Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Jóannes Eidesgaard harmaðist fyrr í vik­ uni um, at politiska kjakið snýr seg ov nógv um tunlar og ov lítið um eitt núsosial­poli­ tikk, vinnupolitikk og ment­an­ar­politikk. Orðini hjá fyrrverandi løgmanni reisa spurningin, hvørjir spurningar fara at eyð­ kenna orðaskiftið fram móti løg­tings­val­in­ um, sum verður í seinasta lagi um stívliga trett­an mánaðir. Trý ár eru farin av samgonguskeiðinum, og stórir spurningar eru avgreiddir í løg­ting­ in­um. Virðisspurningar fylla alt meiri heima og burturi. Løgtingið hevur samtykt nýggja hjúnarbandslóg. Lítið man vera at iv­ast í, at fosturtøkuspurningurin fer at verða (mis) brúktur í valstríðinum, meðan flótta­fólka­ spurn­ingurin ikki enn hevur fest í her heima. Kring okkum er hetta tað, sum mest verður tosað um. Nýskipanir eru samtyktar innan heilsu­ verk og pensjónir. Tað fer framvegis at verða kjakast um hetta, men talan verður neyvan um nýggjar skipanir og broytingar – uttan mun til hvør fer at sita í Tinganesi eftir løg­ tings­valið. Nýggja fiskivinnuskipanin er bæði vinnu­politiskt og sosialpolitiskt amboð. Fleiri stórir spurningar bíða framvegis. Økis­ kvoturnar eru útsettar, og tær eru heilt víst polit­iskt dynamitt. Hvussu veiðu­avgjøldini skulu skipast varð tikið úr pakkanum, sum varð samtyktur. Semja var ikki um henda spurn­ingin, sum framvegis verður mýktur. Daga­talið skal á nýggjárinum skiftast út við kvot­ur. Hesin spurningurin varð útsettur inn­til á nýggjárinum. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður við tí. Sum fyrrverandi løgmaður tók til, so er spurn­ingurin um tunlar og almennar íløgur í høvuðs­staðnum og kring landið høgt á polit­ isku dagsskránni. Hesin spurningurin hevur átt stórt rúm, síðani tað í seksti árun­um av álvara varð farið undir at menna sam­ferðsl­ una og vælferðarøkini, og soleiðis fer tað framvegis at vera. Hann er eitt nú tengd­ur at, hvussu ella um talan skal vera um sam­an­ spæl millum land og kommunur í spurn­ing­ in­um um at stýra rakstri og íløgum. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyltu nógv fyrstu árini eftir kríggið og aft­ur undir fullveldissamgonguni. Hóast stjórn­ ar­skip­anin ikki hevur nakað beinleiðis við tann spurningin at gera, so vísir kjakið og við­ferðin, sum stjórnarskipanarmálið hevur fingið, at tað gongst illa at fáasemja um, at tann spurningurin skal raðfestast. Tað verður ávarað um listeria í tveimum frystivørum frá Coop Danmark. Talan er um “Coop ekstra søde majs” og “Ekstra søde majs”. Tí verða vørurnar nú afturkallaðar.  Majsposarnir eru posar á 650 g og eru framleiddir frá august 2016 til og við november 2017. Hóast júst hesir majsposarnir ikki verða seldir meir, mælir Coop Danmark fólki til at sleppa sær av við vørurnar, um mann skuldi havt tær í frystaranum. Coop Danmark verður selt í Føroyum. Men óvist er enn, um júst hesar við vanda fyri at innihalda listeria eru seldar. Vørurnar eru í øllum førum seldar í flestu matvøruhandlum í Danmark. Listeria er ein bakteria, sum kann vera at finna í nógvum gerandisvørum, og tað kann í ringasta føri vera lívshóttandi. Tað eru sum oftast persónar yvir 60 ár, ella persónar við ringari immunverju, ið gerast sjúk av bakteriuni, og fyrstu eyðkenni eru tey somu sum við fepri.  Hetta er møguligur partur av einum størri listeria-út­ brotið í Evropa, har nýgg ju persónar hava mist lívið 6. JULI 2018 Tunlar eru ovast og sjálvstýri niðast Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Deyðiligt evni møguliga í afturkallaðum majsposum Danska felagið Barbara í Gongini er farið á heysin. Tað skriva danskir miðlar hós­ morgun Hetta hendir eftir egnum ynski hjá leiðsluni felagnum, sigur bústjórin í konkursbúgvinum, Anders Ørskov Melballe við miðilin Finans. Hann sigur viðari, at orsøkin til hetta var, at leiðslan mátti staðfesta, at framtíðar útlitini fyri hvat felagið kann vinna sær ikki var nóg mikið til at svara skuld og útreiðslum.  Hóast felagið Barbara í Gongini er danskt, er kvinnan handan kenda merkið føroysk og verða hennara klæði eisini seld í fleiri handlum í Føroyum. Klæðini hjá Barbaru í Gongini hava verið seld í yvir 20 marknaðum í heiminum, skrivar Finans, og merkið hev­ur verið fastur fúsur á mótapallum í mótavikuni í Keypmannahavn, Paris og Los Angeles. Fyrr í ár fekk Barbara í Gongini Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur. Mótamerkið varð stovnað í 2005 og síðani 2010 hevur merkið hoyrt til felagið Barbara I Gongini A/S í Danmark, sum í 2016 hevði 11 starvsfólk, veit Finans í dag. Nú er tað so farið á heysin og bústjórin hevur stongt heimasíðuna hjá felagnum, so til ber ikki longur at keypa á nethandli. Sambært Finans.dk eru tað Barbara í Gongini og maður hennara Ole í Gongini, sum hava átt millum 66.66 og 89.99 prosent av felagnum, meðan Christian Phillip Arnstedt og Karin Plonaitis eiga tey prosentini, sum eftir eru.  Frá Mentanarvirðisløn til húsagang Les eisini blaðið á telefonini - Klaksvíks­ gentan sum vildi giftast í Roskilde Dómkirkju siðsøga á síðu 26-27 Smákykn sum herja Føroyar s. 20-21