan iva doyð á staðnum. Verjarnir hava tó víst á gamlar dómar, sum eftir teirra tykki vísa á, at hendan greinin einans skal nýtast, um persónurin doyr ella verður lammaður. Eftir teirra tykki eru skaðarnir á mannin ikki so álvarsamir, at ákærdu kunnu doymast eftir grein 246. Eru nevningarnir samdir við verjunum, at ákærdu ikki kunnu dømast eftir grein 246, skulu teir taka støðu til, um teir skulu dømast eftir grein 245. § 245. Den, som udøver et legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter eller gør sig skyldig i mishandling, straffes med fængsel indtil 6 år. Har et sådant legemsangreb haft betydelig skade på legeme eller helbred til følge, skal dette betragtes som en særlig skærpende omstændighed. Hetta er tann greinin, sum vanliga verður nýtt, tá vápn verða nýtt í einum harðskapsmáli. Her sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá tí 22 ára gamla, at hóast tann 22 ára gamli ikki kann játta seg sekan, tí hann ikki minnist kvøldið, so hevur rættarmálið víst, at tað var hann, sum høgdi við øksini eftir manninum. Tí sigur hann, at nevningarnir skulu døma tann 22 ára gamla fyri brot á grein 245. Óla Jákup Kristoffersen, verji hjá hinum ákærda, sigur, at ákærin ikki hevur prógvað, at tann 24 ára gamli hevur framt nakran harðskap móti álopna manninum. Hann hevur játtað, at hann legði fót fyri álopna manninum, men ákæruvaldið hevur ikki prógvað, at hann hevur stungið álopna mannin, at hann hevur hildið honum føstum, ella at hann hevur havt nakað við øksina at gera í álopinum, sigur verjin. Tí skal hann eisini frídømast fyri brot á grein 245. Gera nevningarnir tað, mugu teir taka støðu til, um ákærdu menninir skulu dømast eftir grein 244, sum er tann veikasta harðskapsgreinin í revsilógini. § 244. Den, som øver vold mod eller på anden måde angriber en andens legeme, straffes med bøde eller fængsel indtil 3 år. Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at um nevningarnir nú fríkenna teir ákærdu fyri morðroynd, ógvusligan harðskap og grovan harðskap, so mugu tey taka støðu til, um teir skulu dømast fyri vanligan harðskap. Her er vanliga talan um sløg og harðskap, har vápn ikki verða nýtt. Óla Jákup Kristoffersen metir kortini framvegis ikki, at tann 24 ára gamli kann dømast eftir hesi greinini, tí hóast hann hevur játtað, at hann legði tann álopna niður, so hevur hann ikki framt harðskapin, sum hann er ákærdur fyri sambært ákæruritinum, sum er at syrgja fyri, at øksin kom út við til uppgerðina, at hann helt álopna manninum føstum, meðan hin høgdi hann við øksini, og at hann hevur stungið álopna við knívi ella øðrum spískum vápni. Ákærin sigur, at um menninir verða dømdir, fer hon at krevja minst seks ára fongsulsrevsing fyri brotini. Fýratrins­ rakettin hjá ákæru­ valdinum Ákæruritið móti teimum báðum ákærdu, annar 22 ára gamal, hin 24 ára gamal, er skipað sum eitt slag av fýratrinsrakett Revsilógin Hvat bleiv av kleppinum? - Teir eru skuldsettir fyri drápsroynd ella grovan harðskap við at hava stungið ein mann við knívi, høgt hann við øks ella kleppi, bleiv upplýst í samband við grundlógaravhoyrið