hósdagur 5. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
8
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
“Kom út úr spælinum og inn í
dystin”. Soleiðis ljóðar boðskapurin
frá Center for Ludomani í Dan
mark í hesum døgum. Hetta er í
kjalarvørinum av, at HM í fótbólti
byrjaði 14. juni. HM er hásæsong
hjá spælifyritøkum, og sum
vanligt er til slíkar fótbóltskapp
ingar, verður skrúvað upp fyri
marknaðarførsluni hjá spæli
fyritøkunum. Litfagrar lýsingar,
spenningstónleikur og kend andlit
mynda reklamurnar, soleiðis
at tað skal følast so lokkandi
og meiningsfult, sum til ber hjá
brúkaranum. Men summi fáa
trupulleikar av hesum lokkandi
spæli. Í Danmark finnast hagtøl
fyri, hvussu ludomani rakar, men
Í Føroyum finnast eingi tøl fyri
hetta, og eiheldur er nakað slag av
viðgerðarstovni fyri fólk, ið dragast
við ludomani. Tí er tað trupult at
siga, hvussu stórur trupulleikin er
í Føroyum.
Leivur á Lakjuni er sálarviðgeri
og hevur ábyrgd av viðgerðini á
Blákrossheiminum á Nesi, sum
er viðgerðarstovnur fyri fólk við
rústrupulleikum. Hóast tey á Blá
krossheiminum ikki hava bein
leiðis viðgerð fyri ludomani, síggja
tey javnan fólk, sum eru bundin av
spæli.
-Vit síggja her á Blákrossheimi
num, at tað eru fólk, sum spæla
nógv og ikki klára at steðga. Vit
fáa fyrispurningar um viðgerð av
ludomani. So tað er eingin ivi í, at
ludomani sæst í Føroyum, stað
festir Leivur á Lakjuni.
Ofta ganga bundni av spæli
og rúsi hond í hond, og fleiri av
teimum, sum eru til viðgerðar á
Blákrossheiminum fyri rúsmis
nýtslu, hava eisini trupulleikar við
ludomani.
-Og í summum førum er tað
kanska tann størsti trupulleikin
hjá teimum - størri enn rústrupul
leikin. Tað eru nógv fólk, ið líða av
fleiri bundinskapum, sigur Leivur.
Høvuðsøkið á Blákrossheimi
num er bundni til rúsdrekka og
rúsevni. Hóast tey ikki hava bein
leiðis viðgerð fyri ludomani, so
veita tey ta hjálp, tey kunnu.
-Ludomani er ein bundinskapur
eins og rúsmisnýtsla er ein bundin
skapur, so tær somu mekanismur
eru galdandi, men tað er bara ein
annar bundinskapur. Viðgerðin hjá
okkum er skipað útfrá rústrupul
leikanum, so um vit síggja fólk,
sum koma inn við ludomani, so
arbeiða vit við teimum sak til sak,
tí viðgerðarstovnurin hjá okkum er
ikki gjørdur til tann problematikk
in, greiðir Leivur frá.
Verður ikki tikið í
nóg stóran álvara
-Ludomani er ikki nakað, sum vit
hoyra nógv um í gerandisdegnum.
Tað eru nógv fólk, sum spæla og
klára at hava tamarhald á tí, líka
sum fleiri klára at stýra sær við
rúsdrekka. Men eg trúgvi ikki, tað
verður tikið í líka stóran álvara,
sjálvt um tað kann fáa alvorligar
fylgir, sigur Leivur á Lakjuni.
Erling Fles er sálarfrøðingur,
og hann heldur eisini, at hetta er
ein trupulleiki, sum verður undir
mettur.
-Fólk síggja ikki ludomani sum
eina sálarliga avbjóðing. Mann
sær tað sum, at mann nokk klárar
at steðga tí sjálvur, men í flestu
førum klárar mann ikki tað, sigur
Erling Fles.
Hann hevur sum sálarfrøðingur
áður fingið fyrispurningar um
ludomani, men tað kemur ikki so
ofta fyri. Tá hann er blivin spurdur,
hava tað oftast verið avvarðandi,
sum ringja inn fyri persónin.
-Tað er nokkso áhugavert, tí tað
er tað sama sum við alkoholikarum.
Har er tað í flestu førum familjan,
sum leggur merki til tað fyrst, so
tað sær út til, at tað sama ger seg
galdandi við ludomani.
Eyðkenni hjá ludomaninum
Tann typiski ludomanurin er yngri
mannfólk, og ein stórur partur eru
menn uttan útbúgving sambært
Center for Ludomani. Hagtøl í Dan
mark og í Føroyum plaga sambært
Blákrossheiminum at fylgjast at.
-Tað er ringt at kenna ein ludo
man aftur úti á gøtuni, men um tú
ert familja ella avvarðandi, leggur
tú ofta merki til, at viðkomandi er
rastleysur, óuppmerksamur, meira
irritabul, fráverandi og isoleraður.
So fær mann eisini tendens til at
lúgva og blíva óærligur, greiðir
Erling Fles frá.
Tey eyðkenni, sum ludomanurin
sjálvur upplivir, eru ofta hjarta
bankan, rastloysi, sveitta og ein
konstantan ótta og nervøsitet í
kroppinum. Mappan er tóm, og
eitt møguligt tunglyndi fær hug
at sníkja seg fram.
-Sum oftast byrjar mann at
spæla síðst í tannáringaárunum.
Summi gevast aftur, meðan summi
blíva við, og so útviklar tað seg har
frá. Tað byrjar ofta við, at vinfólkini
spæla, síðani brúkar onkur meira
pengar uppá tað, og til síðst fer
onkur at brúka allar sínar pengar
og meir enn tað uppá spælið, sigur
Erling Fles.
Hví blívur ludomanurin
so við?
LUDOMANI
- MUGU SETA ORÐ Á
SPÆLIMISNÝTSLU
-Fólk síggja ikki ludomani sum eina sálarliga avbjóðing. Mann sær tað sum, at mann
nokk klárar at steðga tí sjálvur, men í flestu førum klárar mann ikki tað, sigur Erling
Fles, sálarfrøðingur, og Leivur á Lakjuni, sálarviðgeri á Blákrossheiminum tekur
undir og vísir á, at vit taka ikki avbjóðingarnar við ludomani í nóg stórum álvara
Ludomani: