hósdagur 14. juni 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
23
Elementary
Netflix
Sherlock Holmes hevur
verið til avvenjingar í
New York, og fyri at stuðla
honum eftir viðgerðina, fær
ríki pápi hansara fyrrverandi læknan Joan
Watson at hjálpa honum í gerandisdegnum
fyrstu tíðina. Sherlock Holmes fær fótin inn
um hjá løgregluni, sum ráðgevi, og skjótt eru
bæði Holmes og Watson drigin inn í morðgátur
og onnur onnur brotsverk. Hetta er ein dagførd
útgáva av Sherlock Holmes. Partarnir eru
stuttir við nógvum óvæntaðum hendingum, og
sjálvandi er Holmes tann geniali detektivurin,
sum kann uppklára tey mest ótrúligu og
fløktu brotsverkini. Stundum tykist tað í so
lætt hjá honum, men undirhaldandi er tað.
Okkuperet
Viaplay
Umhvørvisvanlukkur í
Noregi gera, at landið gevst at framleiða olju
og gass. Tað verður illa upptikið aðrastaðni
og hevur við sær, at ES og Russland í duldum
parlagi syrgja fyri, at norski forsætisráðharrin
verður rændur, og Russland ger eina bleyta
innrás í Noregi. Norski rithøvundin Jo Nesbø
eigur hugskotið til røðina, sum er tann dýrasta
sjónvarpsframleiðslan í Noregi nakrantíð.
Heima í Noregi fall áhugin fyri røðini, men
eitt nú í USA hevur røðin fingið góð ummæli.
Joan Didion – The
Center Will Not Hold
Netflix
Útsjóndin er glitur
og glamour, men
innaní liggja pínan
og trupulleikarnir.
Soleiðis lýsir djarva
og slóðbrótandi Joan
Didion stundum amerikanarar
í
sínum skaldsøgum og greinum. Moralskar
avbjóðingar og mentarligur ruðuleiki ganga
eisini aftur í hennara verkum. Joan Didion er
83 ára gomul, og í hesum dokumentarfilmi
frá 2017 greiðir hon erligt og herligt frá
lísupplivingum og persónligum stríði. Filmurin
gevur gott innlit í hennara lív og skaldskap
og kann geva tær nakað, sum tú ikki visti,
at tú hevði áhuga í ella brúk fyri at vita.
Friends
From
College
Netflix
Ein vinabólkur frá Harvard lærustovninum
roynir at finna gongda leið í gerandisdegnum
í New York eftir lidna skúlagongd, men teirra
samanfløkta fortíð skapar stundum komiskar
støður. Røðin lýsir gamalt vinalag, farin
romantisk sambond, nostalgi og vaksna lívið.
Ein sesong er framleidd og kann síggjast á
Netflix. Onnur sesong verður framleidd, eftir
at fyrstu partarnir fingu góða móttøku.
TANN
LÆTTA
Stranger Things
Netflix
Vit eru í amerikanska býnum Hawkins tíðliga
í 1980’unum. Will Bryers verður rændur, og
bæði mamman, politiovastin og vinfólkini
fara at leita eftir honum. Unga gentan
Eleven flýggjar frá einari kanningarstovu
og fer at hjálpa vinunum hjá Will at leita
eftir honum. Hetta er ein av best umtóktu
sjónvarpsrøðunum hjá Netflix og hevur
havt við sær, at Netflix hevur fingið nógvar
nýggjar brúkarar. Røðin
stílar serliga eftir einum
yngri hyggjaraskara.
TANN
ÆVINTÝR
LIGA
TANN
ROMANT
ISKA
North Korea – Murder
in the Family
dr.dk
BBC hevur framleitt dokumentarsending um
drápið á Kim Jong-Nam, sum var hálvbeiggi
norðurkorenska leiðaran. Kim Jong-Nam
var dripin á flogvøllinum í Kuala Lumpur av
agentum úr Norðurkorea. Sendingin gravar í
drápinum og inniheldur nýggjar samrøður við
fólk, sum høvdu innlit í familjustríðið millum
hálvbeiggjarnar, og hví tað var
neyðugt at gera enda á Kim
Jong-Nam. Sendingin er tøk
á heimasíðuni hjá DR.
TANN
GRAVANDI
TANN
UPPLÝS
ANDI
TANN
SPENNANDI