hósdagur 5. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
10
Summaruppskriftir
TEMA: summaruppskriftir
MOJITO VIÐ HYLLIBLÓMU
1 glas
2 súpiskeiðir av hylliblómusaft
1 súpiskeið av rørsukri
1 vistfrøðiliga leimfrukt
10-15 myntubløð
So nógv ljóst romm, sum tær lystir
Apollinaris
Ísterningar
Soleiðis gert tú:
Sker leimfruktina í bátar. Koyr leimfruktina í eitt glas og blanda hana við sukri og
myntu. Morla alt við einum mortara, so leimfruktsaftin, oljan frá myntuni og sukrið
verða væl samanblandað. Koyr hylliblómusaft og apollinaris í glasið og blanda alt
saman við einari skeið. Koyr ísterningar omaná.
Summar er í luftini, og sjálvandi skulu vit gera punsj og aðrar frískligar drykkir
hesa ársins tíð. Hesir drykkirnir hóska væl til havaveitsluna, studentagildið,
brúdleypið og aðrar hugnaligar løtur saman við góðum veitslufólki.
Uppskrift upp á heimagjørda hylliblómusaftin sæst í seinasta
HON blaðnum hjá Sosilainum. Tað ber tó eisini til at keypa eina
góða fløsku av hylliblómusaft í matvøruhandlunum.
SUMMARPUNSJUR VIÐ
HYLLIBLÓMUSAFT
Tilfar
Ísterningar
Tveir hylliblómuklasar
1 sitrón
1 part av hylliblómusaft
1 part av Aalborg Grill Akvavitti
1 part av turrum hvítvíni
1 part av sitrónsaft
3-4 partar av apollinaris
Soleiðis gert tú:
1.
Fyll eina stóra punsjskál við ísterningum. Hevur tú hylliblómutrø nær
hendis, tak so tveir blómu
klasar og legg teir í skálina
saman við frískum sitrón
flísum.
2.
Blanda síðani løgirnar
saman. Tú skalt brúka
somu nøgd av akvavitti,
hvítvíni, hylliblómusaft
og sitrónsaft. Koyr síðani
tríggjar ella fýra partar av
apollinaris í skálina.
SUMMAR DRY
Lagt til rættis: Noomi Weihe