hósdagur 5. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
6
HALLUR AV RANA
F
lestu føroyingar kenna
hansara rødd og lurta
við andakt hvønn mána
morgun, tá ið hann lesur
veðurvánirnar fyri komandi viku í
sendingini Góðan Morgun Føroyar
í Kringvarpi Føroya. Serliga eru
tað hansara stuttligar søgur um
veðurtekin, ið hava fangað áhugan
hjá føroyingum og sum ger at hann
skilur seg frá øðrum monnum og
kvinnum, ið váða sær at spáa
um endaleysa samtaluevnið hjá
føroyingum, tað óstøðuga føroyska
veðrið.
Tað er skjótt eitt ár síðan, at
røddin hjá 73 ára gamli Petur Hans
Dahl, fyrrverandi lærara á Vinnu
háskúlanum og sjómaður, fyrstu
ferð smoygdi seg gjøgnum útvarps
tólini inn í heimini og bilarnar hjá
føroyingum fyri at greiða frá veðri
num næstu dagarnar.
- Starvsfólkini í Góðan Morgun
Føroyar vildu gjarna hava onkran,
ið kundi siga frá hvussu veðrið fór
at vera og spurdu fleiri persónar,
ið av ymiskum ávum bórust
undan. Onkur teirra vísti til mín,
men tá eg bleiv spurdur bað eg
um umhugsunartíð. Men longu
tveir tímar seinni ringdi eg aftur
og játtaði at gera veðurtíðindini,
sigur Petur Hans Dahl, tá hann skal
greiða frá hvussu hann gjørdist
veðurmaður í Kringvarpi Føroya.
Toran argaði
Fyrstu ferð Petur Hans Dahl var at
hoyra í GMF var fyrst í september
mánað 2017 og hevur hann síðan
verið at hoyra hvønn mánamorgun.
Tað vil siga hvønn mánamorgun
uttan ta einu ferðina, tá eitt veður
fyribrigdi forðaði honum at koma
ígjøgnum til studio.
- Eg og konan vóru í Esbjerg
í mai mánað og ferðaðust. Júst
tann mánamorgunin gekk toran
nakað so nógv og sló niður í eitt
telefontorn, ið gjørdi at eg varð
uttan samband. Tað er einasti
mánamorgun, ið eg ikki hava lisið
veðurtíðindini, men blivu tey í
staðin lisin týsmorgun, minnist
Petur Hans Dahl aftur á.
Annars hevur tað slett ikki verið
nakar trupulleiki at ferðast hóast
hann hevur eina bundna uppgávu
hvønn mánamorgun. Tað er so lætt
at sleppa framat veðurkortum í
dag, at tað ger ongan mun, um hann
stendur á brúnni í Norrøni, í einum
býi í Póllandi ella í studionum í
Sortudíki.
- Alt letur seg gera í dag. Í oktober
mánað var eg í Póllandi og læs
veðrið upp frá hotellkamarinum
hjá mær. Tá boðaði eg lurtarunum
frá, at hóast eg sat í hotellkamari í
Póllandi í fínasta veðrið, so skuldu
tey ikki verða snýtt fyri veðrinum
í Føroyum, sigur Petur Hans Dahl
við einum smíli.
Gamla telefonin
Einasta forðingin fyri at lesa veðrið
hesa tíðina hevur verið gamla far
telefonin hjá Petur Hans Dahl, ið
ikki altíð hevur so gott samband.
Ein loysn bleiv tó skjótt funnið á tí.
- At byrja við gjørdu vit veður
tíðindini gjøgnum telefonina, men
eg eri nokk so gamaldags og havi
ikki nakra nýggja flotta iPhone. So
fyri at betra góðskuna, so spurdu
teir meg, um eg ikki heldur kundi
koma oman í studio. Eg havi ikki
tað stóra at spekulera um longur,
so tað var eingin trupulleiki, sigur
Petur Hans Dahl.
Síðan hann er farin at lesa
SKRIVAÐ DAGBÓK
SÍÐAN EG VAR
SMÁDRONGUR
- Tað eru øgiliga nógv fólk, ið lurta eftir tí. Eg kann næstan ikki longur fara út
um eina hurð, uttan at fólk koma yvir til mín. Um eg fari í Keypssamtøkuni í
Hoyvík, oman í SMS ella onkra heilt aðrastaðni í býnum, so koma fólk til mín
at tosa um tað, ið eg havi sagt. Tað eru serliga veðurtekinini, ið eg altíð endi við,
ið fólk fegin vilja tosa um. Tað sigur Petur Hans Dahl, ið síðsta árið er vorðin
kendur millum føroyingar sum veðurmaður í Góðan Morgun Føroyar
Petur Hans Dahl:
PERSÓNSSØGA: Petur Hans Dahl