hósdagur 14. juni 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018
SOSIALURIN 67
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
Sylvia er dóttir Jákup Hans Jacob
sen, kallaður Pansarin, sum var
sonur Kaldbaks Petur.
Tey búðu nakað niðan eftir
Dalavegnum á Peturstrøð, sum
Kaldbaks Petur hevur lagt inn,
her av navnið. Hetta var tá í tíðina
langt uttan fyri býin.
Tey vóru fimm systkin: Sylvia,
Hanna, sum giftist við Oskar Olsen
av Tvøroyri, Petur, sum giftist við
Matildu av Eiði, Aksel og Edmund.
Umframt Sylviu er Aksel á lívi.
Hann er 95 ára gamal og er granni
hjá Sylviu. Hann er óføra raskur
og hevur seyð enn.
Matilda er 97 ára gomul. Vit
hava havt hennara søgu í hesi røð
og eisini søguna hjá Pansaranum.
Skúlagongdin
Sylvia byrjaði at ganga í privat
skúla hjá frú Mohr við Landa
vegin. Men tað var ov dýrt hjá
foreldrunum at hava øll børnini
í privatskúla, so hon fór í komm
unuskúlan á Vaglinum.
Har vóru nógvir kendir lær
arar. Stjórin var Poul Jensen.
Aðrir lærarar vóru til dømis
Jógvan Waagstein, og dóttir
Sigmund á Argjum, frú Baier. Í
kommunuskúlanum kom Sylvia
at sita undir liðuni á ta javngomlu
Elinu hjá Mallu og Pola skómak
aranum, sum var mostir mín. Hon
doyði longu í 1954.
Umframt skúlaarbeiði, var nóg
mikið at gera við hús hjá børnum.
Tey høvdu høsn, dunnur og geit.
Tá ið omman og abbin løgdu frá
sær, fingu tey eisini kúgv í kjall
aran. Ein av uppgávunum hjá
Sylviu var at mjólka geitini, meðan
Hanna mjólkaði kúnni. Umframt
var torv og hoygging.
Sylvia minnist eisini, at tey
høvdu des, útihoyggj. Tá lærdi
hon at snara bendlar, sum skuldu
festa desina. Tey plagdu at snara
fýra bendlar.
Sum vanligt var tá, var farið úr
skúlanum, tá ið Sylvia var kon
firmerað 2. oktober 1932 av Jákupi
Dahl, prósti í Havnar kirkju. Teir
vóru 50 konfirmantar. Millum
teirra vóru Ingeborg Rasmussen
og Sámal Patursson í Kirkjubø,
sum eisini blivu 100 ár.
Beint eftir konfirmatiónina fór
Sylvia í húspláss hjá Etly og Carl
Johan Bech, kendur djóralækni.
Hann búði annars í grannalagnum
hjá skúlafelaganum Linu og hjá
systkjunum hjá Jørgen Frants
Jacobsen, sum vóru systkinabørn
Carl Johan. Sylvia kom tí eisini
at kenna børnini hjá Carl Johan,
Jørgen og Mogens, sum doyðu
ungir. Kirstin varð fødd seinni.
Hjá Valdemar Lützen
Tá ið Hanna, systirin, skuldu
konfirmerast, fór Sylvia heim at
hjálpa til. Hon hevði ikki hug at
fara aftur í húspláss, tí fór hon á
skrivstovuna hjá Valdemar Lützen
at arbeiða. Her var hon í 10 ár.
Onnur, sum arbeiddu hjá Valde
mar tá, vóru Ebba hjá KI, Eva í
Horni, Diddan í Mortanstovu,
Sámal Debes, Jákup Mikal Ras
mussen og Alfred Rasmussen,
kallaður Lítli Brend.
Mogens, sonur Valdemar, ar
beiddi eisini har tá. Hann kom
seinni at taka við eftir pápan sum
stjóri.
Her dámdi henni ógvuliga væl.
Bæði Valdemar og konan vóru
kend sum framúr fólk og vóru
virkin á mongum økjum. Konan,
Ellen, plagdi at hava sunnudags
skúla, og Valdemar var ein av
teimum, sum løgdu lunnar undir
sjómansheimið.
Á eini slíkari skrivstovu vóru
ikki nógvir hentleikar. Tann
nærum einasti hentleiki var ein
skrivimaskina. Skuldi nakað telj
ast saman, so varð tað gjørt í høvd
inum!
