Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 27 Komandi partur Komandi vikuskifti kemur 2. partur av frásøgnini um fyrsta túr til skips í 1958. ARDAGAR Á sa er dóttur ein kendan havnar­mann, Kristian í Hvannasundi! Hann flutti til Havnar í 1901 saman við konu síni Sigrid, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi. Havnar Jógvan og synirnir Sámal og Kristian vóru kendir reiðarar og skiparar. Jógvan átti Jubilæ, Ternuna og King Arthur. Kristian keypti Grundick í 1926 og førdi hana. Systkini hjá Ásu vóru Jógvan, Kristiane, Louisa, Guttorm, Debes og Edgar. Ása var yngst og er einsa­møll eftir. Ása minnist væl til ta tíðina, tá ið tað var so óvist at vera fiski­ maður. Komu skipini ikki aftur til tíðina, tey vóru væntað, var støðugt órógv á teimum av­varð­ andi. Vanliga komu tey kortini, men hjá teimum, har skipini ikki komu, var fyrst óvissan og síðan viss­an ræðulig. Eina ferð vóru teir sera seinir aftur. Tá var orsøkin ov gott veður, sum gjørdi at eingin vind­ur var til at sigla við seglum. Í skúla við Landavegin Ása fór í privatskúla hjá frú Mohr við Landavegin. Hetta var eisini meira høgligt enn at fara oman í sjálva Havnina í kommunuskúlan. Landavegurin var tá roknaður fyri at vera heilt fitt uttanfyri býin! Tað var gott at ganga í skúla við Landa­vegin. Frú Mohr var tá einsa­møll um meira enn 50 næm­ ing­ar. Tað riggaði eisini. 11 ára gomul fór Ása í realskúla. Hetta var ein sera stór broyting at koma millum rættulig havnarfólk. Ein varð nærum roknaður sum eitt bygdafrell at koma frá Landa­ vegn­um! Aftaná realskúlan fór Ása at arbeiða hjá dananum Lauridsen í handlinum Tubbakk, har Hafnia er nú. Tá fór Ása at læra seg at stenografera hjá Onnu Katrinu Jacob­sen, systir rithøvundan Jørgen Frants Jacobsen. Síðan fór hon at læra seg at skriva uppá mask­inu hjá konu Vilhelm Niel­sen. Ása fór tá at arbeiða á skriv­ stov­uni hjá sakføraranum Helge Sim­ons, sum kom til Havnar í 1924. Simons fór tó skjótt aftur til Danmarkar, eftir at Ása var byrjað. Tá helt Børge Husted Andersen fram við virkseminum, og hann var verandi í Føroyum til 1949. Ásu dámdi væl Husted And­er­ sen, sum var góður at arbeiða hjá. Men hetta vóru ringar tíðir, og tað vóru nógv brøv, hon skrivaði við hóttan um, at varð ikki goldið inn­ an ávísa freist, kundi tað enda við tvingsils­sølu. Til Danmarkar at arbeiða Tá í tíðini var tað sera populert hjá ungum gentum at fara til Dan­ mark­ar at uppliva heimin uttan­ fyri landoddarnar. Hetta gjørdi Ása eisini. Hon var tá byrjað at koma saman við Helge Michelsen. Hon­um dámdi tað einki, men her var eingin bøn. Ása fekk eitt gott ummæli frá Hu­sted Andersen, og hon søkti sær arbeiði hjá einum sakførara í Keyp­mannahavn. Helge var komin niður við, men hann fór heim aftur. Hann hevði síð­an 1935 arbeitt í Smæruni. Sambandið við Helge var við bræv­skriving. Tjaldrið sigldi aðru hvørja viku, og við hvørjum farti var bræv ella brøv. Fekk vinkonu í Týsklandi Í 1933 kom Ása at skriva saman við eini týskari gentu, Erika, sum eisini nærkast teimum 100 árunum. Hetta er eitt samband, sum hev­ur vart til dagin í dag. 1933 var árið, tá ið Hitler tók valdið í Týsk­landi. Ása vitjaði eisini Eriku nakað seinni. Nú var Erika ikki long­ur so forlipt í Hitler, sum hon hevði verið. Undir krígnum var einki sam­ band teirra millum. Men beint eftir krígslok tóku tær sambandið upp aftur. Tær hava eisini hitst fleiri ferðir. Fyrstu ferð í Danmark, har Ása vitjaði dótrina. Tær hava eisini vitjað hvørja aðra bæði í Týsklandi og Føroyum. Nú verður kortini mest tosað í tele­fon teirra millum! Var hjá amtmanninum, tá Danmark varð hersett Í oktober 1938 fór Ása aftur til Før­oyar. Tað var ringt at fáa ar­ beiði. Tá søkir og fær hon pláss á skriv­stovuni hjá amtmanninum Hil­bert. Ása minnist, at hon møtti amt­mann­inum tann 9. apríl, tann dag­in Danmark var tikið av týskarum. Amtmaðurin var púra fjált­urstungin sum rímiligt er. Einki samband var við donsku myndug­leikarnar, og eingin visti um ikki týskarar vóru á veg at taka Føroyar eisini. Ása minnist eisini dramatiskar hend­ingar, sum tá ið Caroline Thord­en og Lincoln City vóru bumbað av týskarum og fleiri doyðu. Hetta var sera óhugnaligt. Hilbert var góður at arbeiða hjá. Hann hevði konu og tvey børn, og tey búðu í amtmansborgini. Dótt­irin gekk í skúla saman við Vagn Erik, beiggja Helga. Giftast ella missa húsini Ása og Helge bygdu sær hús úti á Landavegnum. Bretska her­set­ing­ ar­valdið hevði hug á øllum tómum hús­um, so tey giftust 3. august 1941 í Havnar Kirkju. Tað var skjótt, at fyrsta barnið var á veg, og tá gavst Ása við at arbeiða fast úti. Børnini eru Kirstin, sum býr í Danmark, Hans Jákup, Vagnur, Tor­bjørn og Leivur, sum allir búgva í Havn. Helge var ein virkin maður á ymiskum økjum. Hann var losju­ maður, og hann var ítrótt­ar­maður. Helge var óførur at fara á flot og at skjóta haru og fugl. Hann hevði ábyrgdina av slakt­ara­for­rætn­ing­ ina í Smæruni. Hann doyði longu í 1986, 72 ára gamal. Svimjing og binding Ása hevur verið virkin á ymiskum. Í mong ár var hon ein av morg­un­ frúunum í svimjihylinjum. Ása lærdi longu sum smágenta at svimja í Sandagerði. Tá ið hon var 16 ára gomul, svam hon um Hvannasund. Hetta var tá roknað sum eitt avrik. Eitt ítriv, sum Ása hevur gjørt nógv burtur úr, er binding og veving. Við fimm børnum kundi hetta eisini geva nógv arbeiði. Ása er ein merkiskvinna. Hon hevur eitt ljóst og positivt sinna­ lag. Tí hevur tað verið so stuttligt at kenna hana í mong ár. TÆR BYGDU LAND Hesar báðar eru millum tær mongu kvinnurnar, sum saman við sínum “bygdu land”, sum tað er lýst í bókini av sama navni. Tí skal verða ynskt teimum báðum hjarta­liga tillukku á teirra stóra degi. Ása Michelsen: Landavegurin var uttan fyri Havnina Ása í Berlin saman við týsku vinkonuni, sum hon hevur kent í 85 ár Ása Helge