hósdagur 14. juni 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
25
TRÓNDUR ARGE
F
ult umfar verður í Betri
deildini hjá monnum um
vikuskiftið. Leygardagin
verður grannauppgerð á
eystanstevnu, tá NSÍ tekur móti
Víkingi. Sunnudagin verða fýra
dystir. Í botninum eru AB og 07
Vestur á útivølli, meðan lagt er upp
til eitt brak av einum dysti, tá HB
og B36 bresta saman.
NSÍ – Víkingur
Leygardagin
DÓMARI: ALEX TROLEIS
NSÍ eltir oddaliðini, meðan Vík
ingur eltir fjórða plássi, sum
møguliga gevur atgongd til Europa
League. Avbjóðingini er, um B36
vinnur steypafinaluna, so skal NSÍ
til at yvirhálað eitt annað lið, enn
B36, ið er á fjórða plássi í løtuni.
Tað kemur væl við í Runavík,
at Bárður J. Hansen aftur er á
vøllinum. Hann spældi mikudagin
ein hálvleik í 1.deild. Jens Joensen
hevur leikbann, meðan Klæmint A.
Olsen framvegis er uttanfyri.
Fyri Víking er Atli Gregersen
við aftur, eftir leikbann, men nú
má Hans Jørgen Djurhuus sita yvir
vegna ov nógv gul kort.
Sámal Erik Hentze, venjari hjá
NSÍ, og Sigfríður S. Clementsen,
venjari hjá Víkingi, eru báðir kendir
fyri sínar taktisku snildir, so hetta
kann blíva ein dystur, sum verður
avgjørdur av bonkinum.
Helst er NSÍ ein lítil favorittur
á pappírinum, men vit tippa ein
javnleik.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
Suðringar – KÍ
Sunnudagin
DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM
Suðringar fingu av at vita í
seinnu hálvfinaluni í kappingini
um Løgmanssteypið. Hópurin er
smalur og tað tykist hava merkt
hópin, at teir hava brúkt so nógva
orku í steypakappingini.
Tí er KÍ eisini rímiliga stórur
favorittur at vinna í Trongisvági,
sjálvt um tað skuldi verið ein tor
førur dystur á pappírinum. Her er
eisini vert at bíta merki í, at tað
vóru júst Suðringar, ið varpaðu KÍ
úr steypakappingini í ár.
Bæði liðini eru uttan onkran
spælara, men higartil er ongin
tilgongd, sjálvt um flytingar
vindeygað letur upp í dag.
KÍ er favorittur.
SOSIALURIN TIPPAR 3-1
HB – B36
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Tað verður eitt satt brak, tá HB
og B36 bresta saman í Gundadali
sunnudagin. HB hevur í longri tíð
havt tað trupult við B36, og tað
var meiri hepni enn skil, ið gjørdi
at teir fingu stig í ársins fyrstu
grannauppgerð.
Men á stigatalvuni er ongin
ivi. HB hevur níggju stig fleiri
enn grannarnir úr B36, sum tí eru
kroystir at vinna.
Bæði liðini hava nýggjar spælar
ar við. Fyri HB er fyrrverandi U21
landsliðsspælarin hjá Íslandi,
Grétar Snær Gunnarsson, við á
fyrsta sinni. Hann er komin til
úr FH í Íslandi. B36 leigaði undan
kappingarbyrjan Gilla Samuelsen
út til 07 Vestur, men hann kemur
nú aftur í Gundadal at spæla sínar
dystir. Helst bæði orsaka av sínum
lutfalsligu góðu avrikum, og eisini
langaskaðalistanum hjá B36.
Seinastu nógvu dystirnir
millum feløgini eru endaðir við
javnleiki, so tað tykist sannlíkt.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-2
Skála – AB
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Eftir eina góðkenda byrjan, tykist
Skála hava fingið tað trupult, eftir
at liðið hevur tapt fyri bæði 07
Vestur og EB/Streymi. Nú koma
argjamenn á vitjan, sum hava
spælt hálvfinalu í vikuni.
Tað er ilt at koma uttanum, at
Skála er favorittur, men serliga
ósigurin fyri 07 Vestur kom óvart
á. Argjamenn eru sperdir, men
Heðin Stenberg og Bjarni Skála
eru við aftur, men meðan Mikkjal
Hentze og Árni G. Olsen fóru út við
smærri snuddum í hálvfinaluni.
Skála hevur munin.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
EB/Streymur – 07 Vestur
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Sundalagsmenn eru raknaðir við
aftur, eftir at
teir í farna
umfari vunnu
greiðan sigur
á Skála, sum
eisini
menn
mann útvístan
í ósigrinum. Teir
fáa vitjan at 07
Vestur, sum nú verður
uttan toppskjúttan,
Gilla Samuelsen, ið fer
aftur til B36.
