Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 18 PERSÓNSSØGA borg­aran til ein part av tilgongdini, tá ferða­vinnan skal mennast. - Tað er kanska tann týdn­ing­ armesta uppgávan hjá komm­un­un­ um. Borgarin má vera við og sleppa at siga sína hugsan. Tí hon rak­ar tey. Og um tað eydnast at kunna borgarar um ætlanirnar, so taka tey helst eisini betur móti broyt­ ingunum, sigur Theresa Turid­ar­ dótt­ir Kreutzmann. Nuuk til Tórshavn Sjálv hevur Theresa Turidardóttir Kreutz­mann arbeitt við ferða­fólk­ um gjøgnum alla sín yrkisleið. Tað byrj­aði í Flogfelagi Føroya, og síðan tá hevur hon starvast hjá Mærsk, Atlantic Airways, Air France og øðr­ um flogfeløgum. - Tá man arbeiðir hjá flog­feløg­ um, er talan um business. Man hugs­ar um botnlinjuna alla tíðina. Tá handlar tað um at flyta fólk frá A til B, men samstundis selja dreym­in um, hvat tey uppliva, tá ið tey koma til punkt B, sigur Theresa Turid­ar­dóttir Kreutzmann. Eftir at hava arbeitt fyri ymisk flogfeløg, fekk hon í 2009 starv um ferðavinnustjóri í Nuuk í Grøn­ landi. Tá tók hon eitt starv, har hon skuldi skapa dreymin, ið ferða­fólk komu fyri at uppliva. Trý ár seinni fekk hon møguleikan at venda heim aftur til Føroya, tá ið tá­ver­ andi Kunningarstovan søkti eftir nýggj­um stjóra. Tey sjey árini, ið Theresa Turid­ ar­dóttir Kreutzmann hevur staðið á odda fyri Visit Tórshavn, hava verið sjey ár, ið hon ikki hevði viljað verið fyriuttan. - Eg havi elskað mína tíð í Visit Tórshavn. Eg fekk møguleikin at byggja víðari á tað góða grund­ar­ lagið, sum longu var lagt. At menna stovn­in, gera hann meira sjónligan og finna út av, hvat tað var, ið vinn­an og kommunan ynsktu við ferðavinnuni, sigur Theresa Turid­ ar­dóttir Kreutzmann. Meira sjónlig Tá ið Theresa Turidardóttir Kreutz­ mann byrjaði í starvinum sum leið­ ari fyri Kunningarstovuna, vóru tað fleiri fólk, ið komu til hennara og spurdu júst, hvat tað var, ið hon tókst við. Tann spurningurin gjørdist á ein hátt drívmegin fyri virk­semið tey sjey árini, ið hon sat við leiðsluni. - Tað bar slett ikki til, at fólk ikki vistu, hvat vit gjørdu. So okkara mál bleiv, at øll skuldu vita, hvat vit fing­ust við, sigur Theresa Turid­ar­ dótt­ir Kreutzmann. Tað merkti millum annað, at all­ ur samleikin hjá stovninum bleiv broytt­ur og lagt bleiv eftir at gera stovn­in meira sjónligan millum fólk. - Við navninum Visit Tórshavn vístu vit, at hetta er ein nýggjur sam­leiki og ein nýggj tíð. Sam­ stund­is fingu vit nýggja heimasíðu, til­gongd­ir blivu broyttar, og fleiri nýggj­ar tænastur sóu dagsins ljós, sig­ur Theresa Turidardóttir Kreutz­ mann. Nýggj tiltøk Við nýggju leiðsluni blivu fleiri nýggj tiltøk sett á stovn, umframt at tey sum longu vóru, blivu víðari­ ment. - Eg havi gingið høgt upp í, at vit eru her fyri borgaran. At hann skal kunna koma inn við teimum spurn­ ing­um, ið hann hevur og fáa svar. Trivn­aðurin hjá borgarum hevur verið í hásæti, og haldi eg sjálv, at tann parturin hevur eydnast væl, tí vit standa fyri flestu tiltøkum í Havn­ini, sigur fráfarandi stjórin. Millum tiltøkini, ið Visit Tórs­ havn skipar fyri, kann nevnast Jól í Miðbýnum, Vetrarljós og Ment­an­ ar­náttin. - Vit eru vorðin nógv meira sjón­ lig, og nú vita øll, hvørji vit eru, og hvat vit kunnu. Tað hevur verið stuttligt at sæð ta menning, ið vit eru farin ígjøgnum. Fleiri fólk eru komin í starv, og vit eru farin at ar­beiða innan nýggj økir. Sam­ starvið við vinnuna er vorðið betri, og teirra tilboð síggjast, tá fólk koma á gátt hjá okkum. Tað er eis­ ini vorðið lættari hjá ferðafólki at finna útav, hvat vit hava at bjóða, sig­ur Theresa Turidardóttir Kreutz­ mann og leggur afturat. - Vit eru vorðin sjónligari, og í dag verði eg heldur ikki longur spurd um, hvat eg geri. Sjálvt um hon nú er klár til eina nýggja avbjóðing, so viðgongur hon, at tað er eitt sindur tungt at siga far­væl við gamla arbeiðsplássið. Men tíðin var búgvin. - Man hevur bara so og so nógv at bjóða. Eg kendi, at eg hevði brúkt alla mína vitan, orku o.s.fr. Tað er týdningarmikið at hugsa um, hvussu man avrikar best. Tá man ar­beiðir innan ferðavinnuna, so ar­beiðir tú nógv í øgiliga langa tíð. So tað er kanska gott at nýggj orka kemur til felagið. Men eg eri góð við Vis­it Tórshavn, og sjálvt um eg fari víð­ari nú, so ynski eg stovninum alt tað besta, sigur Theresa Turid­ ar­dóttir Kreutzmann. - Ferðavinnan rakar allar borgarar. Sjálvt um man ikki beinleiðis arbeiðir í ferðavinnuni, so møtir man ferðafólkum á gøtuni, tey spyrja teg um vegleiðing og tú fært ikki eitt borð á matstovum, tí tær eru fullar av ferðafólkum - Eg havi elskað mína tíð í Visit Tórshavn. Eg fekk møguleikin at byggja víðari á tað góða grundarlagið, sum longu var lagt. - Tá man arbeiðir innan ferðavinnuna, so arbeiðir tú nógv í øgiliga langa tíð. So tað er kanska gott at nýggj orka kemur til felagið.