hósdagur 5. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
7
veðrið í GMF er gerandisdagurin
hjá honum broyttur í ein ávísan
mun, tí nú verður hann steðgaður
í heilum fyri at tosa um veðrið.
- Tað eru øgiliga nógv fólk, ið
lurta eftir tí. Eg kann næstan ikki
longur fara út um eina hurð, uttan
at fólk koma yvir til mín. Um eg fari
í Keypssamtøkuni í Hoyvík, oman
í SMS ella onkra heilt aðrastaðni
í býnum, so koma fólk til mín at
tosa um tað, ið eg havi sagt. Tað
eru serliga veðurtekinini, ið eg
altíð endi við, ið fólk fegin vilja
tosa um, sigur Petur Hans Dahl,
ið eisini upplýsir, at veðurtekinini
ikki eru nakað, ið Kringvarpið bað
hann um, men nakað, ið hann sjálv
ur tók við, tí hann helt tað vera
áhugavert.
Veðurtekin
Áhugin fyri veðurteknum hevur
hann fingið frá pápa sínum og
umhvørvinum í heimbygdini Vági,
har tað dagliga yrki var tengt at
veðrinum.
- Vit høvdu nógva jørð í Vági og
tá vit hoyggjaðu var veðrið altav
gerandi. Tí kendi pápi mín til nógv
veðurtekin og nøkur teirra havi eg
eisini havt í útvarpinum. Meg eg
havi eisini altíð havt stóran áhuga
fyri útróðri og í tí sambandi hugdu
menn eisini eftir tekin um hvussu
veðrið fór at vera næsta morgun,
sigur Petur Hans Dahl, ið metir at
tað mundu vera millum 40-50 bátar
og sluppir í Vági, ið fóru út at leggja
línur hvønn morgun, tá ið hann var
smádrongur.
Aftaná at hann er farin at lesa
veðurtekin upp í morgunsendingini
eru tað fleiri eldri menn, ið hava
sett seg í samband við hann at
greiða frá hvørji veðurtekin teir
hava fingið frá sínum forfedrum,
umframt at Fischer Heinesen eisini
hevur skrivað eina bók við veður
teknum. Okkurt teirra hevur hann
eisini brúkt í sendingini, men hevur
hann eisini eitt annað serligt mið.
- Eg hoyrdi um, at Fróðskapar
setur Føroya miðskeiðis í sjeyti
talinum útskrivaði eina ritgerð
arkapping, ið kallaðist Kaga upp
í himmalin, tí tey ynsktu at fáa
veðurtekin frá fólki. Tíggju rit
gerðir komu inn, ið aldrin hava
verið brúktar til nakað sum helst.
Tær liggja á sama stað, sum tær
blivu skjalgoymdar tá, greiðir
Petur Hans Dahl frá.
Tá hann hoyrdi um hesar bað
hann um loyvi at fáa atgongd til
tær, so at hann kundi ogna sær
meira vitan um veðurtekin.
- Tað var gaman í, eg kundi sita
og blaða og lesa alt tað eg vildi, men
av tí, at tað aldrin er givin út, so er
upphavsrætturin hjá teimum, ið
sendu inn ella avvarðandi. Tí kundi
eg ikki kopiera síðurnar, men eg
kundi skriva av. So eg sat í einar
tríggjar tímar og skrivaði av, tí
har var nógv áhugavert at lesa. Og
har er nógv eftir enn, sigur Petur
Hans Dahl.
Dagbókin
Áhugin fyri veðrinum sum heild
hevur Petur Hans Dahl eisini fingið
frá barnsbeinum av og byrjaði
hann longu at skriva dagbók um
millum annað veðrið, tá ið hann
var smádrongur.
- Eg havi verið áhugaður í veðri
num síðan eg var smádrongur og
byrjaði skriva dagbók sum átta ára
gamal, har hvør dagur byrjaði við
veðrinum tann dagin. Har upplýsti
eg ættina og um tað var turt, sól ella
annað. Tað var serliga áhugavert, tá
man hoyggjaði ella um veturin tá
farið var til útróður. Eg havi enn
tær dagbøkurnar, ið eg skrivaði frá
1952 til 1957, sigur Petur Hans Dahl.
Síðan hevur veðrið verið
ein partur av yrkisleiðini hjá
vágbinginum. Fyrst sum sjómaður,
men vitanin kom eisini væl við, tá
hann gjørdist lærari á Vinnuhá
skúlanum í 1982. Í 35 ár undirvísti
hann komandi skiparum og stýri
monnum í millum annað veður
læru
Kenna ikki ættirnar
Í sínum 35 árum sum lærari í
Vinnuháskúlanum var tað tó eitt
rák, ið hann beyt merki í og sum
hóvaði honum sera illa.
- Tað er so mikið galið í dag, at
tey ungu, ið koma í skúla í dag, ikki
kenna ættirnar. Og spyrt tú ung
fólk úti á vegnum í dag, fólk upp
til 20 ár og væl eldri, so kenna tey
heldur ikki ættirnar. Tey vita ikki
hvar landsynningur, útnyrðingur,
landnyrðingur og útsynningur er.
Tað haldi eg er spell, tí Føroyar eru
einasta land í verðini, ið brúka hesi
gomlu heitini, ið stava frá gamla
norrøna málinum, sigur Petur
Hans Dahl.
Tí metir gamli lærarin, at hetta
er nakað, ið man eigur at gera
meira við. Og tað skal gerast longu
í fólkaskúlanum.
- Haldi avgjørt, at skúlarnir áttu
at gjørt meira við tað. Tað er minsta
krav, at skúlarnir læra børnini
ættirnar. Høvuðsættirnar, vestur,
norður, suður og eystur, duga tey
flestu, men tað er verri við hálv
ættunum. Útvarpið nevnir tær
hvønn einasta dag, men hvussu
ólukkan kunna hesi ungu vita
hvar vindurin kemur frá, um tey
ikki kenna ættirnar, spyr Petur
Hans Dahl.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Vit høvdu nógva
jørð í Vági og tá
vit hoyggjaðu var
veðrið altavgerandi.
Tí kendi pápi mín til
nógv veðurtekin og nøkur teirra
havi eg eisini havt í útvarpinum