Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 9 Tað kann vera ringt at skilja, hví ein ludomanur so blívur við at spæla sínar pengar vekk. Sálar­frøð­ing­urin, Erling Fles, vísir á, at hetta hevur nakað at gera við tað, sum mann í sálarfrøðini kallar fyri kogni­tiva reingjan. -Alt er bygt upp við tínum kogni­tivu reingjanum, t.v.s. at tú vilt ikki viðurkenna veruleikan, men tú blívur við at trúgva uppá, at tað fer at ganga, sjálvt um alt faktuelt og statistiskt stríðir ímóti. -Mann byrjar at rættvísgera allar sínar gerðir. Sjálvt um tær hava neiligar avleiðingar, so klárar mann allatíð at rættvísgera tað til, at “eg klári sikkurt at vinna hetta aftur - tað kann ikki blíva við at ganga illa”. Tað er tá, tað fer út í bundin­skap, sigur Erling Fles. “Belønningssystemið” er tað, mann granskar mest í dag, tá tað kemur til bundinskap. Be­lønn­ings­ systemið er tað í heilanum, sum økir sítt virkni, tá mann fær okkurt burtur úr onkrum, t.d. gjørt okkurt, sum mann er glaður ella stoltur av. -Um tú fært ein “belønning”, so venur tú heilan við at fáa hendan be­lønningin aftur. Í spæli er tað tað, sum mann forvæntar og fær í belønning av og á. Tað er skjótari at gerast bundin, um tað gong­ ur skjótt, og tað er nokkso títt ímill­um vinningin í spæli, men tú tapir allíkavæl spakuliga. So fært tú eina trongd til at uppliva tað sama aftur, sjálvt um tað hevur neiligar av­leiðingar, greiðir Erling Fles frá, og sigur víðari, at jú oftari mann fær hendan “belønningin”, jú meira vil mann hava hann, og tí blívur tað so ringt at steðga við at spæla aftur. At fáa sær hjálp at sleppa burtur úr tí Tað kann vera torført at viðganga bundin­skap. Leivur á Lakjuni, sum dag­liga fæst við slíkt á Blá­kross­ heimi­num, metir tað vera sunt at vera opin um trupulleikan. -Um mann sær, mann ikki megnar at steðga við at spæla, so er eitt gott stig at vera opin um tað fyri nøkrum fólki, mann hevur álit á. Men tað er ofta tað, sum er tor­ ført, sigur Leivur. Leivur á Lakjuni vísir á nøkur ávaring­ar­tekin um ludomani, sum m.a. eru óærligheit um brúkta tíð og pen­inga­upphæddir og við­merk­ ingar frá øðrum um misbrúk. -Sær mann, at mann ikki klárar at steðga, so er tað at søkja pro­ fessionella hjálp. Í viðgerð av ludomani brúkar mann nógv kognitiva atferðar­ terapi. Her fer mann inn og hygg­ur eftir tankalívinum og roynir at skilja seg sjálvan og sínar tankar í støðuni sum ludoman. Mann arbeiðir við at finna onn­ur ting, sum kunnu viga upp ímóti kensluni, mann fær av at vinna, tá tosað verður um be­lønnings­ system­ið. Tað kann t.d. vera rørsla og venjing, sum útloysa sama stoffið í heilanum. Sambært Center for Ludomani koma í Dan­ mark nógv tey flestu burtur úr trupul­leikanum, eftir tey hava fing­ið viðgerð. Upplýsing er eitt stig á leiðini -Í Føroyum er nokk manglandi upp­lýsing um trupulleikan, tí tað er ein verulig avbjóðing hjá kanska nógv fleiri, enn mann heldur, sigur Erling Fles, og vísir á, at spæl í Føroyum í dag er nógv lættari atkomuligt enn fyrr. Inter­netið ger tað gjørligt at spæla 24 tím­ar um døgnið í mun til fyrr, tá einastu møguleikarnir vóru V4 og Happa­dráttu­rin. Leivur á Lakjuni frá Blá­kross­heiminum heldur eisini, at tað skuldi verið betur upplýst um trupul­ leikan og metir átakið hjá Center for Ludomani vera týdn­ingar­mikið í Danmark. -Tað er umráðandi at normali­sera hetta og viðurkenna, at tað er her, fyri at avtabuisera tað. Erling Fles meinar tað vera skila­ gott at fáa upplýst tey ungu um møgu­ligu avleiðingarnar av spæli, áðrenn tey merkja avleiðingarnar á egnan kropp. Hetta átti tað al­ menna at lagt seg eftir at tikið ábyrgdina av. -Um mann ynskir at fyribyrgja ludo­mani, so kundi mann upplýst í tí almenna rúminum. Tað er verri at fyribyrgja, aftaná mann er byrjaður. Almennu Føroyar loyva, at mann kann spæla spøl gjøgn­um netið, so tað burdi verið tað al­menna, sum hevði ábyrgdina av upp­lýsing, sigur Erling Fles, sálar­frøð­ingur. PATURE@SOSIALURIN.FO Heimsmeistararskapið í fótbólti koyrir uppá sítt heitasta í løtuni. Semi­finalurnar og finalan nærk­ast, og spenningurin er stór­ur. Eitt, sum hevur merkt HM í fótbólti 2018, er, at úrslitini hava verið óvæntað. Teitur Joen­sen er fótbóltsviðmerkjari, og er umboð fyri eitt felag, ið saman­setur odds. -HM hevur verið óvæntað meir ella minni alt, sum tað er. Har eru øgiliga nógvir favorittar, sum eru úti úr kappingini. Tað ger jú, at spælifyritøkurnar tjena uppá tað. Tað mest vanliga, tá mann tippar, er, at mann fer eftir teimum størru londunum, ser­ liga tá tey hava hampulig odds, sigur Teitur. Fyri fótbóltsfjepparan er hetta áhugavert og stuttligt at síggja, men fyri fótbóltstipparan er tað allarhelst ikki líka stutt­ ligt. -Eitt gott HM fyri fót­bólts­ elskarar, tí tað hava verið ordi­ liga nógv óvæntað, stuttlig úr­s­lit og góðir dystir, men eitt keði­ligt HM fyri tann tippandi hyggjar­an. Eg trúgvi, at tey allar flestu hava mist pengar í sam­band við HM. Tey allar flestu hava mist pengar í samband við HM Fótbóltsviðmerkjari: Ludomani er bundni at spølum, har spælt verður um pengar. Tað veri seg lotto, spæliautomatir, tipping, poker, kasino o.s.fr. Bundinskapurin kann gerast so umfatandi, at tann bundni ikki megnar at hava ein vanligan gerandisdag Sambært tølum hjá Center for Ludomani hava uml. 125.000 danir størri ella smærri trupulleikar við spæli, og 10.000 eru ludomanar. Danski viðgerðarstovnurin viðger um 700 fólk hvørt ár fyri ludomani. Eingin tøl finnast fyri hetta í Føroyum Orðið ludomani kemur frá latínska orðinum “ludo”, sum merkir eg spæli, og grikska orðinum “mani”, sum merkir eldhugi. Ludomani verður á føroyskum eisini kallað spælisjúka