hósdagur 5. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Nú fáa føroyingar
veðurforsøgnir
frá tíggjutals
veðurstøðum hjá
Landsverki, sum
eru settar upp
kring landið.
Hans Fróði á
Toftanesi hevur slept
ætlanunum um at
skjóta dómin inn fyri
hægri rætt og tí er
dómurin á 3 ár og 9
mðr endaligur
Nýggj ísframleiðsla
er ávegis í Føroyum
vísir yvirlitið yvir
nýggjar fyritøkur,
sum eru stovnaðar
Mótahúsið Barbara
í Gongini er farið á
heysin
Øksarmálið er
endaliga avgreitt,
tí teir dømdu kæra
ikki dómin til hægri
rætt
Tunlar
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
mió. evrur
vil Juventus
keypa
Ronaldo fyri
100
Hesa vikuna hevur
rættiligt kjak tikið seg
upp um ætlaðar tunlar,
nú Jóannes Eidesgaard,
fyrrverandi løgmaður, í
viðmerking hevur funnist
at samgonguni fyri
tunnilsøði
Um orðið sigur Sprotin:
gong (2) undir jørð, berghol (1), fjallasmoga; sms.
t.d. frysti-, undirsjóvar-
Tað einasta pluss við sveisarinum í
dag, var plussteknið á teirra flaggið.
Jättebra Sverige
Kann onkur purra
meg út, tá teir fara
til brotsspark?
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi, 8 – 13 m/s, sum seinni
minkar og um kvøldið verður tað
gul til stívt andøvsgul av útsynningi,
5 – 10 m/s, sum um náttina
minkar til 3 – 8 m/s. Turt fyri tað
mesta og sum frá líður sólglottar,
men um náttina meira skíggjað.
Hitin alt samdøgrið um 10 stig
Veksandi vindur av suðri og
útsynningi 8 – 13 m/s, sum
seinnapartin minkar til 5 – 10
m/s av vestri. Sól og einstøk æl.
Hitin alt samdøgrið um 10 stig
Lot til andøvsgul av suðri, 3 – 8 m(s,
sum seinni veskur til gul til stívt
andøvsgul av suðri og útsynningi,
5 – 10 m/s. Um náttina upp í 13
m/s í støðum av vestri. Skíggjað og
regn. Um náttina skiftandi skýloft við
einstøkum ælum. Hitin millum 10 og
13 stig, um náttina niður í 10 stig
8-13 m/s
8-13 m/s
Tað er mangan tú í hesum døgum
hoyrir fólk gremja seg um, at tey fáa ikki
fatur á handverkarum.
So nógv ferð er í samfelagnum, at tað
so at siga er ómøguligt hjá vanligum fólki
at fáa ein handverkara til at gera smáting.
Vit hava upplivað hetta fyrr. Bygging er
á hvørjum tanga og hvør hond hevur nokk
at gera. Í ár er tað so nógv, at byggifyritøkur
og onnur framleiðsluarbeiðspláss innflyta
arbeiðsmegi í stóran stíl.
Her ganga bæði rumenar og bulgarar
runt umfram nógvir aðrir nationalitetir.
Sjálvandi skulu vit taka væl ímeti
hesum fólkum, tí hvussu ofta eru
føroyingar ikki farnir utanlands at
arbeiða, tá ið tíðirnar í Føroyum hava
verið trongar.
Í fimti-árunum fóru vit til Íslands at
sigla og arbeiða á flakavirkjum og í níti-
árunum vóru vit í Danmark, Týsklandi og
mongum øðrum londum.
Tað sum vit kanska ikki geva okkum
far um er, at ferðin er so ógvuslig í løtuni,
at vit meira ella minni missa tamarhald
í støðuni.
Eg ivist í um nakar í landinum veit,
hvussu nógv arbeiði er í gongd hjá
landinum, kommununum og hjá tí privata.
Vit síggja sera góðar roknskapir hjá
byggifyritøkunum. Alt gott um tað, men
onkur skal gjalda, so botnlinjan hjá hesum
feløgunum sær soleiðis út.
Vit eru komin í G-mánaðin og í
ólavsøkumánaðin. Seinastu dagarnir
hava ikki beinleiðis boðað frá summari,
men ofta broytist, tá ið vit eru komin um
hálvan juli.
G ger klárt til stóran festival hesaferð.
Sjálvur festivalurin er longdur ein dag
meðan ólavsøkan er ein av teimum
stuttu. Hon liggur eitt vikuskifti við
ólavsøkuaftan leygardag og ólavsøkudegi
sunnudag.
Kortini man fara at bera til hjá teimum
ungu at forleingja tjóðarveitsluna ein dag
ella tveir, so alt verður sum vanligt.
Okkara fólkavaldu hittast aftur
ólavsøkudag, vitandi um, at nú er bert eitt
ár til val skal vera í seiansta lagi.
Spennandi verður at síggja, hvussu tað
fer at eydnast samgonguni at berja seg í
gjøgnum hetta seinasta árið – ella um
løgmaður velur at útskriva val nú.
Samanumtikið mugu vit siga, at tað
gongur sera væl í samfelagnum. Nóg
mikið er at gera og tey ynski, sum ofta eru
at hoyra nú, eru afturvendani ynskir frá
øðrum búskaparliga góðim tíðarskeiðum
í Føroyum.
Vit eiga øll at hugsa um, at tað er
umráðandi at vit hugsa eitt sindur fram
í tíðina.
Nú alt gongur so væl eiga vit at duga
at leggja eitt sindur til síðis, so vit hava
okkurt at standa ímóti við, tá ið vit fáa
mótbrekku aftur.
Fyri okkum øll er tað avgerandi, at vit
fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Hetta er tað skilabesta, uttan mun til um
vit velja samband ella loysing.
Vit eiga at vísa okkum sjálvum og
øðrum, at vit vita hvat vit gera – eisini
búskaparliga.
Tað skapar virðing.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At eingin
fleyging verður
á Urðini í ár?
3-8 m/s