hósdagur 14. juni 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
21
er eitt virði at halda saman, sigur
Claus Kragh.
Journalisturin vísir á, at eftir
hansara tykki, so eru tað eisini
ávís grundleggjandi viðurskifti,
ið føroyingar aldri fara at megna
sum ein sjálvstøðug tjóð, og nevn
ir harímillum at handhevja landa
frøðiliga suvurenitetin og verju- og
trygdarpolitikk.
- Har fara føroyingar altíð at
muga líta á ta verju, ið teir í løtuni
fáa frá USA gjøgnum NATO sam
starvið, men sum Evropa nokk fer
at yvirtaka í framtíðini, sigur Claus
Kragh.
Opportunistisk
handilsavtala
Men ein slík endurskoðan av
Ríkisfelagsskapinum krevur ikki
bara, at danir í størri mun virða
føroyingar, men setir eisini nøkur
krøv til føroyingar. Og har er Claus
Kragh ikki í iva um, at samhandilin,
sum føroyingar nú hava við russar,
hoyrir ikki heima í einum landi, ið
lýsir seg sum ein part av Evropa.
- Tann fiskivinnuavtalan, ið
man hevur við russar, er, um
man skal siga tað pent, sera, sera
opportunistisk. Í eini tíð, tá Russ
land verður boykottað og ikki kann
handla við restina av Evropa, sær
man sín kjans í Føroyum til at selja
teimum eina rúgvu av fiski. Tað er
sera klókt út frá einum handils
ligum sjónarmiði, men man skal
bara eisini vita, at man samstundis
sendir eitt signal til restina av
Evropa, at vit í Føroyum ganga
okkara egnu leið, sigur Claus Kragh
og leggur afturat.
- Tað haldi eg, er nakað, ið man
skal hugsa seg væl um í Tórshavn.
Tí eg trúgvi ein støða við einum
Føroyum, ið ikki er limur í ES, ikki
er í Ríkisfelagsskapi við Danmark,
sum lítur á amerikanska og evrope
iska verju, men samstundis fjasast
við Russlandi, er ein støða, ið nógv í
Evropa ikki halda vera í lagi.
Ríkisfelagsskapurin
er besta boðið
Claus Kragh vísir á, at grønlend
ingar og føroyingar kunna væl
droyma um eina framtíð, har tey
eru sjálvstøðug, men er hann sann
førdur um, at í veruleikanum eru
áhugamálini hjá londunum best
varðveitt í einum felagsskapi við
danir.
- Við mínari vitan innan uttan
ríkispolitikk og evropeiskan polit
ikk, so er tað er mín sannføring, at
grønlendsk og føroysk áhugamál
eru best tænt við einum nýggju
felagsskapi. Serliga havandi í huga,
at man hevur brúk fyri Evropa í
sambandi við trygd og verju, sigur
Claus Kragh.
Tí harmar tað hann eisini
almikið, at grønlendingar umhugsa
at lata kinesarar byggja nýggju
flogvøllirnar, og at føroyingar ikki
stuðla boykottinum av Russland.
- Tað hevði verið ein stórur feil
ur, um man læt kinesarar byggja
flogvøllirnar har. So haldi eg tað
er betri, at Danmark rindar, og so
kann Danmark kanska fáa avslátt
ur í NATO limaskapinum ella onkra
avtalu við USA, sigur Claus Kragh,
áðrenn hann nevnir føroyska
samhandilin við Russland.
- Hasin Putin er ikki ein fittur
persónur. Vit hava sæð, hvussu
hann hevur brúkt gass sum vápn
í Evropa, har hann sløkkir fyri
gassinum, um onkur ósemja er.
Um hann gjørdi tað sama við allan
handil við fiski, hvat hevði so hent?
Tað hevði ikki verið lætt hjá før
oyingum. So á tann hátt haldi eg,
at tað er í áhuganum hjá Føroyum
og Grønlandi at finna ein nýggjan
leist fyri Ríkisfelagsskapin.
Ein partur av Evropa
Tað er ikki bara í Ríkisfelagsskap
inum, at spurningar verða settir
við verandi felagsskapir, men
alt Evropa er í eini rembingartíð.
Fleiri landspartar og fólkabólkar
krevja størri sjálvstýri, har tað
serliga eru skotar og katalonar, ið
við tveimum fólkaatkvøðum um
loysing, hava gingið á odda, meðan
Bretland hevur valt at melda seg úr
Evropeiska Samveldinum. Tað eru
nýggjar tíðir fyri framman, men
Claus Kragh heldur tað vera týdn
ingarmikið, at føroyingar í øllum
hesum síggja seg sjálvar sum ein
part av Evropa.
- Vit fara at liva í einum heims
parti, har nøkur lond eru limir í
øllum, meðan nøkur einans eru
við í summum felagsskapum. Tað
verða ymiskar samansetingar.
Norra hevur sítt samband, Sveis
hevur sítt, og Bretland hevur sítt.
Men vit koma at fáa eitt Evropa,
ið fer at virka. So óansæð hvør
framtíðin hjá Føroyum verður,
so muga føroyingar síggja seg
sjálvar sum ein part av Evropa.
Fleiri fólkabólkar og lond í Evropa
ynskja eisini størri sjálvræði. Tað er
nakað, ið eg haldi, man skal verja í
Evropa og finna eina skipan innan
ES, ið kann verja hesi rættindi.
Víðari vísir hann á, at tað er ein
veruligur vandi, at stríðið fyri egn
ari mentan, máli ella fullveldi kann
upploysa ein felagsskap og brúkar
Belgia sum dømi.
- Tað er ein syrgilig søga um
eitt land við fleiri málum, har man
brádliga fór at leggja so stóran
týdning á at duga einkult mál,
at tað skilti landið sundur. Men
orsøkin til, at Belgia er so stórt og
ríkt, er, at tey altíð hava dugað so
nógv mál. Søgan hjá Belgia lærir
okkum, at man má ansa eftir, at
stríðið fyri mentan og mál ikki er
eitt stríð, ið útilokar ein frá stóra
felagsskapinum, ljóðar ávaringin
frá Claus Kragh.
A EVROPA
- Tí eg trúgvi ein støða við einum
Føroyum, ið ikki er limur í ES, ikki
er í Ríkisfelagsskapi við Danmark,
sum lítur á amerikanska og
evropeiska verju, men samstundis
fjasast við Russlandi, er ein støða,
ið nógv í Evropa ikki halda vera í
lagi.
- Søgan hjá
Belgia lærir
okkum, at man
má ansa eftir,
at stríðið fyri
mentan og málið
ikki er eitt stríð,
ið útilokar
ein frá stóra
felagsskapinum