hósdagur 5. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
17
NU RÚMA NÓGV
FERÐAFÓLKUM
Eisini í grannalandi okkara fyri
vestan, Íslandi, verður tosað um, at
ferðafólkini eru blivin ov nógv av
tí góða. Í kjakinum um føroysku
ferðavinnuna verður eisini javnan
víst til Íslands sum eina ávaring
um, hvat kann henda, um vit ikki
á onkran hátt seta avmarkingar
fyri ferðavinnuna. Theresa Turid
ardóttir Kreutzmann telist tó ikki
millum teirra, og hon metir tvørtur
ímóti, at samanberingin við Ísland
ikki heldur.
- Vit eru ikki nær námind tí, ið vit
megna at taka móti. Vit kunna taka
móti nógv fleiri ferðafólkum. Tað
er skeivt at tosa um íslendskar til
standir í Føroyum. Vit eru bara ikki
har enn. Tað eru nústani nú kom
in so mikið nógv ferðafólk, at man
byrjar at merkja eina øking. Tað er
fyrst nú, at fyritøkur og handlar
byrja at merkja, at man kann fáa
vinning burtur úr ferðavinnuni,
greiðir
Theresa
Turidardóttir
Kreutzmann frá.
Theresa Turidardóttir Kreutz
mann avvísir ikki, at tað eru nøkur
støð í Føroyum, har tað eru nógv
ferðafólk, men vísir samstundis á,
at eitt ella tvey økir í landinum ikki
eru umboðandi fyri alt landið.
- Tað at man í onkrum økjum í
landinum merkir, at tey hava rakt
eitt mark, merkir absolutt ikki, at
tað er galdandi fyri alt landið, sigur
Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Mangla hagtøl
Seinasta árið eru fleiri støð í Før
oyum farin at krevja gjald frá út
lendingum ella ferðabólkum. Í Lítlu
Dímun hevur gjald verður tikið
fyri at fara í oynna í fleiri ár, men
kortini vakti tað ans, tá íbúgvar
í Mykinesi í fjør settu líknandi
skipan í verk. Tað seinasta er, at
hagastýrið í Nípuhaga boðaði frá,
at eisini tey ætla at taka gjald frá
fólki, sum ganga í haganum út til
Bøsdalafoss og Trælanípuna.
Tað er ein gongd, ið Theresa
Turidardóttir Kreutzmann skilir
væl, men hon heldur, at tað er
sera umráðandi at vit finna ein
góðan leist fyri gjøld. Eitt nú er
tað umráðandi at fáa hagtøl fyri,
hvussu nógv fólk ganga í haganum,
sum kunnu vísa á, hvussu stórt
trýstið er á føroysku náttúruna.
- At man nú er farin at krevja
gjald fyri at ganga í náttúruni, er
tí man merkir, at fleiri fólk ganga
úti í nátturuni, og at tað er komið
eitt ávíst slit upp á hagan. Men eg
haldi, tað eru fleiri føroyingar enn
útlendingar, ið slíta hagarnar. Før
oyingar eru farnir at ferðast øgiliga
nógv í egnum landi, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann og legg
ur afturat.
- Føroyingar eru um alt landið.
Tað er vorðið móti at ferðast á bygd
ella ganga á fjøllunum. Men í veru
leikanum vita vit ikki hvussu nógv,
tí vit mangla hagtølini. Í prinsipp
inum kann man bara ganga á
bygdagøtum, men latið okkum fáa
hagtøl fyri, hvussu nógv ganga úti
í haganum. Óansæð gjald ella ikki
tørvar okkum tøl á borðið, so vit
vita hvat vit tosa um.
Neyðugt við tilboðum
Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Ar
beiðsgevarafelag, ið bleiv løgd fram
í síðstu viku, legði felagið dent á, at
um man ynskir at menna ferða
vinnuna, so er neyðugt at veita
tilboð, heldur enn bara at leggja
gjøld á ymiskt. Tað er eitt sjónar
mið, ið samsvarar við tað, ið tær
báðar í CommIT arbeiða fyri.
- Tað vit skulu duga, er at menna
nøkur góð tilboð, ið ferðafólk
kunna keypa. Vit muga skilja tað,
at ferðavinnan er ikki eitt hugna
ligt ítriv, men er ein vinna sum
ali- og fiskivinnan. Og grundin til,
at landið setti pengar í at marknað
arføra Føroyar í 2012, var tí, man sá
tað sum eina møguliga lukrativa
vinnu fyri landið, sigur Theresa
Turi
Skjótt fyrrverandi leiðarin í Vis
it Tórshavn vísir á, at tíðin er nú
búgvin til at fáa veruligan vinning
burtur úr ferðavinnuni, men ávarar
um, at tað krevur, at vit arbeiða fyri
tí.
- Tað nyttar einki at tosa um, at
tey ganga her ella ganga har. Latið
okkum duga at selja okkara vøru.
Vit hava hug at grenja eitt sindur,
men stundin er komin at hyggja
inneftir og spyrja, um vit duga væl
tað, ið vit bjóða, og um vit hava
røttu vøruna at selja. Ferðavinnan
hevur verið í gongd í nógv ár nú, og
vit hava brúkt øgiliga nógva sjálv
bodna tíð og orku upp á hetta, tí vit
hava trúð upp á hetta. Nú eru vit
av álvara komin í gongd, men tað
er umráðandi, at tá fólk finnast at
ferðavinnuni, at tey eisini seta seg
inn í, hvat ferðavinna veruliga er
fyri nakað, sigur Theresa Turidar
dóttir Kreutzmann.
Borgarin má við
- Tú kanst siga, at fólk fáa ferða
vinnuna tættari inn at kroppinum
enn flestu aðrar vinnur, tí ferða
fólkini eru so eyðsýnd, sigur Ther
esa Turidardóttir Kreutzmann og
heldur fram:
- Ferðavinnan rakar allar borgar
ar. Sjálvt um man ikki beinleiðis ar
beiðir í ferðavinnuni, so møtir man
ferðafólkum á gøtuni, tey spyrja teg
um vegleiðing, og tú fært ikki eitt
borð á matstovum, tí tær eru fullar
av ferðafólkum, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann.
Tí leggur hon eisini dent á týdn
ingin av, at kommunurnar gera
- Tað at man í
onkrum økjum
í landinum
merkir, at tey
hava rakt eina
mark, merkir
absolutt ikki, at
tað er galdandi
fyri alt landið
- Vit muga
skilja tað, at
ferðavinnan
er ikki eitt
hugnaligt ítriv,
men er ein vinna
sum ali- og
fiskivinnan.
Og grundin til,
at landið setti
pengar í at
marknaðarføra
Føroyar í 2012,
var tí man sá
tað sum eina
møguliga
lukrativa vinnu
fyri landið