hósdagur 5. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
5
Ein heilsan til Ingvard,
Oluf og Jóhonnu
E
in lítil heilsan nú hesir tríggir
javnaldrarnir runda tey níti. Tey
eru øll úr nærumhvørvinum her á
Skála, ávikavist av Skála og Innan
Glyvur og kennast tey rættuliga væl. Tey eru
Ingvard Poulsen, Oluf Djurhuus og Jóhanna
Johansen (fødd Hansen).
Ingvard í Trøðni, sum Ingvard vanliga
verður nevndur her á Skála, rundaði tey níti
10. juni. Hann er uppvaskin skamt norðan
fyri Prestá. Ingvard lærdi til maskinsmið
og gjørdist maskinmaður. Hann arbeiddi
á skipasmiðjuni og sigldi í fleiri ár sum
maskinmaður við línubátunum Columbus
og Vesturhavinum Blíða. Eisini sigldi hann
við hvalabátum, mest við Heyki, frá 1948-58.
Skipari var Eivind Kruuse.
Oluf Djurhuus rundaði tey níti 18. juni.
Hann varð útbúgvin og arbeiddi sum
elektrikari, men áðrenn hann fór í læru, so
royndi Oluf sjólívið. Eitt av skipunum, Oluf
var við, var Haraldur, við Eriki á Berjar
heygnum sum skipara. Eisini arbeiddi hann í
Íslandi. Vit á Skála halda okkum eiga ein part
av Olufi, tí her hevur hann havt sína dagligu
gongd á skipasmiðjuni alt arbeiðslívið, og var
hann eisini leiðari á El-deildini. Hann hev
ur altíð verið sera áhugaður í seyðahaldi og
var røktingarmaður í nógv ár. Umframt tað
hevur hann eisini havt annan fenað í nógv
ár. Oluf hevur skaldagávur og hevur hann
latið úr hondum bygdasøgu, skaldsøgur,
minningarrit og endurminningar. Helst
hevur hann arvað hesar gávur frá faðir
sínum, Heina Djurhuus.
Jóhanna Johansen, sum er pápasystir
mín, rundar tey níti 9. juli. Jóhanna á Sýn er
hon vanliga nevnd, og tað navnið hevur hon
við sær úr barnaheiminum. Barnaheimið á
Sýn er skamt innan fyri skipasmiðjuna.
Jóhanna hevur arbeitt í fiski alt sítt lív.
Hon hevur arbeitt í Íshúsinum á skipa
smiðjuni, har sild varð fryst, eins og tvøst frá
hvalabátunum. Eisini hevur Jóhanna arbeitt
fisk í Vestmannaoyggjunum. Í Turkihúsin
um arbeiddi hon og var við til, bæði at landa
saltfisk frá trolarum og línuskipum. Í nógv
ár bleiv saltfiskur vaskaður og turkaður, tá
ið hann varð turkaður var arbeitt í trýskifti
vaktum. Ein maður var formaður á hvørjari
vakt, einans kvinnur arbeiddu við at turka
fiskin. Tá var arbeiðið kynsbýtt, kanska
nakað øðrvísi enn loyvt er í dag. Seinnu árini
arbeiddi Jóhanna á Vaðhorn, sum fyrst helt
til í Turkihúsinum á Skála og seinni bleiv
flutt út á Hulk á Strondum.
Felags fyri Ingvard, Oluf og Jóhonnu er,
at tey tykjast ikki at gáa um, at tey eru níti ár.
Í hvussu er sæst tann aldurin ikki á teimum,
sum jú er væl meira enn kempualdur. Øll
tykjast nógv yngri, ógvuliga lívlig, hugfarslig,
virkin og hartil hava tey gott minni.
Helst liggur Ingvard ein skut fremst
ur, tá tað kemur til knappar og stuttligar
viðmerkingar. Ingvard fekk nýggja súkklu
frá børnunum, tá hann fylti 85 ár. Tá helt
hann skemtandi fyri: “Eg hevði væntað at
fingi ein lenistól”. Súkkluna hevur hann
brúkt rættuliga nógv, og súkklar hann
javnan frá húsum, út á Hulk, innaftur eftir
ovaravegi, inn á Mann og síðani til húsar. Ein
teinur sum er áleið 12 km. Ein skálamaður
helt fyri við Ingvard, at hann var ógvuliga
tíðliga á súkkluni í morgun. “Hmm, tað er so
ymiskt, hvat er tíðliga hjá okkum báðum“,
helt Ingvard skemtandi fyri. Havi havt tað
gleði og tann heiður at róð og at sita á bekki
saman við Ingvardi umborð á Skálabátinum.
Tað var ein góð og stuttlig tíð, parturin hjá
Ingvardi lá ikki eftir hvørki viðvíkjandi gam
an ella álvara.
Í fjør summar vísti ein av synunum hjá
Jóhonnu mær eina mynd, har Jóhanna stóð
ovast í stiganum og málaði skjøldrarnar í
umleið níggju metra hædd. Tað er ikki hissini
áræði fyri eina 89 ára gamla kvinnu. Sterk og
røsk hevur hon altíð verið, hon er jú bróð
urdóttir reystmennið, Hanus í Skálafirði.
Heini, faðir Oluf, var av trúgvastu
kirkjufólkum. Salomon Joensen var prestur
á Nesi í teirri tíðini, tá Skála og Strendur
hoyrdu til Nes prestagjald. Salomon plagdi
at siga frá, at tað bar ikki til hjá honum at
halda somu prædiku á miðdegi í Sjóvar
kirkju, sum í Skála kirkju um kvøldið, tí Heini
var í kirkju í báðum støðum. Salomon helt
skemtandi fyri: “So á Skála mátti eg byrja
aftanifrá við prædikuni, so at Heini ikki
skuldi varnast, at tað var sama prædikan”.
