Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 20 - Hasin Putin er ikki ein fittur persónur. Vit hava sæð, hvussu hann hevur brúkt gass sum vápn í Evropa, har hann sløkkir fyri gassinum, um onkur ósemja er. Um hann gjørdi tað sama við allan handil við fiski, hvat hevði so hent? Tað hevði ikki verið lætt hjá føroyingum. So á tann hátt haldi eg, at tað er í áhuganum hjá Føroyum og Grønlandi at finna ein nýggjan leist fyri Ríkisfelagsskapin, sigur Claus Kragh HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO - Eg haldi, at man bæði í Tórshavn og Keypmannahavn má hava tað í huga, at man hevur eina ábyrgd móti Evropa. Okkara heimspartur er undir trýsti í dag. Vit eru undir trýsti av Russlandi, undir trýsti av Kina og enntá undir trýsti av okk­ ara gamla samstarvsfelaga USA. Tí meti eg, at Evropa má standa saman og gerast eitt heims­veldi. Tað er við tí stóru myndini í huga, ið danski journalisturin Claus Kragh tekur útgangsstøði, tá hann viðgerð spentu støðuna í Ríkis­felagsskapinum. Síðsta viku­ skiftið var hann gestarøðari, tá Framsókn hevði landsfund, og var tað ein maður við drúgvum roynd­ um og vitan innan evropeisk viður­ skiftir, ið helt røðu á fundinum. Claus Kragh starvast í dag sum Evropa­redaktørur í danska miðlin­ um Mandag Morgen og hevur áður starv­ast sum útsent tíðindafólk hjá Berlingske í París í fýra ár og síð­an í Brússel í fimm ár. Tí er tað heldur ikki løgið, at hann setir viðurskiftini innan Rík­is­felagsskapin inn í størru heild­armyndina av tí, ið hendir í Ev­ropa í hesum døgum. Men hó­ast hann hevur fylgt væl við í evrope­ iskum viðurskiftum í nógv ár, og harímillum eisini støðuni í Kata­ lonia, so er tað fyrst nýliga, at hann varn­aðist, at ein líknandi støða var í Ríkis­felagsskapinum. - Tað var eftir at Carles Puig­ demont vitjaði í Danmark, eftir at hava fingið eina innbjóðing frá einum av føroysku fólka­tings­lim­ un­um, at eg fór at undrast á tilknýti mill­um Føroyar og Katalonia. Tá varnaðist eg, at hóast nógv fok­us er í Danmark á grønlendsku loys­ ing­arrørsluni, so eru Føroyar nógv nærri at loysa. Føroyingar hava ein betri tjóðarbúskap, blokkurin er so lítil, at man kann klára seg utt­an, fólkið er betur útbúgvið og infra­ struktururin er betri, sigur Claus Kragh. Endurskoða Ríkisfelagsskapin Og tað er júst eitt Føroyar, ið vinkar farvæl til Ríkisfelagsskapin, ið Claus Kragh er stúrin fyri, og sum hann sipar til, tá ið hann tosar um, at danir og føroyingar hava eina evropeiska ábyrgd, nú Ev­ropa er undir trýsti. Hann er nevni­liga sann­førdur um, at tað er týdn­ ing­armikið, at evropeisku londini halda saman í stríðnum móti ein­ um felags fígginda. Men fyri at tað skal eydnast, so ásannar hann, at Ríkis­felagsskapurin helst má end­ ur­skoðast. - Londini muga finna ein nýggjan hátt at skipa Ríkisfelagsskapin, har man virðir føroyska mentan og tjóð­skap. Í Danmark eru fleiri farin at tosa um møguleikan fyri ein­um ríkjasambandi. Tað hevði verið ein flott fyrimynd fyri rest­ ina av Evropa. Eitt samstarv við upp aftur størri sjálvstýri, men har man eisini viðurkennir, at tað PUTIN ELLA - Í Danmark eru fleiri farin at tosa um møguleikan fyri einum ríkjasambandi. Tað hevði verið ein flott fyrimynd fyri restina av Evropa. Eitt samstarv við upp aftur størri sjálvstýri, men har man eisini viðurkennir, at tað er eitt virði at halda saman - Tann fiskivinnu­ avtalan, ið man hevur við russar, er, um man skal siga tað pent, sera, sera opportunistisk. RÍKISFELAGSSKAPUR