Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 24 ÍTRÓTTUR JÓANNES HANSEN F eløgini í Gundadali vóru favorittar undan sein­nu hálvfinalunum í steypa­ kappingini, sum vóru í gjár, og bæði B36 og HB megnaðu væl og virðiliga tað, sum tað varð roknað við. Harvið er tað greitt, at finalan leygar­kvøldið 25. august verður – fyri fyrstu ferð síðani 1991 – millum B36 og HB. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var B36 frammanfyri 3-0 ímóti Suðring­um, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. -Tað hóskar seg betri fyri okkara spælarar og lið at leypa á í staðin fyri at verja. Vit vóru avgjørdir um, at tað skuldi eydnast at av­ gera so tíðliga sum møguligt, og tað eydnaðist. Harvið var møgu­ leiki fyri í seinna hálvleiki at hugsa um týdningarmiklu granna­upp­ gerðina, sum verður sunnu­dagin, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Serliga fyri B36 er granna­ upp­gerðin sunnudagin ímóti HB av­gerandi. Tað eru níggju stig frá toppinum og HB og aftur til B36. Harvið er møguleiki fyri, at fjarstøðan sunnukvøldið kann verða seks stig ella tólv stig. Drúgvir HB spælarar Á Argjum legði heimaliðið seg framum við brotssparki, og harvið varð tað spennandi, tí HB vann fyrru hálvfinaluna í Gundadali 2-0. Tað var bara spennandi eina lítla løtu. So javnaði HB, og harvið var neyðugt hjá AB at vinna 4-1. Tað kendist ómøguligt ímóti liði, sum bara hevur latið átta mál ígjøgnum í trettan landskappingardystum. AB málið í gjárkvøldið var tað fyrsta, sum fór ígjøgnum hjá HB í steypakappingini, har málmunurin í fýra dystum er 16-1. AB vísti fínan hugburð. Argja­ menn høvdu einki at tapa og stóðu í meiri enn ein tíma einki aftanfyri gestirnar. So skrædnaði og úrslitið varð, sum tað kann roknast við, tá ið toppliðið og lið undir strikuni hittast. -Eg havi ongantíð verið í finaluni, so vit gleða okkum. Vit høvdu ikki ætlað, at AB skuldi fáa mál. Vit hava ofta verið kroystir fitta løtu, men vit hava verið góðir til at spæla allar 90 minuttirnar, og tað gjørdu vit eisini ímóti AB. Dyst­ ir­nir millum HB og B36 hava nógvu tey seinastu árini verið javnir, og vit fara at fyrireika okkum so væl, sum tað ber til, sigur HB mið­ vallarin Tróndur Jensen. Nýggj støða Fyri allar teir í B36 og HB, sum í gjár vóru við til at vinna f i n a l u p l á s s , er talan um nýggja støðu skilt á tann hátt, at teir ongantíð hava verið við til at vinna kappingina um løg­mans­ steypið. HB hevur vunnið steypa­ kappingina 26 ferðir síðani sigurin í fyrstu kappingini um ísa­fjarðarbikarið í 1955, og B36 hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir síðani sigurin í fyrstu kappingini um fyrstu ísa­fjarðar­ súluna í 1965. Felags fyri feløgini í høvuðs­ stað­num er eisini, at tvær tær síðstu ferðirnar hevur talan verið um vónbrot, tá ið tey hava verið í finaluni. B36 tapti í fjør 1-0 ímóti NSÍ. Næstsíðsta ferðin, at B36 var í finaluni, var í 2008. Tá tapti B36 3-2 ímóti EB/Streymi. HB tapti í 2014 1-0 ímóti Víkingi, og HB tapti í 2007 4-3 ímóti EB/Streymi. Tað eru tólv ár síðani B36 vann steypa­finaluna. Í 2006 var úrslitið ímóti KÍ 2-1. B36 málskjúttar ta ferðina vóru Fróði Benjaminsen og Sylla Amed Davy. Tað eru fjúrtan ár síðani, at HB síðst vann steypafinaluna. Í 2004 var úrslitið ímóti NSÍ 3-1. HB málskjúttar ta ferðina vóru Heine Fernandez, Rókur av Fløtum Jesper­sen og Páll Mohr Joensen. Leygarkvøldið 25. august fara teir í norðaru ella teir í syðru legu­ni í Gundadali at fegnast um sigur­in og harvið rættin at luttaka í europeisku kappingini næsta summ­ar. Hinir fara at harmast um triðja tapið í steypafinalu á rað. Eingin av teimum, sum í gjárkvøldið spældu seg í fyrstu finaluna millum grannarnar í Gundadali í 27 ár, hevur áður vunnið løgmanssteypið Løgmanssteypið: HETTA ER SPILDURNÝTT FYRI TEIR ALLAR Suðringar – B36 0-4 (0-3) 0-1: Benjamin Heinesen 18. 0-2: Kaimar Saag 24. 0-3: Odmar Færø 26. 0-4: Kaimar Saag 56. Dómari: Petur Reinert Suðringar: Rani Nolsøe Johannesen – Eirikur Magnusarson, Dánjal Godtfred (Hávar Albinus, 82.), Teitur Olsen, Heri Kjærbo – Stefan Radosavljevic, Isaac Shaaze, John Villi Leo Wøldike, Ibrahim Arifovic – Salmundur Bech (Regin í Lágabø, 86.), Búi Egilsson (Ari Krosslá Poulsen, 71.) Gult kort: eingin Venjari: Glenn Ståhl B36: Trygvi Askham (Rói Mørk Hentze, 60.) – Erlendur Magnusson (Robert Heðin Brockie, 60.), Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Manus Holm Jacobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (Hugin Samuelsen, 54.), Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag Gult kort: eingin Venjari: Jákup á Borg B36 í finaluna við samantalt 8-2 sigri AB – HB 1-4 (1-1) 1-0: Bárður Olsen br 24. 1-1: Lasse Andersen 30. 1-2: John Frederiksen 69. 1-3: Dan í Soylu 90. 1-4: Niklas Kruse 92. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen AB: Geza Turi – Jákup Pauli Breckmann, Árni G. Olsen (Beinir Henriksen, 58.), Sørin N. Samuelsen, Jónas Stenberg –Bjarki C. Nielsen, Mikkjal T. Hentze (Ragnar Skála, 66.), Bárður Olsen, Filip í Liða – Teitur D. Olsen (Bartal S. Petersen, 61.), Rasmus Dan Sørensen Gult kort: Sørin N. Samuelsen, Rasmus Dan Sørensen Venjari: Sorin Anghel HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen (Niklas Kruse, 78.), Brynjar Hlöðversson (Daniel Johansen, 72.), Tróndur Jensen, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen (John Frederiksen, 65.) Gult kort: Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen, Magnus Egilsson Venjari: Heimir Guðjónsson HB í finaluna við samantalt 6-1 sigri