Nú vit eru við Heina við Glyvur, so mundi
Heini vera tann maðurin, sum skúlabørnini
á Skála, sum nú eru farin um pensjónsaldur,
vóru glaðast fyri at síggja. Heini var ein
skilamaður, sum gamlilærari helt sera nógv
av og fegin vildi skifta orð við. Tí var tað
ein standandi ordri frá gamlalærara um at
boða frá, um Heini kom framvið skúlanum.
Heini var vegmaður, gekk við trillubøru og
koyrdi sand í holur á vegnum. Og bleiv so
boðað frá, at nú var Heini í eygsjón, so rópti
gamlilærari: “ fríkorter”, og tað fríkorterið
kundi mangan gerast drúgt.
Eitt annað, sum Ingvard, Oluf og Jóhanna
hava til felags, er, at sunnumorgnar sita tey
í kirkjuni. Ingvard í triðfremsta stóli, høgru
megin, á beinkinum har faðir hansara, Pól í
Trøðni, var vanur at sita. Jóhanna á aftasta
beinki somuleiðis høgrumegin. Oluf í Sjóvar
kirkju, vinstrumegin, har sum skrástívarin
er.
Eg vil við hesi heilsan takka tykkum fyri,
tað tit eru, og tað tit hava lagt okkum í beinið,
og ynskja tykkum Guðs ríku signing.
Andrass Hansen
Oluf Djurhuus, Jóhanna Johansen, Ingvard Poulsen. Myndin varð tikin í vár,
tá ið Ingvard og Oluf høvdu fyrilestur í Fornminnafelagnum á Skála
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Dánjal M. Joensen, f. 20.11.87.
Giftur, Karin, eiga 2 børn.
Múrari, lesur til byggifrøðing.
Hjartamál
Tað er týðningarmikið, at tað
almenna arbeiði verður planlagt
so, at peningurin kann fara út
aftur til borgaran og ikki til tað
almenna bureukratiðið.
•
Eingin ognarskattur, hettar fyri ikki at tyngja borgaran óneyðugt og
leggja hann í æviga skuld til landið.
•
Hjálp til tað ófødda barnið og familjuna.
•
Verja tað siðbundna hjúnarbandið.
•
Land, kommunu og býarplanlegging:
Politikarar mugu víðka hugsunarháttin, so at feilir sum skúlin í
Porkeris haga, Glasir og Kamsdali ikki endurtaka seg, men at slíkir
bygningar heldur verðabygdir í miðbýunum, so tað kann føra við sær
at trivnaðurin økist.
•
Ítrótturin hjá ungdóminum má raðfestast, so øll hava møguleika at
verða við. Kanningar vísa, at ung, ið ikki eru aktiv í ítrótti, tónleiki
ella samkomu, hava størri møguleika at fella í kriminalitet.
Tú kann rætta kós og kumpass, men
ikki kyn!
”Selvidentifikation af køn”- hvat í víðu verð er tað?
Eg sat sum kánus í Finska ríkisdegnum, tá eg ein kaldan vetrardag í
novembur las hesi orð. Tað kann væl ikki meinast við, at hin einstaki
sjálvur gerð av sítt kyn?
Eg gjørdist klókari, tí so var!
Bæði á fundi í januar og í apríl varð uppskotið viðgjørt, uppskot frá
teim ultrareyðu. Í Norðurlandahøpi kalla tey seg vinstragrønu, og ein av
flokkunum er føroyski tjóðveldis!
Uppskotið var, at Norðurlandaráðið skuldi heita á øll norðurlond um at
”korrigering af køn skal baseres på selvidentifikation”.
Tvs., halt tær nú fast, at ein og hvør norðurlendingur skal kunna, frá degi
til dag, boða myndugleikunum frá, at: nú skifti eg kyn.
Í dag drongur, í gjár ”genta”- og vice versa.
Galskapur? -ja reindyrkaður gallskapur!
So sigur tú sjálvandi, men slík uppskot verða væl víst burtur?
Tíverri, tvørturímóti!
So gott sum einki kjak var í novembur, sama í januar og í apríl.
Eg royndi at tosa ímóti- og spurdi skilamenn, hví teir ikki mótmæltu.
Svarið var hitt sama- orka ikki, slagið er tapt.
Eg noktað at leggja kongin, ein svii gjørdi tað sama, vit gjørdu hvør sítt
mótuppskot.
Reyða uppskotið, tíbetur óbindandi, varð samtykt við góðum fimmti
atkvøðum, meðan 23 atkvøddu fyri broytingaruppskotunum báðum.
Eg var glaður, at so mong fingu høvið at atkvøða ímóti! Tók eg ikki til
orðanna, óttist eg, at nærum øll høvdu atkvøtt fyri.
Ongin ivi er um, at hatta er enn ein liður í royndunum at avkristna
norðurlond, og at roynt verður
aftur, við líknandi uppskotum!
Tí mugu øll, sum eru góð við
Føroyar, standa saman.
Komandi løgtingsval verður
avgerðandi!
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
”So skapti Gud menniskjuna í
bílæti sínum. Í bílæti Guds skapti
Hann hana. Sum mann og kvinnu
(kall og konu) skapti Hann tey!”
Vangamynd