Tað ljóðar, at 07 Vestur hevur
spurt seg fyri í HB, fyri at sleppa at
leiga onkrar av yngru spælarunum.
Hartil veit jn.fo at siga, at bretskur
spælari kemur at royndarvenja í
næstum.
EB/Streymur hevur havt rími
liga stórar trupulleikar í ár, men
ikki líka stórar trupulleikar sum
07 Vestur.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-1
Upptakt 14. umfar:
Ikki við: Bjarki Nielsen (leikbann),
Hørður Tórsson (økslin, 2 vikur),
Absalon Eliasen (knæið, óvist),
Jobin Drangastein (fyribils givin)
Ivasamur: Árni G. Olsen
Við aftur: Heðin Stenberg
(lekbann í steypakappingini),
Bjarni Skála (leikbann í
steypakappingini)
Ikki við: Jens Joensen (Leikbann,
reytt kort), Símun Rógvi
Hansen (Slitið krossbandið,
langtíðarskaddur), Klæmint A.
Olsen (Brotið armin, 2-4 vikur)
Við aftur: Bárður J. Hansen
(Hevur verið langtíðarskaddur)
Ikki við: Róaldur Jakobsen
(fótlið, langtíðarskaddur),
Christian R. Mouritsen (fótlið,
langtíðarskaddur), Jónas Tór
Næs (ryggur, langtíðarskaddur),
Bjarni Petersen (fipur, 1-2 vikur),
Hannes Agnarsson (fipur, 1-2
vikur)
Við aftur: Benjamin Heinesen
(eftir leikbann), Eli F. Nielsen
(eftir leikbann), Magnus H.
Jacobsen (eftir leikbann), Gilli
Samuelsen (aftur frá útleigan)
Við aftur: Jákup Johansen
(hevur verið langtíðarskaddur)
og Haraldur R. Højgaard (hevur
verið skaddur í lærinum)
Ikki við: Jan Ingason Hansen
(langtíðarskaddur) og Jákup
Jakobsen (leikbannaður)
Ikki við: Jóhannes Hansen
(langtíðarskaddur) ivasamur:
Arnar Dam (sjúka) Við aftur: Rói
Olsen
Ikki við: Milos Budakovic
(fótskaði, nakrar vikur), Rani
Johansen (fótskaði, nakrar vikur),
Teitur Mortensen (lærkrikin,
óvist)
Ivasamir: Jógvan Skeel Nolsøe
(lærkrikin), Aleksandar Stankov
(búkvøddi), Sebastian Pingel
(knæið)
Við: Grétar Snær Gunnarsson
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus
(Leikbannaður, ov nógv gul)
Við aftur: Atli Gregersen (Eftir
leikbann)
Ikki við: Hákun Edmundsson
(Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamur: Ísak Simonsen
LIÐ TÍÐINDI
B36
KÍ
HB
AB
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
EB/STREYMUR
07 VESTUR
Ikki við: Martin Tausen
(Burturstaddur), Asbjørn
Heðinsson (Skaddur), Gilli
Samuelsen (Aftur til B36)
TB/FCS/ROYN
Betri deildin menn – 14. umfar
Leygardagin:
NSÍ – Víkingur (Klokkutíð ikki
ásett) Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
Suðringar – KÍ (Klokkutíð ikki
ásett)
Skála – AB (15.00)
EB/Streymur – 07 Vestur (15.00)
HB – B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
Betri deildin støðan
NR. LIÐ
D V J
T
MÁL
S
1.
HB
13
11
1
1
25-8 (+17) 34
2.
KÍ
13
9
2
2
25-10 (+15) 29
3.
NSÍ
13
8
2
3
30-12 (+18) 26
4.
B36
13
8
1
4
27-17 (+10) 25
5.
Víkingur
13
6
2
5
20-17 (+3) 20
6.
EB/Streymur
13
3
5
5
15-16 (-1)
14
7.
SKÁLA
13
4
2
7
11-19 (-8)
14
8.
TB/FCS/Royn
13
3
2
8
11-22 (-11) 11
9.
AB
13
2
2
9
7-26 (-19)
8
10. 07 Vestur
13
1
1
11
12-36 (-24)
4
KELDA:FAROESOCCER.COM
Frumsýning av steypafinaluni
Grannauppgerð verður í Gundadali, tá steypafinalistarnir úr HB
og B36 møtast í 14. umfari. Bæði liðini hava nýggjar spælarar við.
Í Runavík verður spælt leygarkvøld, tá Víkingur kemur á vitjan