hósdagur 5. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
16
PERSÓNSSØGA
- At man nú er farin at krevja gjald fyri at ganga í náttúruni, er
tí, man merkir, at fleiri fólk ganga úti í nátturuni, og at tað er
komið eitt ávíst slit upp á hagan. Men eg haldi, tað eru fleiri
føroyingar enn útlendingar, ið slíta hagarnar. Føroyingar eru farnir
at ferðast øgiliga nógv í egnum landi, sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann, ið hevur drúgvar royndir úr ferðavinnuni
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Eftir at hava staðið á odda fyri
Visit Tórshavn sjey tey seinastu
árini, takkar Theresa Turidardóttir
Kreutzmann 1. august fyri seg sum
oddakvinna fyri ferðavinnuni í
høvuðsstaðnum.
Tað er ikki at taka ov rívan til,
um sagt verður, at hesi sjey árini
hevur føroyska ferðavinnan havt
stóran vøkstur á flest øllum økjum,
og møguleikarnir innan vinnuna
tykjast í hesum døgum bara at vera
avmarkaðir av eins egna hugflogi.
Tí kemur tað neyvan óvæntað á
nakran, at hóast Theresa Turidar
dóttir Kreutzmann leggur frá sær
í leiðslusessinum í Visit Tórshavn,
so hevur hon ongar ætlanir um at
gevast í blomstrandi ferðavinnuni
enn. Saman við Ingibjørg Berg,
fyrrverandi
kommunustjóri
í
Tórshavnar kommunu, hevur hon
stovnað felagið CommIT, ið mill
um annað bjóðar sær at ráðgeva
kommunum í sambandi við menn
ing av ferðavinnuni, og hevur
felagið seinastu mánaðirnar verið
frammi í sambandi við eina verk
ætlan at menna ferðavinnuna í
Suðuroynni.
Mugu taka støðu
Hugskotið til at byrja egið ráð
gevaravirki innan ferðavinnuna
kom í kjalarvørrinum á álitinum
hjá einum arbeiðsbólki hjá lands
stýrinum, ið skuldi orða, hvussu
ferðavinnan
skuldi
skipast
í
Føroyum.
Tað
endaði
við,
at
ein menningardeild bleiv sett á
stovn undir Visit Faroe Islands,
men samstundis bleiv staðfest,
at innanlandsmenningin er ein
kommunal uppgáva.
- Tað ger tað lættari at arbeiða
innan ferðavinnuna, tí áður var
tað ein grásona, hvar ábyrgdin
fyri innanlandsmenningini lá. Nú
vita fólk innan vinnuna, at tað eru
kommunurnar, ið man skal venda
sær til, sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann.
Nýggja ábyrgardarbýtið millum
land og kommunur merkir sostatt,
at tað er hvør einstøk kommuna, ið
skal taka støðu til, hvat verður gjørt
við ferðavinnuna í teirra øki. Tað
verða tær, ið avgera, um man skal
satsa meira upp á ferðavinnuna ella
bara lata standa til.
- Um man vil gera meira við
ferðavinnuna, so má man hyggja
eftir hvat økið hevur at bjóða,
og hvat kommunan kann blíva
betri til. Har var Tvøroyri komm
una framsøkin og avgjørdi, at hon
gjarna vildi gera meira við ferða
vinnuna. Soleiðis kom okkara sam
starv í lag. Eitt samstarv sum seinni
hevur ment seg til at fevna um alla
oynna, sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann.
Ikki íslendskir tilstandir
Javnan hoyrast tíðindi ymsastaðni
úr Evropa um býir og økir, ið eru
um at drukna í ferðafólki og av tí
sama ynskja tey, har piparið grør.
Barcelona, Venedig, Isle of Skye,
Dubrovnik, Lofoten, Mallorka og
San Sebastian eru millum støðini,
har tosað nú verður um, at ferða
fólkatrýstið er ov stórt.
- Vit eru ikki
nær námind tí,
ið vit megna
at taka móti.
Vit kunna taka
móti nógv fleiri
ferðafólkum.
Tað er skeivt
at tosa um
íslendskar
tilstandir í
Føroyum.
KUNN
FLEIRI