Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 22 LÍVSSTÍLUR Gott sjónvarp til summarið Í gjár byrjaði HM í mansfótbólti, og ert tú ein av teimum, sum ikki tímir endaleysar tímar av sjónvarpsfótbólti komandi mánaðin, kanst tú í staðin leita eftir undirhaldi frá góðum sjónvarpi á netinum. Her viðmæla vit 10 sjónvarpsrøðir og sendingar Matador dr.dk Tað er nostalgiskt og sorgblítt at leita aftur til bestu donsku sjónvarpsrøðina nakrantíð. Matador er frálíkt drama, hugnaligt og undirhaldandi, men eisini við broddi og boðskapi. Danmarks Radio framleiddi 24 partar av Matador árini frá 1978 til 1981, og røðin var ein suksé sum eingin onnur. Nú hevur DR endurnýggjað gomlu filmarnar, so teir standa enn betri á skíggjanum. Í løtuni liggja allir 24 partarnir á heimasíðuni hjá DR. Tað er ómakaleyst at leita aftur til lívið í Korsbæk í 1930’unum og 1940’unum. Las Chichas Del Cable Netflix Kaðalgenturnar er ein fangandi og løtt sponsk sjónvarpsrøð, sum gongur fyri seg í telefonfelag í Madrid í 1920’unum. Hetta eru frambrotstíðir hjá telefonini, og fýra ungar kvinnur arbeiða í telefyritøkuni. Tær verða samanbundnar av ymiskum viðurskiftum, og stundum gerast støðurnar fløktar og avbjóðandi fyri samanhaldið. Røðin vísir eisini, hvussu arbeiðsmstøðurnar hjá kvinnum vóru í hesum tíðarskeiði. 2 sesongir liggja á Netflix. Mad Men Netflix Fáar sjónvarpsrøðir standa Mad Men kurl. Amerikanska røðin um fólkini í lýsingavinnuni í New York í 1960’unum hevur vunnið endaleysar heiðurslønir, og tað er ikki av ongum. Tann framúr gjøgnumførda framleiðslan er hugtakandi, og søgurnar í røðini eru bæði spennandi og skakandi. Don Draper er tann stóra stjørnan í fyritøkuni, og hann sparir ikki upp á seg sjálvan ella onnur. Lívsstílurin er fríur og ósmæðin, og viðhvørt bíða bæði stórar persónligar og arbeiðsligar avbjóðingar. 7 sesongir liggja á Netflix. Rig 45 Viaplay Ein finskur maður doyr í einari arbeiðsvanlukku umborð á boripalli í Norðsjónum. Umstøðurnar skulu kannast, áðrenn familjan fær endurgoldið tryggingapengar, og tá ið Andrea fer undir at kanna vanlukkuna, fær hon frænir av, at talan kann vera um eitt tilrættalagt morð. Tað er nordic noir yvir røðini – stundum eisini kliché-kent – men røðin mennir seg eftir fyrstu partarnar og verður heilt spennandi. Viaplay hevur framleitt røðina, sum eisini kann síggjast á teirra netsíðu. LAGT TIL RÆTTIS: EYÐUN KLAKSTEIN Tímur tú ikki HM-fótbólt? TANN SPANSKA TANN KULA TANN LOYNDAR­ FULLA TANN KLASSISKA