hósdagur 5. juli 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
3
Maskinmeistari til
Marine Harvest
Heimsins størsta alifyritøka hevur brúk fyri tær.
marineharvest.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2018
Tú kemur at arbeiða á heimsins størstu alifyritøku, har tú kemur at
hava samband við og deila vitan við aðrar smoltstøðir kring allan
heimin. Tú skalt taka tær av allari tekniskari útgerð og stýringum á
smoltstøðini umframt hava ábyrgd av viðlíkahaldsskipanini fyri allan
tekniskan útbúnað á støðini.
Arbeiðsumstøður
Smoltstøðin er á Hellunum. Hon er 12.700 rúmmetrar og framleiðir
umleið 3 milliónir smolt um árið. Ársframleiðslan er um 1.600 tons í sjey
vatnskipanum.
Arbeiðið verður fjølbroytt, tí samstundis sum tú tekur tær av øllum tí
tekniska, tekur tú tær eisini av fiskinum. Tú skalt tí eisini hava áhuga
fyri lívfrøðini.
Tú verður partur av einum toymi, har ein vaktarskipan er, og tú fert at
hava vakt eina viku um mánaðin. Tú mást tí kunna arbeiða skeivar tíðir
og í skiftisvaktum.
Tínir førleikar
Tú ert maskinmeistari ella hevur líknandi útbúgving. Góðar KT-førleikar
og dugir at arbeiða við plc-stýringum. Annars vera fyri komandi og
jaligur og megna at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi. Tú mást duga
enskt, tá samskift verður við aðrar partar av Marine Harvest.
Umsóknir skulu sendast til kirstin@marineharvest.fo.
Tú byrjar alt fyri eitt.
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Jóhan Toftegaard, leiðara á
støðini, á +298 79 10 50.
Marine Harvest hevur tørv á einum maskinmeistara at taka sær av teknisku útgerðini,
stýringunum og viðlíkahaldsskipanini á smolt støðini á Hellunum