Verður forlovað og gift
Men eina ferð mátti henda tað, at
Sylvia verður forlovað. Sum hjá so
mongum øðrum hitti hon drongin
í dansi.
Hann var tann sjey ár eldri
hvalbingurin, Jógvan Berg. Hann
var komin til Havnar at vitja vin
mannin Ebbe Muller, sum tá var
komin saman við Henny. Ebbe
lænti ein bil, og tey koyrdi niðan
til Sanatoriivegin, tað vóru ikki so
nógvir aðrar møguleikar tá. Men
tá rann saman millum tey bæði.
Hetta var í 1941, men tá var
einki sum æt at giftast og enn
minni at flyta saman, fyrr enn
húsini vóru komin. Jógvan fekk
hendur á einum innilokaðum
húsum í Tvørgøtu. Hann gjørdi
tey liðug, men tað var ringt at fáa
tilfar undir krígnum. Tey giftust
tann 19. januar 1946. Seinni, í 1968,
bygdu tey hús uppi á trøðni hjá
Pansaranum, har ein stórur part
ur av hansara eftirkomarum bú
leikast.
Sjólívið: Var burtur í 1-2 ár
Jógvan sigldi sum yngri úti í heimi.
Jógvan var flekjari við týskum
trolarum. Hann var eisini onkun
tíð við enskum trolarum.
Millum skipini, hann sigldi við
seinni, hetta var fyrst í 1950-unum,
var Oyrnafjall, sum løgtingið átti.
Teir vóru úti í minst eitt ár og
stundum úti móti tveimum árum.
Hetta bar illa til hjá einum
giftum manni, so hann fekk sær
lastbil. Taksturin var 3 krónur
fyri lessið. Seinni arbeiddi hann
á Bacalao, eisini sum náttarvakt.
Jógvan doyði í 1990. Tey bæði
fingu tvær døtur Gertrud og Fríð
bjørg, sum báðar búgva á trøðni
hjá Kaldbaks Petur við Dalavegin.
Væl er komið undan, seks ommu
børn, 12 langommubørn og trý old
urommubørn.
Sylvia letur væl at sínum langa
lívi. Hon hevur arbeitt fyri seg.
Sum t.d. at seyma og binda uppá
síni. Eisini við at gera klæðir burt
ur úr gomlum.
Hon er nakað deyv og nakað
lamin, men annars bagir einki.
Hon er púra klár og minnist væl
til, og sum tað skilst, dugur hon
væl at greiða frá.
Sylvia er ógvuliga sjálvbjargin,
hon ger sjálv døgurða hvønn dag.
Hon kann flyta seg runt inni
á einum stóli við hjólum undir.
Hon ætlar so ikki at flyta úr sínum
húsum við tað fyrsta! Ein sonn
megnarkvinna.
Tað var ein fragd at kunna hitta
Sylviu, og henni verður ynskt ein
góðan føðingardag og fleiri ár
afturat.
Tað eru javnan 100 ára føðingardagar í Føroyum. Men tað er neyvan
komið fyri fyrr, at tveir slíkir føðingardagar eru í Føroyum sama dag
TVEIR 100 ÁRA FØÐING
Søguligur dagur í Havn:
Sylvia stutt undan føðingardegnum
Jógvan, maður Sylviu
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina vóru 100 ára føðingardagar sera sjáldsamir. Í protokollini fyri gamla kirkjugarð í Havn, sum byrjar í 1869,
er bert eitt fólk jarðað, sum hevur verið 100 ár. Tað var Katrina í Malthúsi, ættað úr Skálavík, sum í 1931 varð jarðað 101 ára gomul.
At hon av misgávum stendur fyri at vera 103 ára gomul er ein onnur søga. Annars hevur Jóannes Joensen í Fuglafirði skrásett gott 120
føroyingar, sum eru blivnir 100 ár. Men nú leygardagin, 16. juni, eru heilir tveir 100 ára føðingardagar í Havn. Hetta eru tvær kvinnur,
sum eru “ektaðar” havnarkvinnur. Tær eru báðar føddar í Havn og hava kunnað fylgt við menningini av býnum hesi 100 árini.
Tær eru Ása Michelsen, ættað av Landavegnum og Sylvia Berg, sum er ættað av Peturstrøð við Dala
vegin. Tað er so rímiligt, at henda siðsøgan verður um hesar báðar.
Sylvia ger framvegis døgurða sjálv